mánadagur 15. oktober 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 199 - 15. oktober 2007
Í gjárkvøldið byrjaði árliga
sangskeiðið hjá Heima
missiónini. Omanfyri 100
fólk eru teknað til skeiðið,
sum varir alla hesa komandi
vikuna.
Á skeiðnum verður sung
ið nógv, eins og luttakararnir
kunnu velja seg inn á
ymiskar áhugatímar sum
allir á einhvønn hátt hava
við sang og sangarbeiðið at
gera.
Serliga skrá er fyri børn
ini. Tey verða ansað og
sleppa haraftrat at venja
nakrar sangir saman.
Kórleiðari í ár er Maud
Kofoed, sum annars er kór
leiðari í danska gospelkóri
num Vocation.
Maud skrivar sjálv sangir
og er haraftrat ein sera góð
ur sangari og saxofonleik
ari, og hevur haraftrat givið
út eina solofløgu.
Sangskeiðið endar við
eini konsert í ítróttarhøllini
á Skála komandi leygar
dag.
sb.
»Tak meg við«
inn í bíbliusøguna
Heimamissiónsforlagið hevur givið úr eina
forvitnisliga tasku, sum bæði inniheldur
spennandi uppgávur og tusjir.
Taskan við heiti
num “Tak meg
við” inniheldur
ikki færri enn
seks
smærri
bøkur við ym
iskum uppgáv
um til tey 7 til
10 ára gomlu.
Í fyrstu syftu
er talan um fýra bøkur við
bíbilskum myndum, har ymiskar upp
gávur skulu loyst. Í øðrum lagi er talan um tvær bøkur
við bíbliusøgum um Móses og Dávid.
Hesar báðar bøkurnar eru skipaðar eftir sum skava
ogvinnbøkur, har hvør síða hevur eina ósjónliga
mynd. Fyrst tá hesin punturin verður skavaður við eini
mynt kemur heildarmyndin fram.
Taskan er væl egnað til skúlabrúks og aðra undir
vísing, tí væl ber til at taka hana við sær onkustaðni,
um børnini ynskja okkurt at stuttleika sær við og
samstundis loysa bíbliuuppgávur.
Kostnaðurin fyri taskuna er 95 kr. Hon fæst hjá
Heimamissiónsforlagnum í Nesvík og í bókhandlunum
kring landið.
sb.
Samkoman Lívdin
í Hoyvík arbeiðir í
løtuni við at útvega
sær nýggjan og
stórfingnan samkomu
bygning í Hoyvík
Líka síðani samkoman byrj
aði at halda regluliga møti í
august mánaði 2001, hevur
hugurin staðið til at fáa sær
ein bygning til tað víttfevnda
virksemið í samkomuni.
Møtini verða í dag í stór
an mun hildin í Hoyvíkar
skúla, men nú stendur eitt
størri mál fyri framman – at
fáa ein bygning á økið, sum
longu er planerað og byggi
búgvið framvið Vegnum
Langa.
Við byrjanina av hesum
árinum setti samkoman sær
enn eitt mál, at hava 1,5
mió kr. á bók, áðrenn árið
var liðið. Tá hetta málið var
rokkið, skuldu tey av álvara
fara undir byggingina.
Nú, ið gjørt varð upp fyri
fyrstu sjey mánaðirnar av
árinum, er greitt at samkom
an longu hevur rokkið hes
um málinum – og meiri aftr
at!
Samkoman fekk nevniliga
í summar eina rættiliga
stóra gávu til byggigrunnin.
Í dag standa 2 mió krónur í
grunninum.
Vit frøast um hesa gáv
una, og um at Harrin signar
arbeiðið við at útvega sam
komuni ein nýggjan bygn
ing, verður sagt haðani.
Samkoman
hevur
ein
byggibólk, sum í løtuni
arbeiðir við myndugleika
prosjektinum. Sum skilst
gongur tað arbeiðið væl, og
tí verður sæð fram til dagin,
tá byggiarbeiðið av álvara
kann byrja.
sb.
Halla innkomin í býráðið
Á fundi hóskvøldið tók Halla Samuelsen (myndin) sætið sum
býráðslimur fyri Katrin Dahl Jakobsen úr javnaðarflokkinum.
Katrin hevði boðað frá, at henni brast frá at røkja hetta starvið
í eitt tíðarskeið longri enn 14 dagar, og ynskti tí at næsta
valevni á listanum kom inn. Sostatt sleppur hon nú at royna
seg sum býráðspolitikkara í eina tíð framyvir.
Sambandið tosar um kristiliga
mentanarstøðið
Í fleiri ár hevur verið siður hjá Sambandsflokkinum at hava ein sonevndan
Heystarfund. Soleiðis verður eisini í ár, tí leygardagin 10. november verður hesin
fundurin hildin á Hotel Hafnia. Evnið fyri fundin er Kristiliga Mentanarstøðið.
Hetta verður gjørt út frá stevnuskránni, har sagt verður, at Sambandsflokkurin vil
reka ein framtaksfúsan politikk á kristiligum mentanarstøði.Hvat hetta merkir,
verður nærri greitt á fundinum sum byrjar kl. 10.
2 mió kr. til nýggjan
samkomubygning
Kend donsk kór
kvinna í Nesvík
Svimjihøllin í Klaks
vík vaksandi undir
tøku
Eftir at stóra umbyggingin av Klaksvíkar Svimjihøll
var liðug, kunnu starvsfólkini nú við gleði ásanna, at
henda íløgan – serliga tann nýggja økan var hent.
Síðani høllin lat upp av nýggjum hevur eitt metstórt
tal av fólki vitjað svimjihøllina, og hetta fær nú leiðsl
una til at víðka um tilboðið hjá teimum ídnu svimjar
unum í Norðoyggjum.
Fyrsta broytingin er, at nú er opið bæði fyri vaksnum
og børnum eftir kl. 18 og at høllin verður opin ein tíma
longur sunnudagar. Fyrr varð stongd kl. 16, men nú er
hetta broytt til kl. 17.
Seinasta vetur var serstøk svimjing fyri kvinnur.
Hetta tiltakið eydnaðist eisini so mikið væl, at tað
verður endurtikið hvørt mánakvøld í vetur.
Hinvegin kann staðfestast, at minni og minni
undirtøka hevur verið fyri at svimja tíðliga
mikumorgun.
Hóast vitjunartalið er lágt mikumorgun, hava vit
valt at geva hesum ein møguleika aftrat. Tað er hóast
alt mong, sum gleðast um henda møguleikan, verður
sagt.
sb.
Lívdin fer í næstum undir nýggja
samkomubygning sín
Mynd: Livdin.fo
Maud Kofoed bæði syngur og spælir saxofon