Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. oktober 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 199 - 15. oktober 2007 Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi, harm­ ast um vánaligu umrøð­­una, sum flúgv­ ingin við­­ franska landslið­­num gevur Føroyum sum ferð­­a­ mannalandi og vísir á, at fyri 15 milliónir kann regulariteturin gerast væl størri, enn hann nú er FLOGVØLLURIN Jan Müller jan@sosialurin.fo Eftir at teir høvdu verið á veg henda vegin í eitt sam­ døgur, so lendi franska landsliðið loksins í Vágum klokkan gott hálvum eitt í dag. Franska ferðalagið ferðast við leiguflogfari hjá Malmø Aviation. Atlants­ flog varð spurt, um teir kundu taka sær av ferðini, men tað bar ikki til, tí Atlantsflog hevur so nógv at gera. Hóast teir ikki høvdu ábyrgd av ferðini, so hava tey í Atlantsflogi fylgt væl við, og eingin harmast meiri enn stjórin í Atlants­ flogi, Magni Arge, um, at tað gekk, sum tað hevur gjørt. ­ Kritiski faktorurin í samband við flogferðsluna til og frá Føroyum er óreglu­ semið – serliga mjørkin og vindurin á lágættunum. Tað er hetta vit skulu fáa uppá pláss ­ longdin á vøllinum hevur bara sekunderan týd­ ning. Ultimativa loysnin er at fáa tveir vallir í Føroyum, sum komplementera hvønn annan, soleiðis at er ikki lendandi á øðrum plássi­ num, so liggur væl fyri á hin­ um plássinum, sigur Magni Arge, sum tó vísir á, at tað fyri ikki so nógvar pengar hevði borið til at økt væl um regularitetin í Vágum: ­ Vit kunnu bøta um regularitetin í Vágum við ljósum og tólum. Hetta kann gerast við at seta upp fleiri ljósmastrar til inn­ flúgvingina, so tær fara heilt oman á Vatnið og oman til Sørvágs, og við at seta upp betri innflúgv­ ingartól ­ sokallaðar glíði­ breytir. Tað eru tól sum flog­ førini kunnu brúka at siga hvørjari hædd tey flúgva í. Magni Arge sigur, at bæði tiltøkini kunnu setast í verk við stuttum skoðbráði, og tey kunnu fáast at virka til komandi summar. Kostn­ aðurin er mettur til umleið 15 milliónur krónur. ­Tað eru peanuts, tá vit skulu samanbera hvussu nóga inntøku føroyska ferðavinnan og Føroyar sum land missa orsaka av negativu umrøðuna sum Føroyar og flogvøllur okk­ ara fær, nú fraklendingar ikki kunnu lenda í Vágum, vísir Magni Arge á. Stjórin í Atlantsflogi staðfestir, at donsku mynd­ ugleikarnir hava forsømt sína uppgávu at menna umstøðurnar fyri flúgving í Føroyum, og at føroyska samfelagið hevur drálað alt ov leingi við at taka sakina í egnar hendir og fáa hetta uppá pláss. ­Tíbetur hava vit fingið glið á hesa prosessina við at yvirtaka flogvøllin og við samtyktini um at útbyggja hann. Nú er at seta fulla ferð á útbyggingina og ikki drála eitt sekund afturat. Fyri hvønn dag, sum gongur, missa vit álit millum fólk, sum annars ynskja at samstarva og vitja okkum, sigur Magni Arge. Enn manglar onkur sam­ tykt í Løgtinginum, áðrenn felagið sum umsitur flog­ vøllin, kann fara til verka. Men fyri ikki at missa tíð, so sigur stjórin í Atlants­ flogi, at flogfelagið hevur – fyri ikki at missa tíð – fyri egna rokning sett kanningar í verk og gjørt forprojektir til at seta upp fleiri ljós­ mastrar og glíðibreytir. ­ Fyribils metingar siga, at hetta kostar umleið 15 milliónir krónur. Projektið við ljósmastrum kann setast í verk í somu løtu pengar verða játtaðir og projektið við glíðibreytum krevur nakrar forkanningar og testir, sum verða gjørdar í januar. Er viljin til staðar, so fáa vit eisni tað í lag, áðrenn summarið kemur, sigur Magni Arge. 15 milliónir kunnu loysa nógvar trupulleikar BP, SHELL og Anadarko fara ein av døgunum undir at bora nýggjan brunn á landgrunninum. Brunnurin er upp­ kallað­­ur eftir okkara fræga mentamanni Williami Heinesen. Verð­­ur olja funnin kann hetta seta focus á føroyska mentan og list heldur Johan Mortensen, stjóri í Anadarko Føroyar WILLIambRUNNURIN Jan Müller jan@sosialurin.fo Í hesi viku verður aftur sett á at bora eftir olju og gassi í føroysku undirgrunini. Tað eru tey trý feløgini, BP, Shell og Anadarko, sum standa fyri hesi spennandi men eisini kostnaðarmiklu boring. Johan Mortensen er stjóri hjá Anadarko í Føroyum, og hann er sera spentur um úrslitið. Johan má annars sigast at vera ein av slóðbrótarunum innan føroyska oljuvinnu. Hann hevur altíð havt áhuga fyri altjóða handli við olju og gassi og aftaná 25 ár sum fiskasølumaður við felag­ num MARR & CO varð hann í 1998 headhuntaður av navnframa Richard Hard­ mann stjóra hjá Amerada Hess til at umboða felagið í Føroyum. Í bólkinum sum umframt Amerada Hess taldi DONG, LASMO og NORSK HYDRO fekk hann skúling í oljuvinnuni lika fra basalu jarðfrøðini til marketing av gassi og olju. Johan gjørdist fyrsti føroyski umboðsmaður hja Amerada Hess og DONG og gjørdist teirra boring á Marjun feltinum tað einasti “fundið” higartil á føroyska økinum, tó at tað ­ er iva­ samt, um tað var nóg stórt at verða kommercielt. Amer­ ada Hess lat síðani loyvið aftur til landið og felagið er ikki longur við á føroyska økinum men við í olju­ fundinum CAMBO, sum liggur skamt frá markinum, og har tað helst verður boraður nýggjur avmark­ ingarbrunnur í 2008. Frá Hess til Anadarko Frá Amerada Hess fór Johan Mortensen til ameri­ kanska felagið ANADAR­ KO, sum var við í loyvinum 006, har Statoil var opera­ tørur og var tann brunnurin tíanverri turrur. Anadarko hevur átt 100 % í økinum 007 og síðani “farmaðu” BP og SHELL inn og er sum kunnugt BP í dag operatørur. Anadarko kallaði 007 økið fyri William eftir okk­ ara navnframa skaldi. ­ Havandi í huga at verður olja funnin á Williamøkinum fer hetta at seta ljóskastaran á sjalvandi William Heine­ sen og hansara skaldskap men sanniliga eisini á annan føroyskan skaldskap og list yvirhøvur heldur Johan Mortensen fyri. Og vónar við hesum, at eitt oljufund eisini á henda hátt kann vera við til at seta Føroyar á heimskortið, eisini tann part­ ing av Føroyum, sum hevur við mentan og list at gera. Sjálvur heldur Johan, at vinnulív og mentanarlív í størri mun eiga at taka sam­ an hendur til felags frama. Og her metir hann eisini, at eitt oljufund kann hava sín týdning bæði so og so. Sum øll onnur er Johan Mortensen sera spentur uppá boringina, sum byrjar í næstum og vónar hann, at hon fer at geva eitt gott úrslit. Eitt positivt úrslit vil eisini týða almikið fyri altjóða áhugan fyri føroyska økinum og triðja umfari, sum ikki er langt burtur. Johan Mortensen, stjóri hjá Anadarko í Føroyum vónar, at vit fara at raka við olju í Williambrunninum William oljufund skal fáa Føroyar á heimskortið Fogh situr tryggur í stólinum Týdningurin hjá Naser Khader í donskum politikki er ikki so avgerandi longur. Stjórnarflokkarnir fáa nevniliga aftur meirilutan í eini nýggjari meiningarkanning, sum vísir afturgongd til Eindarlistan, SF, Socialdemo­ kratarnar og teir Radikalu. Vinstri­flokkurin hjá Anders Fogh Rasmussen hevur kortini eina afturgongd í mun til seinastu kanningina hjá Catinet, sum er gjørd fyri Ritzau. Í dag stuðla 26,5 % av danska fólkinum flokki­ num sum hevði kunnað fingið 47 fólkatingsmenn um val var í dag. Hetta eru fimm færri enn seinast. Hinvegin hava tey konservativu og fólkaflokk­ urin framgongd við ávikavist 9 og 14 %. Út frá kanningini fáa stjórnar­ flokkarnir og stuðulsflokkur teirra 88 tinglimir, og tí er í roynd og veru ikki brúk fyri einum møguligum stuðli frá Ny Alliance. Ongar planir fyri næsta sunnudag Hetta er heitið á nýggjum yrkingasavni sum Bergur Rønne Moberg (myndin) hevur givið út í hesum døgum. Í savninum eru 33 yrkingar, har fitt er til av eksistensialistiskum tilfari. Savnið er býtt upp í tríggjar partar, harav yrkingin, sum hevur givið savninum heitið er at finna undir tí, ið Bergur kallar “Eitt sindur um skip og asfalt, bygd og barndóm – og annað”. Skilligt er, at høvund­ urin býr í útlondum, tí hann í yrkingunum leingist norðureftir til heimlandið. Hann leggur tí sera stóran dent á fyrr og nú, og ikki minst á tað at vaksa upp á bygd í mun til tilveruna í størri umhvørvi. Yrkingasavnið “Ongar planir fyri næsta sunnudag” er løgd til rættis og prentað á Føroyaprent og kostar 130 krón­ ur. Permumyndina hevur Andrea Vollmer gjørt. Mentunargrunnur Studentafelagsins gevur út.