mánadagur 15. oktober 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 199 - 15. oktober 2007
Hava longu keypt fyrstu
jólagávurnar
Tveir av hvørjum 10 norðmonnum eru longu farnir til handils at leita eftir
jólagávum, vísir ein nýggja kanning. Tað hendir, hóast hálvur triði mánaður
er til jóla. Kvinnurnar eru skjótari enn menninir at gera jólahandilin. Men
ídnast eru kortini tey ungu. Fjórða hvør norsk kvinna byrjaði jólahandil sín
áðrenn fyrstu vikuna í oktober mánaði, vísir ein kanning sum Infact hevur
gjørt fyri norska blaðið VG. Fleiri enn triðingurin av teimum, sum siga seg
longu hava keypt jólagávur, er millum 18 og 24 ár, meðan meiri enn
helmingurin av teimum longu eru farin til handils er undir 40 ár.
Norðlendingar og fólk í Trøndelag eru fyrst úti at byrja keypið av jólagávum.
Nú er ætlanin at sløkkiliðið fyri Tvøroyrar
kommunu og Hvalbiar kommunu skal fáa
betri sømdir. Á fíggjarætlanini fyri næsta ár,
ætlar Tvøroyrar Kommuna at seta 1 millión
krónur av til eina nýggja høll til sløkkiliðið.
Tvøroyrar kommuna og Hvalbiar kommuna
samstarva um sløkkiliðið og høllin verður sostatt bygt saman við hvalbingum. Høllin skal
byggjast upp á Drelnesi, har Tvøroyrar kommuna frammanundan hevur stórt, slættað økið klárt
Virksemið hjá Sunda bóka
savni er nú byrjað aftur eftir
summarsteðgin. Fyrst tiltak
ið hevur longu verið, og tað
næsta verður mikukvøldið
24. september.
Tiltøkini
verða
hildin
eina ferð um mánaðin, og
verða nógv áhugaverd evni
tikin fram.
Á komandi tiltakinum
verður tosað um gamlar
myndir. Nógvar slíkar finn
ast á bókasavninum, og her
kunnu fólk fáa høvið at tosa
um tær og møguliga eisini
seta nøvn á persónarnar á
teimum.
Á skránni í vetur eru
mong áhugaverd evni. Mill
um annað verður tosað um
haruna og bíbliusøgur, eins
og tey fáa vitjan av sang
skrivaranum Martini Joen
sen, sjónleikaranum Eyð
Matras og Sølva Reinert
Hansen sum fer at tosa um
at seta sær mál í lívinum og
at røkka teimum.
Hesi tiltøkini eru við til
at menna bókasavnið. Fólk
hava fingið eyguni upp fyri,
at bókasavnið er eitt livandi
stað og ikki bert eitt rúm
við nøkrum hillum við bók
um.
Vit kunnu bara staðfesta,
at meiri lívi er komið í bøk
urnar, verður sagt úr Sunda
bókasavni.
sb.
Toftafólk upp í
norðurlendsk
umhvørvi
Á seinasta bygdaráðsfundi í Nes kommunu varð samtykt
at gerast partur av einum norðurlendskum samstarvi inn
an umhvørvi.
Talan er um eitt samstarv innan tað, tey nevnda bio
logiskt margfeldi, og er eitt samstarv sum Agenda 21
stovan stendur fyri.
Samstarvið er millum fleiri kommunur í Norðurlondum
– í Svøríki, Danmark, Finlandi, Íslandi og Noregi.
Nú er Nes kommuna vorðin partur av hesum við ein
um prosjekti um Toftavatn, har Runavíkar kommuna eis
ini er partur av. Prosjektið ber heitið “Toftavatn – náttúra,
uppliving og trivnaður”.
Endamálið við ætlanini er at verja margfeldið við
vatnið. Eitt av arbeiðunum er at gera rásir kring vatnið
og at seta upp kunnandi skelti um náttúrina, søguna og
lívið her.
sb.
Krevja gjøllari
pínugransking
Norðurlendsku giktfeløgini krevja gjøllari
pínugransking, har sjúklingurin verður
settur í miðdepilin
GIKT
Tíðindaskriv
Tey norðurlendsku giktfeløgini hava herfyri – við Gigtar
félag Íslands sum verti – verið saman til eina tvørfakliga
ráðstevnu í Reykjavík. Ráðstevnan, REUMA 2007,
vendi sær til allar fakbólkar, sum hava tilknýti til tannn
giktsjúka: reumatologar, sjúkrasystrar, fysio og ergo
terapeutar, psykologar, sosialráðgevar o.o.. Temaið á
ráðstevnuni var: Meiri vitan, betri viðgerð og betri lívs
virði.
Nakrir av fyrilestrunum á REUMA 2007 løgdu mesta
dentin á gransking av pínu og pínuviðgerð – og í hesum
høpi frágreiðingar frá fólkum við gikt, og so royndir hjá
serfrøðingum í samband við teirra arbeiði við giktsjúk
lingum. Undirstrikað varð at hava eina heildarmynd av
tí pínuviðgerð, sum hin einstaki giktsjúki hevði tørv á.
Í Nordisk Reumaråd (NRR) – felagsskapur fyri øll
giktfeløg í Norðurlondum, umboðandi umleið 3 mió.
menniskju – er semja um, at tað er stórur tørvur á einum
miðvísum, alment fíggjaðum granskingararbeiði, sum
kann avdúka, hvussuleiðis pína í rørslulagnum av fyrst
an tíð kemur í, og soleiðis finna nýggjar leiðir til viðgerð
av pínuni. Ráðið leggur dent á, at granskingin verður
tvørfaklig, soleiðis at mann tryggjar, at viðgerðin ikki
bert tekur støði í sjálvari sjúkuni, men eisini tekur atlit
til støðuna og resursurnar hjá tí einstaka sjúklinginum.
NRR heldur, at tíðin er búgvin til nýggj sjónarhorn
viðvíkjandi pínuviðgerð av rørslulagnum. Liðaog
vøddapína darvar gerandisdegnum hjá menniskjum í
milliónatali – bert í Norðurlondum. Men hóast hetta,
verður ikki nógv granskað. Brúk er fyri menning – og
fyri atgongd, sum ikki ber brá av einoygdum fokus upp
á sjúkdómin, men sum í nógv størri mun setir sjúklingin
í miðdepilin.
Spennandi stundir á Sunda bókasavni
Nú verður Sandslíð
gjørd tryggari
Í longri tíð hava nógv fólk
borið ótta fyri at koyra gjøg
num Sandslíð og til bygdir
nar eystanfyri á Sandoynni.
Nú eru menn frá Articon
farnir undir at umvæla eitt
ávíst petti, har vegurin var
skrædnaður nakað undan.
Tá hetta arbeiðið er lið
ugt, verður tryggari hjá
fólki at koyra aftur.
Kortini eru mong sum
leingjast eftir eini endaligari
loysn á vegasambandinum
eystureftir. Hetta gerst best
við einum tunli. Nær hann
kemur, tað er ilt at meta
um.
sb.
Nú er ætlanin at ungdómurin
á Tvøroyri skal fáa sítt egna
hús at húsast í. Tvøroyrar
Býráð ætlar at seta pening
av til endamálið at fíggja
rætlanini fyri næsta ár.
Fyribils eru 1,1 millión
krónur sett av til ungdóms
hús á Tvøroyri, men tann
upphæddin verður so dag
førd so hvørt, tað verður
greitt, hvussu nógvum peng
um tørvur er á. Ungdóms
húsið verður í hølum hjá
Thomsen niðri á bryggjuni
og tað er eitt ár síðani, at
býráðið gjørdi avtalu við
eigararnar um at leiga høli
til ungdómshús í einum
húsi hjá Thomsen. Í næstu
framtíð skal søkjast eftir
leiðara til ungdómshúsið.
Ætlanin er at seta leiðaran
sum skjótast so at hann
kann vera við til at leggja
virksemið til rættis og í
løtuni verður arbeitt við at
innrætta hølini.
Ungdómur á Tvøroyri fær hús
Nýggj høll á Tvøroyri til sløkkiliðið
Vegurin gjøgnum Sandslíð er millum teir elstu í landinum. Tíðarinnar tonn hevur eisini “koyrt” eftir hesum vegnum
Mynd: Oskar Oskarsson