Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. oktober 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 199 - 15. oktober 2007 ÍLØGUSPÆLIÐ Hilmar Simonsen Er nakað vakstarpotentiali eftir í partabrøvum? Tað er ein spurningur, sum vit við røttum kunnu seta, nú partabrævakursir eru hækkaðir sera nógv seinastu umleið 4 árini, og tvær korrektiónir hava verið innan seinasta hálvaannað árið. Í mai-juni í fjør hendi ein brádlig kurslækking á umleið 10 prosent í miðal, og í juli-august í ár somuleiðis ein lækking á umleið 10 prosent. Men báðu ferðirnar reistu marknaðirnir seg aftur, og miðal kursstøðið á flestu marknaðum er í dag farið upp um støðið, áðrenn seinasta kreppan tók seg upp fyri trimum mánaðum síðani. At marknaðirnir hava reist seg aftur líka brádliga sum teir fullu tulkar Jákup Petur Bærentsen, íløgurøktari hjá Kaupthing, sum tekin um, at vit helst koma at síggja fleiri sveiggj í framtíðini. - Fleiri líknandi rutsjutúrar sum tann í summar krevja meiri av spælarunum í Íløguspælinum. Tá er umráðandi at vita, nær ein skal keypa og selja, heldur Jákup Petur Bærentsen fyri. Men hann dugir ikki at síggja, at vakstrarpotentialið í partabrøvum er uppi, fyri tað um partabrøv eru hækkaði nógv seinastu 4-5 árini. Kursvøkstur byggir á inntøku- vøkstur Samanbera vit støðuna nú við støðuna í 2000, tá sokallaða KT- bløðran brast og sendi eina røð av kursum niður gjøgnum gólvið, so er støðan ein heilt onnur í dag. - Í stuttum kann sigast, at stóru kurshækkingarnar í 2000 vóru ikki stuðlaðar av inntøkuvøkstri hjá fyritøkunum. Kursurin á fleiri av sonevndu ”dotcom” fyritøkunum reyk upp gjøgnum loftið, hóast fyritøkurnar ongar pengar vunnu. Vit hava seinastu árini sæð líknandi kurshækkingar sum árini upp til 2000, men støðan kann ikki samanberast, tí í dag vinna fyritøkurnar nógvan pening. Faktiskt hava flestu fyritøkur havt størri inntøkuvøkstur, enn partabrævakursirnir hava avspeglað. Í seinasta enda er tað virðisøkingin hjá fyritøkunum sum er avgerandi fyri áhaldandi kursvøkstur, greiðir Jákup Petur Bærentsen frá. Tískil er hann ikki ein av teimum dapurskygdu viðvíkjandi framtíðar vøksturpotentialinum hjá parta- brøvum sum heild, hóast røddir hava verið frammi í seinastuni um, at partabrævaveitslan er liðug á hesum sinni, og at eftir stórar kurshækkingar seinastu 4-5 árini eru útlit fyri eini endurtøku av KT- bløðruni í 2000. Hækkandi renta tálmar inntøku- vøkstri Tá tað er sagt, so er tað eisini ein sannroynd, at rentan er hækkað nokkso fitt, og alt annað líka ávirkar hetta inntøkuvøksturin hjá fyritøkum negativt. Men kanska ikki meiri negativt enn at ein ”óvanligur” inntøkuvøkstur seinastu árini verður minkaður til ein ”normalan” inntøkuvøkstur? - Ofta verður hugt at gongdini í USA, har helmingurin av øllum heimsins partabræva- handli gongur fyri seg. Og taka vit tær størstu amerikonsku fyritøkurnar, so hevur árligi inntøkuvøksturin seinastu árini ligið um 15 prosent. Og jú, hesin inntøkuvøksturin er minkaður niður á eini 10 prosent í kjalarvørrinum rentuhækkingunum, sigur Jákup Petur Bærentsen. Ein orsøk til hetta er, at keypiorkan hjá fólki við húsalánum minkar, tí at mánaðarligu rentuútreiðslurnar hækka. Somuleiðis økjast út- reiðslurnar hjá virkjunum, tá rentan hækkar. So alt í alt ávirka rentuhækkingar roknskapirnar hjá fyritøkunum skeiva vegin. Vikuvinningar í Íløgu- spælinum Í komandi viku fara Kaupthing Bank og Sosialurin at lata vikuvinning til tann spælara, ið hevur havt størsta vøksturin í prosentum í Íløguspælinum í undanfarnu viku (viku 42). Hetta verður gjørt fyri at eggja og løna ídnum spælarum so hvørt, soleiðis at tað ikki bara eru endaligu vinnararnir í Íløguspælinum, ið fáa vinningar. So nú hevur tú eisini kjansin at vinna, hóast tú kanska liggur nakað niðarlaga ella ikki hevur spælt so dúgliga eina tíð. Meira verður at frætta um vinningin seinni í hesari vikuni á www.ilogur.com. Kunngjørt verður í Sosialinum mánadagin 22.10.2007, hvør hevur vunnið vikuvinningin hesa vikuna. 1,900 1,750 1,600 1,450 1,300 1,150 1,000 8/10 9/10 12/10 13/10 14/10 10/10 11/10 Gongdin hjá topp 3 (vika 42) hanna21 Ollysan navijoe www.kaupthing.fo Íløguspælið á ilogur.com - 3. vika KT-bløðran verður neyvan endurtikin sansir.fo Topp 10 (15. okt. 2007 kl. 10.37) Leikari Reiður peningur Partabrævaogn Ogn Avkast navijoe 126,44 kr. 1.926.269,00 kr. 1.926.395,44 kr. +92,64 % Martinius85 1.673,12 kr. 1.735.286,00 kr. 1.736.959,12 kr. +73,70 % hanna21 744,57 kr. 1.712.649,50 kr. 1.713.394,07 kr. +71,34 % Ollysan 317,91 kr. 1.633.363,50 kr. 1.633.681,41 kr. +63,37 % bjarnass 3.296,10 kr. 1.526.184,00 kr. 1.529.480,10 kr. +52,95 % TNT 1.512.591,20 kr. 0,00 kr. 1.512.591,20 kr. +51,26 % alias 1.473.184,26 kr. 0,00 kr. 1.473.184,26 kr. +47,32 % Lemonz 1.441.320,83 kr. 0,00 kr. 1.441.320,83 kr. +44,13 % GoogleInvest 24,82 kr. 1.439.209,80 kr. 1.439.234,62 kr. +43,92 % SupeR_Multi 38,65 kr. 1.436.479,25 kr. 1.436.517,91 kr. +43,65 % At tvær partabrævakorrektiónir hava verið innan seinasta hálvaannað árið er helst tekin um, at vit koma at síggja fleiri kurssveiggj í næstum. Men KT-bløðran, sum brast í 2000, verður neyvan endurtikin, tí núverandi kurshækkingar byggja á veruligan inntøkuvøkstur. Tað gjørdu tær ikki í 2000.