Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-15, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. oktober 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 199 - 15. oktober 2007 Grinda­boð­ ini a­vlýst Tað kemur altíð lív í før­ oyingin, tá rópt verður um grindaboð. Soleiðis var eisini beint eftir døg­ urða leygardagin. Tá varð nevniliga boð­ að frá, at onkur hevði sæð nakrar hvalir beint uttanfyri Molan í Havn. Hóast nógvir havnarmenn munnu eiga tvøst og spik eftir seinastu stóru grind­ ina, vóru teir uttan iva spentir eftir at fáa eina feskan grindadøgurða. Men grindin varð onga­ tíð hildin til, hóast hon ikki slapp á nakran hátt. Talan var nevniliga um friðaðar hvalir, og tí tók sýslumaðurin avgerð um at avlýsa ætlaða grinda­ drápið. Einki verður sagt um, hvat slag av hvali talan var um ella hvussu nógv­ ir teir vóru í tali. sb. Norðoy­­ inga­r góvu 75.000 kr. til Rey­ða­ Kross Næstseinasta leygardag skipaði Reyði Krossur fyri landsinnsavning av peningi til neyðhjálpar­ arbeiðið. Kring alt landið gingu skúlanæmingar, postboð og onnur hús úr húsi at savna inn pening til hjálp, har neyð og vesal­ dómur ráða orsakað av náttúruvanlukku, sjúku og ófriði. Norðlýsið skrivar, at norðoyingar veruliga høvdu gjørt seg út til hesa innsavningina. Eini 45 fólk gingu hús úr hús henda seinnapartin. Tá saman um kom høvdu hesi fólkini savn­ að saman 75.000 kr. í øki­ num. Sambært blaðnum gav innsavningin 400.000 kr. íalt kring landið, so her lá parturin hjá norðoying­ um ikki eftir. sb. Hesar seinastu mánaðirnar hevur sjómansheimið í Runavík – Hotel Runavík ­ verður afturlatið. Samstund­ is verður arbeitt við at fáa greiðu á, hvørja framtíð hetta hotellið hevur. ­ Tað hevur verið tungt at reka hotellið tey seinnu árini. Tí verður tað neyvan latið upp aftur í sama líki sum áður, sigur virkandi formaður í nevndini, Jaspur Langgaard við blaðið Trú­ boðin. Hann ynskir hugskot um, hvat stóri bygningurin mitt í Runavík kann nýtast til. Eitt hugskot er sjálvandi at selja bygningin, men sum skilst verður hetta seinasti útvegurin hjá nevndini. Nevndin kannar nú aðrar møguleikar fyri, hvat tað kann nýtast til, og við sama endamáli sum tað varð bygt. Seinastu 10 árini hevur sjómansheimið havt átta leiðarar. Hóast hesi fólkini hava gjørt sítt ítasta at fáa raksturin hevur tað ikki borið til, hóast búskaparligan vøkstur í landinum annars. sb. Sjómansheimið skal lata upp aftur. Spurningurin er bara til hvat Føroy­a­r setta­r á heimskortið í Kina­ Føroysku luttakararnir á Special Olympics World Summer Games hava verið gjørt vart við seg hesar seinastu dagarnar. Kappingin er nú endað, og staðfestast kann at okkara fólk hevur fingið eitt sera gott úrslit: Heimaftur við sær hava tey 5 gull, 3 silvur og 3 bronsumerki. Umframt hetta endaði føroyingar fýra ferðir á 4. plássi, tvær ferðir á fimta og sætta plássi og eina ferð á 7. plássi. ­ Íðkarar okkara hava eisini sett fleiri persónlig og føroysk met. Hetta eru tí nakrir leikir, sum vit fara at minnast leingi, verður sagt úr føroysku leguni í Kina. Føroyingar luttóku í greinunum boccia, svimjing og í frælsum ítrótti. Fólk í Kina hava verið væl kunnaði um leikirnar. Allastaðni har føroyska ferðalagið er komið, hava fólk beinanvegin vitað at tey vóru við í hesum leikunum, har luttakarar úr øllum heiminum vóru við. Nú liggja fleiri ymiskar kappingar fyri framman hjá føroyingum innan Special Olympics Føroyar. Farið verður nú undir at fyrireika seg til aðrar kappingar komandi ár. ­ Men lítil ivi er um, at hetta er ikki seinastu ferð at føroyskir leikarar fara at seta dám á slíkar kappingar, verður sagt. Seinnapartin leygardagin skipaði róðrarfelagið Knørr­ ur í Havn fyri uppboðssølu av seyði úr Hósvík. Fyri uppboðssøluni, sum var í Tinghúsgarðinum, stóðu tveir sera málførir menn, Torbjørn Jacobsen og Sjúrður Skaale, sum av øllum alvi royndu at fáa fólk at bjóða uppá hesar úrvaldu seyðirnar. Talan var um átta lomb og tveir veðrar, og tá avtornaði gav uppboðssølan íalt 26.600 kr. til felagið. Serliga veðrar høvdu góðan prís. ­ Hetta eru vit stak væl nøgd við, sigur formaðurin í Knørri, Sjúrður Gullbein við Portalin. Peningurin fer til virk­ semið hjá felagnum, sum er í støðugum vøkstri. sb. Óvist hva­t sjóma­nsheimið verður brúkt til Uppboð ga­v 26.000 kr. til róðra­rfela­g Nakað av fólki var til uppboðssøluna, men úrslitið vóru fyrireikararnir kortini nøgdir við Mynd: Snorri Brend