mánadagur 15. oktober 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14 tíðindi
Nr. 199 - 15. oktober 2007
Ráðgevin hjá Samvit,
Steinbjørn í Dali,
er júst afturkomin
av ferð í Kina, har
Eimskip hevur bygt
og latið upp størsta
frystihús í Asiu. – Tað
er undrunarvert, at
ein íslendsk íløga í
Kina upp á stívliga
100 miljónir krónur
kann vekja slíkan ans
í einum so stórum
og fólkaríkum landi.
Íløgan gevur avgjørt
íslendingum vind
í seglini í Kina,
og nú samráðast
partarnir um eina
fríhandilsavtalu, ið eg
meini er hin fyrsta,
sum Kina ger við eitt
vesturevropeiskt land
Vinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Steinbjørn í Dali, sum er
ráðgevi hjá Samvit, ið er
Ferðaráð Føroya og Menn
ingarstovan í samanløgdum
stovni, var herfyri í Kina, har
stóra
flutningsfelagið
í
Íslandi, Eimskip, læt upp
velduga stóra frystigoymslu.
Vit arbeiða nokso nógv
saman við íslendska útflutn
ingsráðnum, og tað vóru
teir, sum bjóðaðu okkum
við á hesa sera áhugaverdu
ferð.
Størsta í Asiu
Steinbjørn sigur, at íslend
ingar gjørdu nógv burtur úr,
at frystigoymslan, ið sigst
vera hin størsta av sínum
slagi í Asiu, alment varð
tikin í nýtslu í kinverska
havnabýnum, Qingdao, sum
er høvuðsfiskabýurin um
hesar leiðir við umleið 8
miljónum íbúgvum.
Goymslan, sum Eimskip
hevur latið byggja, rúmar
heili 55.000 tonsum av
frystum vørum, og tað er
ikki hissini ansur, sum
henda íløga hevur vakt í
einum so stórum landi sum
Kina.
Steinbjørn sigur, at Kina
hevur latið einar 68 býir í
landinum upp fyri fríum
marknaðarkreftum, og tað
var eingin munur á at vera í
Qingdao og at vera í einum
suðurevropeiskum býi.
Vitjanin í hesum býi var
sera áhugaverd, og tú sást
ikki ta mynd av Kina, sum
vit vanliga gera okkum av
hesum landi. Í Kina eru tey
farin at lata landið upp fyri
fríu marknaðarkreftunum,
men hetta verður gjørt í
stigum, sigur hann.
Stórt ferðalag
Ráðgevin á Samvit sigur, at
soleiðis, sum hann upplivdi
vitjanina í Qingdao, seta
kinverjar ógvuliga stóran
prís upp á tað, sum íslend
ingar gera í Kina, og tað er
ikki smávegis ”goodwill”,
ið eg dugi at síggja, at
íslendingar kunnu vænta
sær afturfyri í einum kom
andi
samhandli
millum
bæði londini.
Í fyrsta lagi gjørdu íslend
ingar sjálvir nógv burtur úr
upplatingini – við stórum
ferðalagi í Kina, og í øðrum
lagi var hópur av kinverjum
við til tiltakið og skipaðu
fyri ymiskum undirhaldi.
Steinbjørn sigur, at eini
350 fólk vóru við í íslendska
ferðalagnum í Kina, og flog
ið varð úr Íslandi í stórum
jumbojetflogfari.
Tað var bert eitt fátal,
sum ikki vóru íslendingar.
Hann sigur, at við í ferða
lagnum vóru eini 250 starvs
fólk við makum hjá Eim
skipum, og síðan vóru eini
100 onnur, tey flestu við
skiftafólk og ymiskir sam
starvspartar hjá Eimskipum.
Sum eg skilti, høvdu
fólk eisini fingið møgu
leikan at keypa sær bíligar
ferðaseðlar á hesi ferðini,
sigur Steinbjørn í Dali.
Stórfingin móttøka
Tað var eingin minni enn
forseti Íslands, Ólavur Rag
nar Grimsson, sum klipti
snórin til stóru goymsluna í
Qingdao.
Men gjørdu íslendingar
nógv burtur úr við eitt nú at
hava forseta sín við, var
hátíðarhaldið, sum kinverjar
stóðu fyri, ikki minni stór
fingið, sum myndir á hesi
síðuni vísa.
Skipað var fyri eini rætti
ligari ”sermoni”, har fólk
vóru ílatin kinverskar bún
ar, sum settu sín serstaka
dám á løtuna.
Steinbjørn sigur, at so
nógv gjørdu kinverjar burt
ur úr, at fleiri umboð úr
landspartastjórnini í Kina
vóru við til tiltakið, eins og
borgarstjórin í Qingdao eis
ini var við.
Kina er eitt so velduga
stórt og fólkaríkt land, og tí
var tað sera áhugavert at
síggja, hvussu nógv teir
gjørdu burtur úr hesum,
sum eitt so lítið land í
heimshøpi sum Ísland kann
skapa.
Ráðgevin
hjá
Samvit
sigur, at hansara fatan er, at
kinverjar seta ógvuliga stór
an prís upp á tað virksemi,
sum íslendingar skapa í
Kina.
Tú skilti á talunum, sum
hildnar vórðu undir hátíðar
haldinum, at kinverjar sígg
ja hetta sum eitt ógvuliga
stórt vinnuligt framstig í
hesum øki í landinum, sigur
Steinbjørn.
Fríhandilsavtala
Frystigoymslan, sum Eim
skip hevur bygt í kinverska
fiskivinnubýnum,
kostar
stívliga 100 miljónir krónur,
og sum skilst, eru møgu
leikar fyri útbygging, so
leiðis at goymslukapasi
teturin kann tvífaldast.
Steinbjørn
heldur
tað
vera undrunarvert, at ein
slík íløga, sum heldur ikki í
okkara mátistokki er serliga
stór, kann vekja ein slíkan
ans í einum so stórum landi
sum Kina.
Kinverjar og íslendingar
eru eisini í ferð við at
samráða seg fram til eina frí
handilsavtalu millum lond
ini. Eg havi skilt, at Ísland
soleiðis kann gerast fyrsta
vesturevropeiska
landið,
sum Kina ger fríhandils
avtalu við.
Hugsandi er, heldur ráð
gevin hjá Samvit, at Kina
soleiðis velir sær eitt lítið
land at gera fríhandilsavtalu
við.
Ísland er eitt lítið land í
kinverskum eygum, og tí
halda kinverjar ivaleyst, at
ein slík fríhandilsavtala bet
ur kann yvirskoðast.
Íslendingar hava bygt s
Goymslan rúmar heili
55.000 tonsum og kann
útbyggjast, soleiðis at
kapasiteturin kann
tvífaldast
Mynd: Steinbjørn í Dali
Eykasýning við Lort í býin
Hóskvøldið og fríggjakvøldið vóru fyrstu sýningarnar av Lort í býin,
har til ber at uppliva famniljusjowið við Meylu, S’marna, Jógvan
Líggjas og Dia Regin. Tey eru á pallinum saman við tíggju dansarum
og klovninum JoJo úr ÚSA. Fleiri nýggir sangir eru komnir afturat
teimu longu so væl kendu. Fyrsta framførslan í heysfrítíðini verður í
kvøld, mánakvøldið kl. 19.00. Atgongumerki fáast í í Norðurlanda
húsinum ella á Kunningarstovunum í Havn, Runavík og Fuglafirði.
Leikarar: Elin á Rógvi, Jákup Veyhe, Jóannes Lamhauge og Jens
Marni Hansen.
Vigra stóra framgongd
Vigrafloghavnin við Ålesund var tann av teimum norsku
rutufloghavnunum, sum hevði ta størstu framgongdina í
ferðafólkatali í september. Í síðsta mánað ferðaðust
69.191 fólk um Vigra, og tað var góð níggju prosent fleiri
enn í sama mánað í 2006, skrivar Sunnmørsposten. Tor
Hånde, flogvallarovasti, sigur við blaðið, at vøksturin
stavar serliga frá millumlandsflúgving. Millum annað er
SAS farið undir flúgving millum Vigra og London.