Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-15, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. oktober 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 199 - 15. oktober 2007 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Nú saknurin stórur er tú farin er úr hesi verð Altíð rætti tína hond sum knýtti hjartans bond Nær ella fjarð tú altíð hjá okkum var Altíð glaður í sinni tað hava vit í minni Ja, saknurin stórur er tú manglar ímillum okkum her Tú vegin vísti tann kæra vit øll skulla fara Um vit á Harran trúgva vit hjá honum skullu búgva Tú læt teg ikki fella í fátt tá tú trein inn um Harrans gátt Tú vísti okkum styrki tað ljós í hjørtum byrti Vit teg aldrin vilja gloyma men í hjørtum okkara goyma Tá sjúkan yvir tók valdi tú teg ei tá fjaldi Samlaði tín kæru í heimi tó hesuferð ei í gleimi Ynskti á tíni síðstu stund okkum fjálga áðrenn blund Tað segði okkum tá at tú nú av foldum fór frá Í tí Himalska stað vit aftur møtast ein dag Við skútuni so vøkur og fín tú fórt handan sýn Hetta bleiv tín síðsta ferð úr okkara jarðusku verð Vit tær tøkk fyri alt vilja siga og við hesum minni tínum friða Svigarinna Barbara S. Tórolvur Skaalum In Memoriam * 5. apríl 1960 † 15. september 2007 Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu, tá elskaði maður, pápi, verpápi, abbi, og langabbi okkara Amon Djurhuus andaðist og varð jarðaður Takk til heimahjálp og tykkum á Umlættingarheiminum í Gøtu, og til Eysturoyar Røktar- og Ellisheim fyri umsorgan og góða røkt tíðina hann var har. Takk til Meinhard Bjartalíð, kirkjutænarar, sangarar, og til Maritu og Hjalta fyri vakra framførslu í kirkjuni Tøkk fyri vitjanir, uppringingar, blómur, kransar, peningagávur, bakstur og Eldrafelagið Nón, og til tykkum, sum hjálptu til við ervinum. Takk til tykkum øll, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Amy Hanna, Hansina, Petur Juul, Poula, Gunnva og Sámal Erik Dagurin í morgin 16. oktober. Gallus, deyður ár 640. Írskur munkur, sum læt kleystrið St. Gallen við Bodenvatnið byggja. Doyði 95 ára gamal. ein áheitan frá Mið­flokkinum á figgjarnevndina um at rað­festa ríkidømið­ rætt. Fíggjarlógaruppskotið fyri komandi ár varð lagt fyri Løgtingið uttan ta tálman, sum sambandsleiðslan ætl­ aði­ uttan iva alt gott um tað. Ístaðin vann uppskot fólka­ og javnaðarfloksins, eitt uppskot uttan tær stóru visiónirnar. Formaður fíggjarnevndar­ innar hevur gjørt greitt, at tá uppskotið kemur úr aftur nevndini, verður tað ikki at kenna aftur. Fyri Miðflokk­ in hevði hetta kenst ræð­ andi, um støða okkara ikki var hon, at vit í dag eiga eitt umboð í fíggjarnevnd­ ini. Eitt umboð, sum kann fylgja við, og vónandi ávirka fíggjarnevndarlimir at minnast týdningin av rættari raðfesting. Inntøkuvøkstur uppá knappa milliard. Hyggja vit at inntøku­ vøkstrinum í árunum 2004 til 2007 hevur hesin verið 840 mill. , og taka vit 2008 við, so táttar vøksturin í eina milliard. Hugsa tær, at vanligi føringurin, gjøg­ num skatt og avgjald av tí, hann hevur keypt, komandi ár fer at rinda útvið 1 mia. meira í landskassan, enn hann rindaði fyri 4 árum síðani. Fantastiskt. Men sæst hetta aftur í sam­ felagnum??? Uttan iva eru nøkur í tí hepnu støðu at kunna svara ja. Men munnu ikki flestu kenna nøkur, ið sita ivandi og hyggja rundan um seg, tá tey hoyra hesi tøl. Hava ilt við at kennast við hetta meirvirðið, sum jú verður tikið inn í landskassan, fyri at verða býtt útaftur, har tørvurin er størstur. Hvar síggjast hesar eyka inntøkur aftur? Síggjast tær aftur hjá barnafamiljunum, sum dagliga stríðast fyri at fáa dagliga dagin at hanga saman fíggjarliga? Síggjast tær aftur hjá teim sjúku sum minkan í bíðitíðum til sjúkrahús­ viðgerðir? Síggja børnini tær aftur gjøgnum fyribyrgjandi kanningar hjá skúlalækn­ um ella hækkan av heilsu­ systratænastuni á tað støði, grannalond okkara bjóða sínum? Sígjast tær aftur sum ein lætti í bústaðartrupul­ leikum teirra, ið av fysiskum ella sálarligum ávum eru tarnaði? Merkjast tær hjá teim sálarliga sjúku, sum enn noyðast at búgva á sjúkra­ húsdeildum? Merkjast tær sum skatta­ lættar hjá teimum lág­ løntu? Og vit kundu hildi á at spurt! Hugsið m.a. um hesi, góðu fíggjarnevndarlimir! Tað er eingin kunstur at taka ímóti skatta­ og avgjaldsmilliónum, tá byrður er góður. So er um allan tann partin av heimin­ um, vit samskifta við, í løtuni. Kynstrið, tað, ið vísir dugin í okkum politikkarum, er at síggja hann, hana og tey, sum av ymiskum ávum treingja­ og rætta teimum hond. At senda teimum, sum ikki eru á ovastu rókum, men sum stríðast fyri ikki at detta útav niðastu rók, tann partin av fíggjarvøkstri­ num, sum kann fáa hesi at fóta sær aftur. Vit í Miðflokkinum vóna og síggja fram til at fáa eitt fíggjarlógaruppskot aftur úr fíggjarnevndini, har ríkdømið, sum Skaparin so ríkiliga unnir okkum, kenst raðfest frá hjartanum. Með­an vit bíð­a eftir fíggjarnevndini viðmerkingar Jenis av Rana