mánadagur 15. oktober 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 199 - 15. oktober 2007
17
viðmerkingar
Nakrir pensjonistar – veit
ikki hvussu nógvir – hava
longu goldið fyri sína
vaccinatión móti influensu.
Spurningurin er tí, hví
nakrir pensjonistar skulu
gjalda fyri vaccinatión
móti influensu, meðan
aðrir fáa hetta ókeypis?
Svarið er: tí at landsstýris
maðurin hevur sovið í
tímanum!
Og ikki fyrr enn
mánamorgunin 8. oktober
var tað onkur, sum vakti
landsstýrismannin. Hendan
morgunin sigur ein lækni í
Útvarpi Føroya, at skal
vaccinatiónin av pensjon
istum nytta nakað, so
mugu tey vaccinerast antin
í september ella oktober.
Hov! Hvat er nú til ráða
at taka, her hevur hann
lovað øllum pensjonistum
ókeypis vaccinatión móti
influensu, og nú sigur
fakkunnleikin, at háse
songin fyri hesi vaccinu er
við at verða úti. Samstund
is sum landsstýrismðurin
veit, at hann hvørki hevur
materiellu heimildina ella
pengarnar til hetta lovaða
lyftið!
Men søgan byrjar ikki
her:
Fyri einum ári síðani bað
Hans Pauli Strøm um
pengar til pensjonistar,
sum vildu vaccinera seg
móti influensu. Hetta var í
fíggjarlógaruppskotinum
fyri 2007, sum var til
viðgerðar í løgtinginum í
fjørheyst. Tá uppskotið var
í fíggjarnevndini tók nevnd
in uppskotna peningin av,
tí materiella heimildin ikki
var komin upp á pláss. Tvs
at landsstýrismaðurin
hevur havt eitt heilt ár at
fyrireika materiellu heim
ildina, sum er at orða eina
kunngerð ella lógarupp
skot, sum loyvir ókeypis
vaccinatión til pensjonistar.
Alt várið gekk, og har
kom hvørki lóg ella
kunngerð frá Almanna og
heilsumálaráðnum, hóast
fleiri áheitanir og áminning
ar frá løgtingsfólkum.
So byrjar nýggj tingseta
á ólavsøku, og allur august
mánaður gongur og sep
tember við, og har kemur
framvegis onki uppskot frá
AHM, um hvørki fría
vaccinatión ella nakað
annað. Hóast AHM og
landsstýrismaðurin nú fyri
skjótt ári síðani blivu
vitandi um, at koma tey
ikki við materiellu
heimildini, so kunnu tey
heldur ikki fáa pengarnar
til fría vaccinatión fyri
fíggjarárið 2007.
Hóast landsstýrismaðurin
hevur fingið at vita, at tað
er materiella heimildin,
sum manglar skal hann fáa
pengar, so kemur hann
kortini við enn eini umbøn
um pengar. Hesaferð á eini
eygafíggjarlóg, sum varð
løgd fyri tingið síðst í sep
tember, og sum kann verða
ein heilan mánað í nevnd,
áðrenn hon kemur til 2. og
3. viðgerð. Nakað eftir
hesa umbøn um pengar á
eykafíggjarlógini, verður
eitt lógaruppskot borið
niðan í løgtingið í oktober,
og sum skal verða tann
materiella heimildin. Men
eisini hetta uppskotið eigur
at hava ein mánað, frá tí
tað verður borið í tingið, til
tað er samtykt. Tvs, at
hetta uppskotið hevði ikki
verið samtykt fyrr enn
einaferð í november.
Men so er tað hesin væl
signaði læknin, (og eg
meini vælsignaði), sum
vakti landsstýrismannin
mánamorgunin, takk skal
hann hava fyri tað. Veit tó
ikki, um læknin visti, at
hann fungeraði sum vekjara
klokka hendan morgunin.
Hann fortaldi nemliga
Føroya fólki, at skulu tey
vaccinerast mugu tey gera
tað í hesum mánaði, sum
vit eru í nú, um tey ikki
høvdu gjørt tað í september.
Hesi orðini fingu veru
liga politiska maskinaríið í
gongd úti í AHM. Tað
gongur ein dagur 9. oktob
er, so er umbøn í fíggjar
nevndini frá Hans Paula
Strøm via fíggjarnevndar
skjal, um pengar, sum
skulu brúkast til ókeypis
vaccinatión. Og hetta
hendir meðan fíggjarnevnd
in arbeiðir við eini eyka
fíggjarlóg, har sami maður
biður um somu pengar.
Fíggjarnevndarskjal
eigur ikki at gangast á
møti, uttan so, at talan er
um nakað, sum er bráð
feingis og bráddliga
íkomið. ”Bráðfeingis” er
tað nú blivið, og tað verður
nokk alt fyrr ella seinni,
um tað bara verður bíðað
nóg leingi. Men ”bráddliga
íkomið” er tað ikki. Lands
stýrismaðurin hevur havt
eitt heilt ár at fyrireika
málið, hvørt kunngerð í
vavið telur 16 orð. (sí
kunngerðarblaðið)
Men spurningurin er tí
nú, hvat hann ger við teir
pensjonistar, sum longu
hava fingið sína vaccinu og
goldið fyri hana úr egnum
lumma.
Kunngerðin er dagfest 8.
oktober (sama dag, sum
læknin var í útvarpinum
um morgunin). Og kunn
gjørd einaferð í somu viku.
Hví skulu nakrir pensjonistar gjalda fyri sína vaccinu
AnnitA á
Fríðriksmørk
Komandi ár hevur undir
ritaði verið virkin í poli
tikki í 50 ár, og øll hesi ár
hevur eitt av mínum hjarta
málum verið ungdómurin.
Ungdómurin er okkara
framtíð og íløgur í ungdóm
in kunnu ikki virðismetast
nóg høgt. Tað verði seg
borðtennis, fótbóltur, kapp
róður, flogbóltur ella annar
ítróttur, tí eg veit av egnum
royndum hvussi stóran týd
ning tað hevur fyri okkara
ungdóm at tey verða stuðla
og ment til blómandi
virksemi.
Í nógv Harrans ár hevur
stórt tal av føroyskum
næmingum leitað sær á
danskar eftirskúlar, tí at vit
her heima ikki hava slík
tilboð til teirra. Til tess
Føroyar ikki skulu gerast
eftirbátur á skúlaøkinum
samtykti Føroya Løgting í
ár 2000 eina føroyska
eftirskúlalóg. Líka síðan
hava fyrireikingar verði
gjørdar at seta á stovn ný
tímans eftirskúla í Hvalba,
og nú bæði álit og útgrein
ingar eru latnar Føroya
Landsstýri er málið búgvið
til politska støðutakan.
Undirritaði fegnast um
eftirskúlaverkætlanina,
sum eg haldi er eitt megnar
tiltak til gagns fyri føroy
skan ungdóm. Serliga fegn
ist eg um, at bæði komm
unufeløgini taka undir við
verkætlanini og at nevndin
fyri eftirskúlan hevur lagt
so stóran dent á samstarv
við teir bestu eftirskúlarnir
í Danmark, tí hetta er borg
an fyri at vit fáa ein eftir
skúla á høgum altjóða
støði. Eg stuðli eftirskúla
num av fullum huga og vil
virka fyri at hann kemur á
komandi fíggjarlóg, so vit
kunnu byrja uppá eftir
skúlan sum skjótast.
Føroyski Eftirskúlin í Hvalba
sverre
midjord
Nú eru bert tríggir mán
aðir, til árliga nýggjárs
konsertin verður fram
førd. Havi altíð roynt at
vissa mær atgongumerki
til hesa megnar konsert.
Tað sum undrar meg
stórliga er, at tað altíð eru
menn, sum eru frásøgu
menn til hesar konsertir,
ja summir hava verið
frásøgumenn fleiri ferðir.
Eg spyrji tí: eru tað ongar
kvinnur í landinum, sum
kunnu brúkast sum
frásøgukvinnur??
Í hesum døgum verður
nógv skrivað og tosað um
Demokratia, at fáa fleiri
kvinnur við í politikk, um
javnstøðu o.s.fr., so hví
ikki hava eina frásøgu
kvinnu, til næstu nýggjárs
konsert?
Nýggjárskonsertin
og kvinnurnar
kAi vágFjAll
ein áheitan frá
Miðflokkinum á
figgjarnevndina um at
raðfesta ríkidømið rætt
Fíggjarlógaruppskotið fyri
komandi ár varð lagt fyri
Løgtingið uttan ta tálman,
sum sambandsleiðslan
ætlaði uttan iva alt gott
um tað. Ístaðin vann
uppskot fólka og javnaðar
floksins, eitt uppskot uttan
tær stóru visiónirnar.
Formaður fíggjarnevnd
arinnar hevur gjørt greitt,
at tá uppskotið kemur úr
aftur nevndini, verður tað
ikki at kenna aftur. Fyri
Miðflokkin hevði hetta
kenst ræðandi, um støða
okkara ikki var hon, at vit í
dag eiga eitt umboð í fíggj
arnevndini. Eitt umboð,
sum kann fylgja við, og
vónandi ávirka fíggjar
nevndarlimir at minnast
týdningin av rættari
raðfesting.
Inntøkuvøkstur uppá
knappa milliard.
Hyggja vit at inntøku
vøkstrinum í árunum 2004
til 2007 hevur hesin verið
840 mill. , og taka vit 2008
við, so táttar vøksturin í
eina milliard. Hugsa tær, at
vanligi føringurin, gjøgn
um skatt og avgjald av tí,
hann hevur keypt, komandi
ár fer at rinda útvið 1 mia.
meira í landskassan, enn
hann rindaði fyri 4 árum
síðani. Fantastiskt. Men
sæst hetta aftur í samfelag
num??? Uttan iva eru
nøkur í tí hepnu støðu at
kunna svara ja. Men
munnu ikki flestu kenna
nøkur, ið sita ivandi og
hyggja rundan um seg, tá
tey hoyra hesi tøl. Hava ilt
við at kennast við hetta
meirvirðið, sum jú verður
tikið inn í landskassan, fyri
at verða býtt útaftur, har
tørvurin er størstur.
Hvar síggjast hesar eyka
inntøkur aftur?
Síggjast tær aftur hjá
barnafamiljunum, sum
dagliga stríðast fyri at fáa
dagliga dagin at hanga
saman fíggjarliga?
Síggjast tær aftur hjá
teim sjúku sum minkan í
bíðitíðum til sjúkrahús
viðgerðir?
Síggja børnini tær aftur
gjøgnum fyribyrgjandi
kanningar hjá skúlalækn
um ella hækkan av heislu
systratænastuni á tað støði,
grannalond okkara bjóða
sínum?
Sígjast tær aftur sum ein
lætti í bústaðartrupulleik
um teirra, ið av fysiskum
ella sálarligum ávum eru
tarnaði?
Merkjast tær hjá teim
sálarliga sjúku, sum enn
noyðast at búgva á sjúkra
húsdeildum?
Merkjast tær sum
skattalættar hjá teimum
lágløntu?
Og vit kundu hildi á at
spurt!
Hugsið m.a. um hesi,
góðu fíggjarnevndarlimir!
Tað er eingin kunstur at
taka ímóti skatta og
avgjaldsmilliónum, tá
byrður er góður. So er um
allan tann partin av heimi
num, vit samskifta við, í
løtuni. Kynstrið, tað, ið
vísir dugin í okkum
politikkarum, er at síggja
hann, hana og tey, sum av
ymiskum ávum treingja
og rætta teimum hond. At
senda teimum, sum ikki
eru á ovastu rókum, men
sum stríðast fyri ikki at
detta útav niðastu rók, tann
partin av fíggjarvøkstri
num, sum kann fáa hesi at
fóta sær aftur.
Vit í Miðflokkinum vóna
og síggja fram til at fáa eitt
fíggjarlógaruppskot aftur
úr fíggjarnevndini, har
ríkdømið, sum Skaparin so
ríkiliga unnir okkum, kenst
raðfest frá hjartanum.
Meðan vit bíða eftir fíggjarnevndini
jenis Av rAnA