mánadagur 15. oktober 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 199 - 15. oktober 2007
Sosialurin
Nobel friðarvirðisløn
til Al Gore
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Í farnu viku frættu vit, at fyrrverandi
amerikanski varaforsetin og forsetavalevni
nøkur ár herfyri, Al Gore, hevur fingið
friðarvirðisløn Nobels. Henda stóra heiður fær
hann fyri sítt slóðbrótandi og miðvísa arbeiði
til frama fyri umhvørvinum og friðinum.
Hetta er maðurin, sum í 2000 kappaðist við
George Bush um at gerast amerikanskur
forseti. Sum flestu kunnugt fekk hann
fleiri atkvøður enn Bush, men ein avgerð
í hægstarætti hevði við sær, at Gore tapti.
Mong halda, at Gore varð snýttur.
Síðani tá hevur hann halgað stríðnum móti
dálkingini av jørðini alt sítt lív. Hetta er vorðið
til eina sera áhugaverda bók og film um
globalu dálkingina m.a. við støði í C02 útláti.
Gore hevur ferðast kring alla klótina við sínum
boðskapi um eitt reinari umhvørvi, og hetta
hevur heilt givið økt um áhugan fyri hesum
stóra álvarsmáli.
Nú metti so Nobelnevndin, at hann fyri
hetta stóra arbeiði hevur uppiborið at fáa
friðarvirðislønina. Hesum kunnu vit bara
fegnast um, tí tað kann gera, at spurningarnir,
sum Al Gore hevur víst á nettupp fara at
verða enn meira í fokus eftir hesa avgerð hjá
Nobelnevndini.
Stóri spurningurin er í løtuni, hvat Al Gore
fer at brúka hesa virðisløn til. Tað ganga
søgur um, at hann møguliga fer at stilla
upp til forsetavalið. Eftir okkara tykki eigur
Al Gore at halda fram við sínum arbeiði og
heldur brúka sína orku, evni og kontaktir til
amerikanskan politikk og heimspolitikk sum
heild sum maðurin, ið fekk friðarvirðislønina
og ikki sum ein komandi amerikanskur forseti.
Ta uppgávua eigur hann at lata til Hillary
Clinton, sum eisini er sera metvitandi um teir
álvarsspurningar, sum Al Gore hevur reist.
Skuldi Al Gore latið seg stilla upp kortini, so
vil nakað fara av virðislønini, tí tað kann verða
mett, at hann hevur brúkt hetta stríð til at
gerast forseti. Og tað kann so forkoma tí áliti
hann longu hevur skapt um seg og sína sak.
Please dont spoil it. Keep the message and
motive pure.
Tillukku til Al Gore og við vón um, at henda
virðisløn fer at fáa enn størri fokus á ein
reinari og harvið friðaligari heim.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydnaskaale@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.0013.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Eg eri samdur við lands
stýrismannin í fíggjarmál
um í, at fíggjarætlanin hjá
Tórshavnar Kommunu ikki
er gagnlig fyri konjunktur
støðuna í samfelagnum.
Tað hevur tó ongantíð
verið upp á tal við lógar
ella politiskum átøkum
mótvegis Tórshavnar
Kommunu. Eg haldi hin
vegin, at vit eiga at formal
isera eina skynsama felags
fyriskipan av fíggjarligu
kørmunum hjá landi og
kommunum, ongantíð ov
skjótt.
Fíggjarætlanin hjá
Tórshavnar Kommunu
hevur verið umrøtt á
landsstýrisfundi, tó uttan at
málið hevur verið at gera
lógarinntriv ella at fremja
serlig politiskum átøk.
Eg haldi, at tað er sera
umráðandi, at øll fíggjar
virðurskiftini hjá tí al
menna verða mett og við
gjørd undir einum. Tí
mugu vit sum skjótast fáa
eina felags játtanarskipan
fyri land og kommunur –
lógarfest um tað gerst
neyðugt.
Løgmaður
JóANNES
EIdESgAARd
Opið bræv til Heðin Mortensen, borgarstjóra
Í nøkur ár hava skilafólk
arbeitt fyri at fáa ein eftir
skúla settan á stovn í Suðri.
Her á landi eitur slíkt lokal
politikkur ella ein desperat
loysn at bjarga Suðuroynni.
Fleiri við mær halda tó, at
hugskotið er frálíkt. Og at
skúlin júst skal liggja í
Suðri, er ein partur av góða
hugskotinum.
Tíggjunda skúlaárið í
fólkaskúlanum er so líð
andi vorðið ein glæntri
leikur. Breytatilboðini, sum
skuldu menna og málrætta
innihaldið í 10.flokki,
virka bara í ávísan mun.
Flokkarnir eru ov lítlir og
lærarakreftir/førleikar
mangla. Tá man í síni tíð
innførdi hugtakið eindar
skúlan kom eisini ein val
skipan, so næmingar í fram
haldsdeildini, í størstan
mun, kundu velja læru
greinir av áhuga. Ætlanin
var at fáa homogenar bólk
ar, so frálæra á hóskandi
støði rakk øllum næming
um. Hendan skipan hevur
ongantíð virkað. Eisini her
eru flestu eindir ov lítlar.
Og kann allur áhugi
(manglandi áhugi) yvir
høvur nøktast innan tradi
tionella skúlan? Stórir
trupulleikar standast, ser
liga í eldru árgangunum,
har næmingar við ymisk
um áhuga og sera ójøvnum
førleikum tilvildarliga eru
flokkaðir.
Alt fleiri næmingar í 9.
flokki eru tí farnir at ivast
í, um 10. skúlaárið er
ómakin vert. Er hugurin til
miðnámsskúlar, so er tað
ein loysn, og tað velja
fleiri. Men tannárini eru,
sum øllum kunnugt, merkt
av stórum iva og tvídrátti.
Summi velja tí ein eftir
skúla. At fara av landinum
kann vera mennandi, men
sanniliga eisini møtumikið
hjá so ungum fólkum. So
ein eftirskúli í Føroyum
hevði komið væl við.
Vóru nóg høg mál sett,
kundi eftirskúlin verið eitt
veruligt alternativ til fólka
skúlan. Eg hugsi um góð
høli og útgerð, men allar
mest um fjøltáttaðar lærara
førleikar. Tað kundi verið
innan list, margmiðlar,
handverk, heimsspeki og
mangt annað. Eitt menn
andi læruumhvørvi og eitt
veruligt tilboð til ungdómar.
Kanska verður trupult at
fáa ein breiðan lærarahóp í
Suðuroynni, men tað
øvugta kann eisini hugsast,
at har eru talentir, ið, sum
er, ikki hava høvi at royna
seg. Fyri næmingarnar
(sum ikki eru úr Suðuroy)
er fjarstøðan ein forðing
fyri at flýggja í skundi,
skuldi onkur trupulleiki
stungið seg upp.
Næmingurin er hjástaddur
bæði so og so.
Men nú hava politikkarar
stungið halan millum bein
ini. Teir duga einki endamál
at síggja í hesum ætlaða
skúla. Tó, býttir eru teir
ikki, tí upphæddin teir hóast
alt játta til ætlanina er ein
táta, sum at enda ger, at
arbeiðsbólkurin leggur frá
sær. Eitt nógv brúkt og
smart triks, tí so kunnu vit
framyvir lasta arbeiðsbólkin
fyri manglandi ditt og datt.
Tað vóru í hvussu er ikki
politikkararnir, ið søgdu
nei. Ein annar spurningurin
er so um fólkaskúlin kann
halda fram, sum um einki
er broytt.
Eftirskúlin, ið hvarv
Sørvági
HERÁLvUR
JAcoBSEN
Á almennum kjak
fundi í Miðlahúsinum
týskvøldið, setir Sam
bandsflokkurin fokus
á eldraspurningin
POLITIKKUR
Tíðindaskriv
Í okkara vælferðarsam
felag veksur talið av
eldri fólki, meðan arb
eiðsstyrkin stendur í
stað. Hetta er ein avbjó
ðing sum gerst meira
og meira átrokandi at
loysa. Longu nú er
trupulleiki at sleppa
inn á stovnar, heima
hjápin røkkur ikki til
og fólkapensión til
fleiri fólk verður eisini
ein fíggjarligur spurn
ingur. Á kjakfundinum
í Miðlahúsinum fara
Magni Laksafoss,
landsstýrimaður og
Lisbeth L. Petersen,
tingkvinna, at leggja
upp til kjak um hesi
evni og vísa á avleið
ingar og loysnir.
Við sínum politisku
royndum tosar Lisbeth
um spurningin út frá
sjónarmiðnum hjá
brúkaranum meðan
Magni viðger meira
tann fíggjarliga partin,
hvussu onnur lond
hava loyst spurningin
og hvussu vit í
Føroyum kunnu skipa
okkum.
Kjakfundurin verður
í Miðlahúsinum
týskvøldið 16. oktober
2007 kl 2000
Føroya Væl,
veljarafelag
Sambandsflokksins í
Suðurstreymi
Sambandi setir fokus á eldraspurningin