mánadagur 15. oktober 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindi
Nr. 199 - 15. oktober 2007
viðmerkingar
Danmark dumpar í tubbaksfyribyrging
Hóast tær nýggju roykireglurnar liggur Danmark illa fyri, tá talan er um at
fyribyrgja royking. Danmark er á sama støði sum Litauen, Ungarn, Polen og
Letland. Danmark fær nevniliga dumpi-karakter fyri arbeiði teirra og tað hjá 30
øðrum londum. Danir liggja á einum 20. plássi. - Hetta er eitt keðiligt úrslit, siga
umboð fyri danska Kræftens Bekæmpelse. Roykireglurnar eru ikki nóg góðar.
Kanningin metir um tey einstøku londini út frá prísinum á tubbaki, lóggávuni
um roykfrí umhvørvi, almennar útreiðslur til tubbaksfyribyrging og hjálp hjá
fólki at leggja av at roykja. Stórabretland er ovast á listanum, og beint í hølunum
á teimum eru Írland, Ísland og Noreg. Niðast á listanum eru Týskland, Eysturríki
og Grikkaland.
Broytt byggisamtykt fyri Sund
Á býráðsfundi í Havn hóskvøldið, varð byggisamtyktin fyri økið norðan fyri elverkið á
Sundi broytt. Økið, talan er um, hevur í umráðispartinum B9, ið verður lagdur til vinnu, ið
beinleiðis ella óbeinleiðis eru útflutningsfremjandi og til virksemi, ið hava samband við
hesar vinnur. Umframt hetta verður økið tryggjað til verandi elverk og seinni útbygging av
verkinum. Eftir tilmæli frá býararkitektinum er økið broyt til E umráði. Hetta merkir, at
umráðisparturin verður lagdur til smábáta-, frítíðar- og ítróttarvirksemi, ið hevur við
sjógvin at gera, t.d. bátahyl, neystabygging, útipláss til smábátar, kappróðrarfeløg. Hetta
svarar somuleiðis til tænastuvirksemi og bilstøðlar, sum hava samband við hesi. Tilmælið
frá býararkitektinum var fyri á fundi í Byggi- og býarskipanarnevndini tann 10. oktober.
Nevndin samtykti at taka undir við tilmælinum og beina málið á býráðsfund. Og á
býráðsfundinum hóskvøldið varð málið einmælt samtykt.
Býráðið í Havn hevur
endaliga samtykt at
byggja nýtt reinsiverk
í Havnardali fyri at
drýggja um vatnið
í Villingardals
brunninum. Hetta,
saman við øðrum
reinsiverkum,
eru arbeiði, sum
borgarstjórin væntar
fer at kosta eitt stað
millum 80 og 100
milliónir
REINSIVERK
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað var longu í 2004, at
fyrireikingar byrjaðu til at
byggja nýtt reinsiverk í
Havnardali. Orsøkin var, at
býurin alsamt veksur, og
fyri at drýggja vatnið í
Villingardalsbrunninum, er
ynski frá teknisku nevnd at
fáa nýtt og størri reinsiverk
úti í Havnardali.
Í juni sama árið játtaði
fíggjarnevndin
365.000
krónur til forkanningar og
gerð av byggiskrá, og ein
internur arbeiðsbólkur kann-
aði málið.
Í 2005 vórðu síðani settar
400.000 krónur av til at
gera dispositiónsprojekt og
forprojekt fyri. Seinni um
heystið varð so møguleiki
kannaður
fyri
at
flyta
nýggja verkið longur heim
frá sjálvari byrgingini enn
mælt varð til, og at kanna
møguleikan fyri at fáa meiri
vatn í byrgingina í Villing-
ardali.
Hetta varð tó mett at
verða ógvuliga kostnaðar-
mikið. Líknandi vatnverk
sum tað í Villigardali, nýggj-
ari kloakk og nýggjari vatn-
leiðing heim á Norðasta
Horn er mett at kosta 57,5
milliónir krónur.
Annars hevði eitt danskt
felag givið tilboð upp á eitt
alternativt reinsiverk, sum í
stuttum snýr seg um ein
nýggjan reinsihátt, ið enn
er á menningarstøði. Talan
er um membranfiltur, sum
vatnið verður trýst ígjøgn-
um. Hesi membranfiltur
eru so tøtt, at sjálvt bakteriur
sleppa ikki ígjøgnum.
Fyrimunirnir við hesum
reinsiverkinum er, at tað er
minni í vavi og kostar
minni. Vansarnir eru, at
tøknin er so nýggj og harvið
óroynd, og eisini er viðlíka-
haldið munandi dýrari enn
við traditionellu skipanini.
Tvey uppskot
Havandi í huga góðu roynd-
irnar av vatnverkinum í Vill-
ingardali og óvissuna við
membranverkinum
varð
gjørt av at fara víðari við
upprunaliga uppskotinum
um vatnreinsiverk.
Ivi stóðst tó av, hvar
reinsiverkið skuldi plaser-
ast. Eitt uppskot var at seta
reinsiverkið í eini passandi
fjarstøðu frá sjálvari byrg-
ingini, og hitt hundrað met-
rar longur heima. Samtykt
varð, at kanna bæði upp-
skotini. Býarverkfrøðingur-
in og leiðarin fyri vatn- og
gøtuljósdeildini mæla til at
taka undir við fyrra upp-
skotinum.
Hetta merkti, at neyðugt
var við serligum byggiloyvi
og at friðingarmyndugleika
rnir.
Drúgvar kanningar vórðu
síðani gjørdar og komið var
fram til, at lítil og eingin
prísmunur var á uppskotun-
um báðum. Býararkitektur-
in og leiðarin fyri vatndeild-
ina mæltu tó til uppskot
tvey, og hetta gjørdist at
enda tað, ið samtykt varð
av býráðnum.
Á býráðsfundi hóskvøld-
ið samtykti býráðið so at
játta fýra milliónir krónur
til projektering av ætlanini
av gera nýtt reinsiverk í
Havnardali.
Reinsiverk fyri hundrað milliónir
Tú kanst fáa eitt smíl
allastaðni frá, eisini
har tú minst væntar
tað
SMILEY
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað eru tey ótrúligastu støð-
ini, tú kanst møta einum
smíli. Men meiri óvæntað
tað er, gleðiligari er tað.
Tað máttu tey sanna í
Býlingshúsinum vesturi á
Flat.
Tá tey skuldu hava kalt
borð í Lundastovuni fyri
teimum 14 børnunum, sum
har eru, skuldu børnini
hjálpa til við at skera sundur
frukt og grønmeti. Knapp-
liga misti eitt av starvs-
fólkunum eina hálva pipar-
frukt á gólvið, og tá hon tók
hana upp aftur fekk hon eitt
rættiliga óvæntað smíl.
Piparfruktin er nevniliga
ein útskorin mynd av einum
»smiley«. Ógvuliga stutt-
ligt, tí tað vísir, at tú kanst
fáa eitt smíl við á vegnum,
eisini frá mest óvæntaðu
kantum.
Smíl til verðina…
Hendan piparfruktin er ein
flottur smiley
Nýtt reinsiverk skal byggjast til vatngoymsluna í Havnardali