Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-15, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. oktober 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 tíðindi Nr. 199 - 15. oktober 2007 nøvn størsta frystihús í Kina Steinbjørn heldur, at kin­ verjar helst vilja ”avprøva” eina slíka avtalu við eitt minni land sum Ísland, áð­ renn teir gera fleiri avtalur við londini í Evropu. ­ Soleiðis kann avtalan millum Kina og Ísland ger­ ast ein fyrimynd fyri onnur lond um hesar leiðir, leggur hann aftrat. Duga væl Íslendingar hava seinnu ár­ ini tikið nógv stór stig, sum hava vakt ans og hava elvt til umrøðu, bæði góða og minni góða. Tað eru tey, sum halda, at íslendingar eru óførir, bæði heima og úti í heimi, og so eru tað tey, sum halda, at teir ”satsa” ov nógv, og at vandi er fyri búskapinum, um stóru íløgurnar vísa seg ikki at vera lønandi. ­ Eg haldi, at tað sær rættiliga spennandi út hjá íslendingum, og eg haldi eisini, at tað sær skilagott út, sum teir gera. Átakið í Kina vísir, at íslendingar duga ótrúliga væl at markn­ aðarføra seg, og tað verður spennandi at síggja, hvat kann spyrjast burtur úr hesum. Hann vísir á, at íslend­ ingar eru ikki bangnir fyri at stíga fram, og teir eru ikki bangnir fyri at siga og gera tað, teir hugsa og halda er rætt. Hinvegin tykir mær, at føroyingar eru meira be­ skeðnir, sigur hann. Vind í ”seglini” Ráðgevin hjá Samvit ivast onga løtu í, at íløgan hjá Eimskipum í Qingdao kem­ ur at geva íslendingum vind í ”seglini” í Kina. Við á ferðini í Kina var eisini eitt umboð fyri fyri­ tøkuna SNG í Føroyum, sum hevur framleiðslu øðrum býi í Kina. Umboðið var Jógvan Nielsen. ­ SNG er eisini við­ skiftafelag hjá Eimskipum í sambandi við flutning, og tí vóru teir bodnir við, sigur Steinbjørn í Dali, ráðgevi. Bankar gera mun á fólki Hevur tú bústað í Grønlandi og ætlar tær at læna pengar í bankanum, so er tað ein fyrimunur, at tú býrt í einum av teimum fýra størstu býunum. Tað sigur Krista P. Isaksen. Sjálv er hon borgarstjóri í Narsaq kommunu, men hon sigur, at hernnara borgarar kunnu ikki taka realkreditlán á sama hátt sum borgararnir í Qaqortoq, Nuuk, Sisimiut og Ilulissat. Í hinum kommununum kunnu fólk bara fáa bankalán, sum eru væl dýrari, sigur Krista P. Isaksen. Minni upp á land Tað kom munandi minni fiskur upp á land í Íslandi í síðsta mánað enn í september í fjør. Í ár var nøgdin 44.865 tons, og tað var lítið meiri enn helmingurin av tí, sum kom upp á land í september í fjør. Tá var nøgdin 87.200 tons. Av botnfiski komu góð 28.000 tons upp á land í síðsta mánað ímóti næstan 38.000 tonsum í sama mánað í fjør. Toskaveiðan, sum er skerd nú, minkaði heili 40 prosent ­ úr 14.270 tonsum í 8.600 tons. Nógv varð gjørt burtur úr, tá stóra frystigoymslan hjá Eimskipum í kinverska býnum Qingdao alment varð latin upp herfyri Mynd: Steinbjørn í Dali Íslendski forsetin, Ólavur Ragnar Grimsson, klipti snórin – og her heldur hann talu fyri mannamúgvuni Mynd: Steinbjørn í Dali Kinverjar gjørdu nógv burtur úr og settu sín serstaka dám á hátíðarhaldið Mynd: Steinbjørn í Dali