Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-15, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. oktober 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 199 - 15. oktober 2007 Evnið hesaferð verður org­anisatión,­ sum verður lýst á ymiskan hátt VINNUDAGUR Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Vinnudagurin 2007 er tann áttandi í røðini. Evnið í ár verður organisatión. Hetta er eitt sera breitt hugtak, og tí fara fyrilestrahaldararnir at viðgera tað frá sera ymisk­ um sjónarhornum. Vinnuhúsið skrivar á heimasíðuni, at Mette Bloch fer at halda fyrilestur undir heitinum ”Tør du bli­ ve en vinder?” Hon fer her at taka upp spurningin um, hvat skal til fyri, at ein org­ anisatión og ein fyritøka gerast vinnarar. Mette Bloch er m. a. tvífaldur heimsmeistari í rógving og arbeiðir nú sum fyrilestra­ haldari, rithøvundur og greinaskrivari. Kenneth Iversen er stjóri á Unimerco. Henda fyritøka er kend fyri eina sera flata organisatión, og at bygning­ arnir fyritøkan húsast í eru bygdir til tess at fremja hesa. Unimerco var í 2006 kosin besta arbeiðspláss í Danmark. Kenneth Iversen heldur fyrilestur undir heiti­ num ”Den landbaserede kuttermodel”. ”Fremtidens organisat­ ionsformer”. Hetta er heitið á fyrilestrinum hjá Klaus Æ. Mogensen, sum er fram­ tíðargranskari á Institut for Fremtidsforskning. Hann hevur saman við øðrum skrivað bókina Creative Man, sum snýr seg um, hvussu og hví kreativitetur og nýhugsan verða alt størri partur av øllum liðum í sam­ felagnum, eisini í fyritøku­ ni. Marin Vang, sjúkrarøktar­ stjóri á Landssjúkrahúsin­ um, fer at tosa um samstarv sum eitt týdningarmikið lið í organisatiónini, og hvørja ávirkan okkara lítla samfe­ lag mangan hevur á sam­ starvið. Hennara fyrilestur hevur heitið ”Hugleiðingar um samstarv”. http://www.industry.fo/ ew/media/Arsins%20virki/ Skr%E1%20fyri%20Vinnu dagin.pdf Skráin leggur sostatt upp til ein spennandi dag við mennandi fyrilestum og íblástri til gerandisdagin. Inntil 25. oktober ber bert til hjá limum í Føroya Arbeiðsgevarafelag at mel­ da seg til Vinnudagin 2007. Eftir hetta ber til hjá øllum at melda til. Tilmeldingar­ freistin er 5. november. Ferjan St. Ola er avloysaraskip at sig­la millum Suðuroy og­ Havn. Men tað er ikki sørt at suðuroying­um leing­ist eftir Smyrli. – Vit vilja ikki vita av hesum skramblikassa­ num,­ sig­a tey avg­jørd. SAmfeRðSlA Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Suðuroy: Fríggjakvøldið fóru ferðafólkini umborð á St. Ola kl. 18:30 – men slup­ pu ikki í land aftur fyrrenn klokkan var farin at nærkast hálvgum tólv. So langa tíð til Suðuroyar er meiri, enn hvat tey flestu munnu ynskja sær, og tí eru suðuroyingar alt annað enn nøgdir við loysnina, sum Strandferðslan hevur veitt teimum. ­ Tað er lítil meining í, at vit skulu sita fimm tímar umborð á ferjuni. Serliga tí, at hetta er dupult so long tíð sum upprunaliga ætlað og lovað, siga suðuroyingar. Fýlst verður haraftrat á ferðaætlanina, sum als ikki heldur – og sum í roynd og veru hevur blakað teir aftur í 80’ini. Sambært hesi, skal St. Ola avstað aftur av Kramba­ tanga tríggjar tímar seinni. Hetta vil aftur siga, at ferða­ fólk, bilar og farmur skulu í land og umborð uppá bert 20 minuttir. Men sum skilst hevur tað bert verið undantaksvís, at ferðaætlanin hevur hildið. Sterkt beklagiligt Eftir røttum skal St. Ola brúka 2 tímar og 40 minuttir um ferðina, men hesa sein­ astu tíðina hevur ferðin tik­ ið minst hálvan tíma long­ ur. Orsøkin til hetta er, sam­ bært stjóranum á Strand­ ferðsluni, Regin Vágadal, at ein av turbinunum umborð gekk fyri. Hann skilur væl, at suður­ oyingar ikki eru serliga feg­ nir um sambandið. Hann biður tey bara geva tol, tí Smyril verður skjótur aftur. ­ Eftir røttum burdi ferða­ ætlanin hildið, hóast hon er nakað stramm, sigur stjórin. At ein av maskinunum gongur fyri, er ikki nakað sum Strandferðslan kann lastast fyri. Tað byrjaði annars væl við St. Ola, men nakað sein­ ni fekk hon maskinskaða í ta einu av teimum fýra maskinunum umborð. Teir høvdu eina eyka turb­ inu við sær umborð, men tá teir skuldu gera klárt at seta hesa til ístaðin fyri ta brot­ nu, vísti tað seg at hon ikki passaði til. ­ Tí er støðan soleiðis sum hon er, og tað er bara keðiligt, ja, sterkt beklagi­ ligt, sigur Vágadal í stuttari viðmerking. Hann leggur tó aftrat, at suðringar skulu ikki bíða leingi aftrat, tí Smyril er væntandi til Føroyar aftur seinast í hesum mánaðin­ um. St. Ola siglir alt tað hon kann, men megnar kortini ikki at halda ferðaætlanina Fimm tímar til Suðuroyar Vinnudagurin verður 9. november Eirikur á Húsamørk, stjóri á Høvdavirkinum í Leivík og Jóhan Páll Joensen, formaður í arbeiðsgevarafelagnum. Á vinnudegnum fyri tveimum árum síðani gjørdist Høvdavirkið ársins virki Mynd: Eirikur Lindenskov Leygardagin 27. oktober verður Hovstunnilin tikin alment í nýtslu. Í hesum sambandi fer Landsverk at skipa fyri almennum hátíð­ arhaldi og veitslu um kvøld­ ið fyri innbodnum. Nú er komið so mikið væl áleiðis, at allar neyðug­ ar installatiónir og trygdar­ útgerð innan eru lidnar. Tunnilin er ikki handaður Landsverki enn, men gjøgnumgongd hevur verið, og tað sum nú manglar, er ikki alneyðugt at fáa liðugt, áðrenn tunnilin verður tikin í nýtslu. Síðani skal ein tilbúgving­ arvenjing haldast og tunni­ lin endaliga myndugleika­ g ó ð k e n n a s t , áðrenn hann kann latast upp fyri almennari ferðslu. Allar súðir eru tó ikki syftar enn. Sum kunnugt skal portalurin Øravíkar­ megin, t.e. tunnilsmunnin, leingjast. ­ Av tí at bíðitíðin frá tí, at tú bíleggur elementir, til tey eru móttikin, er so long, hava vit tikið avgerð um at bíða við hesum arbeiði til næsta summar, verður sagt av Landsverki. Sjálvt arbeiðið at leingja portalin fer tá at taka umleið sjey vikur, harav tunnilin verður stongdur í umleið tvær vikur. Sum byggiharri í hesi spennandi verkætlan, eru tey hjá Landsverki væl nøgd við samlaða úrslitið, nú tað fyriliggur. Hovstunn­ ilin er ein fyrsta floks tunn­ il, sum øll væntandi fáa stó­ ra gleði av. Hovstunnilin letur upp í næstu viku Pensjónistar fáa ókeypis koppseting ímóti influensa Nú kunnu øll, sum hava fylt 67 ár, verða koppsett ókeypis ímóti influensa. Hans Paula Strøm, landsstýrismaður heldur, at henda nýggja ásetingin er eitt gott tilboð til allar pensjónistar í Føroyum. Áðrenn hesa broytingina skuldu pensjónistarnir sjálvir gjalda, um teir ynsktu at koppseta seg móti influensa. Nú skulu teir pensjónistar, sum ynskja eina koppseting, bara venda sær til ein kommunulækna. Pensjónistarnir nýtast ikki at hugsa um at fara á Apotekið, fyri at keypa koppingarevnið, tí Almanna­ og heilsumálaráðið hevur gjørt avtalu við kommunulæknarnar um, at teir hava koppingarevnið liggjandi. Byrja at bora mikudagin Vánaliga veðrið seinastu dagarnar hevur tarnað arbeiðinum at gera klárt til boringina á Williamleiðini. Hjarnar Djurhuus, stjóri hjá BP sigur við Sosialin, at teir nú bíða eftir betri veðri at fáa tað seinasta upp á pláss. Sum tað sær út í løtuni verður helst hol sett á undirgrundina mikudagin 17. oktober