Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-15, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. oktober 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindi Nr. 199 - 15. oktober 2007 Árligi skúla­renni­ da­gurin va­r í flestu skúlunum kring la­ndi seina­sta­ fríggja­da­g SKÚLARENNING Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Í hesum sambandi varð skipað fyri felags tiltaki í Nólsoy, har Smáskúlar í Suðurstreymoy (SSS) lut­ tóku. Tilsamans vóru umleið 130 luttakarar úr skúlunum í Hesti, Kaldbak, Velbastað, Nólsoy og Látrinum (dag­ stovninum í Nólsoy). Byrjað varð við felags morgunløtu í Nólsoyar skúla, har sálmur, morgun­ bøn, sangur og annað var á skránni. Felags upphiting var í miðbygdini, innan sjálv renningin byrjaði. Ein teinur uppá ein kilo­ metur, sum vanliga verður nýttur í ítóttartímunum, var eisini hendan dagin renni­ ruta. Í Avhaldshúsinum, sum er miðskeiðis í bygdini og sum liggur væl fyri á renni­ rutuni, høvdu fólk frá skúla­ tannlæknastovuni hjá Tórs­ havnar kommunu sett upp, so øll kundu fáa endurskin, vatn at drekka og súrepli, um svongdin nívdi. Sama stað høvdu nakrar ommur úr at gera við at smyrja bollar og hita kakao, so øll kundu fáa ein heitan munn, tá renningin hendan váta fríggjamorgun var liðug. Børnini vóru eisini ófør at renna. Eingin rann minni enn 3 km og tann, sum rann longst var Steffan Joensen úr Nólsoy. Hann rann heilar 34 kilometrar. Men sjálvt um veðrið ikki var heilt til vildar, so gekk dagurin sera væl og bæði børn og vaksin vóru á einum máli um, at hetta skuldi gerðast umaftur komandi ár. Gevandi samstarv Smáskúlarnir í Suður­ streymoy hava ofta tosað um samstarv og var hetta so ein byrjan. Velbastaðar skúli hevur boði sær til at skipa fyri rennidegnum komandi ár. Um várið er ætlanin at hava ein felags ítróttardag, men ikki er enn heilt greitt, hvussu hann verður skipað­ ur, í øllum førum skal tað verða eitt afturvendandi til­ tak, soleiðis at vit hava tveir »ítróttarsamstarvsdagar« um árið. Frískúlin á Velbastað og 1. 2. og 3. flokkur í Nólsoyar skúla hava haft ein sang­ og tónleikadag saman. Hetta var næstseinasta leygardag og var hetta eisini ein sera væleydnaður dagur. Hetta samstarvið heldur eisini fram, møguliga við fleiri smáskúlum, soleiðis at vitja verður einar 3 ­ 4 ferðir um árið á ymiskum skúlum, og innihaldið er sangur, tón­ leikur og dansispøl. (myndir frá hesum degi eru at síggja á friskulin.org) Møguleikarnir fyri sam­ starvi eru avgjørt til staðar. Nú eru vit so byrjað innan ítrótt og sang/tónleik, men annað samstarv so sum tvør­ greinaligt arbeiði og verk­ ætlanararbeiðið er eisini ein møguleiki. Ítøkiligt eru fleiri av skúl­ unum í gongd við at endur­ skoða/gera lesiætlanir, virð­ isgrundarlag og aðrar at­ gerðarætlanir og her hava vit tosað um eitt ávíst sam­ starv, tí vit eru fáir lærarar at seta í arbeiðstoymi. Alt í alt ein sera gevandi dagur bæði fyri næmingar og lærarar. Út til Nólsoyar at renna Kennir hvørja Sørvágstonn Í samfull 38 ár hevur Karl Jóhan Nielsen verið tannlækni í Sørvági. Ein slíkur dagur skal sjálvandi hátíðarhaldast, og tað gjørdi Sørvágs kommuna eisini. Henda eina dagin fekk hann nevniliga vitjan av sjálvum borgarstjóranum í Sørvági, Jákup Suna Lauritsen. Borgarstjórin ynskti at takka Karl Jóhan fyri drúgvu tænastuna, sum hann hevur staðið í síðani 1. apríl 1969. Um borgarstjórin sjálvur fór til tannlækna henda dagin, sigur søgan einki um! Friðarlig leygarnátt í Havn Løgreglufólkini á Politistøðini í Havn høvdu eina meiri friðarliga leygarnátt á hesi seinastu vaktini. Bæði í Havn og aðrastaðni kring landið eru ongar serliga fráboðanir komnar. Einastaðni var lagt upp til ein bardaga, men teir »impliseraðu« vóru kortini kólnaðir so mikið, at neyðugt var ikki hjá løgregluni at gera nakað. ­ So her hevur friður valdað, verður sagt. Byrjað varð í skúlanum við sangi og morgunbøn, áðrenn farið var undir meiri fysiska partin av degnum Eini 130 skúlabørn úr smáskúlunum í Suðurstreym vóru savnað í Nólsoy fríggjadagin til árliga skúlarennidagin, sum hóast illsligt veður hepnaðist sera væl Í Avhaldshúsinum, sum liggur væl fyri á rennirutuni, fingu børnini vatn og frukt Øll runnu minst tríggjar kilometrar, men eingin var so stinnur sum Steffan Joensen úr Nólsoy. Hann rann heilar 34 kilometrar