mánadagur 15. oktober 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
[ Nr. 199 - 15. oktober 2007 ]
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
At eingin forsøla var,
at veðrið argaði, og
at 12. maður ikki
spældi við á sama
hátt, sum teir plaga,
bar við sær, at fleiri
enn 4000 setur stóðu
tóm á Tórsvølli. For
maðurin í Fótbólts
sambandinum
harmast um lága
áskoðaratalið og
viðurkennir, at talan
er um fíggjarligan
smeit hjá FSF
MILLIÓNATAP
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Tað gekk illa á vøllinum
leygardag. Fyri triðju ferð í
hesi kappingini løgdu Før
oyar rygg til 60 tap – á
heimavølli ímóti Georgia
og Fraklandi og á útivølli
ímóti Skotlandi. Tað fær
illa verið verri.
Uttan fyri vøllin gekk tað
av skriðuni. Tað sást aftur á
áskoðarasetrunum. Tað hev
ur verið roknað við, at tá ið
Frakland fór at vitja, fór
talan at verða um fult hús
og harvið kassadyst. Soleið
is varð tað ikki. Færri enn
tvey túsund møttu upp
seinnapartin
leygardagin,
og harvið stóðu fýra túsund
setur tóm.
Tað var óheppið, tí lands
liðið fekk ikki stuðulin,
sum tað sjálvsagt eigur at
verða roknað við á heima
vølli. Tað var eisini óheppið,
tí hetta var fyrsta ferðin
yvirhøvur, at landsdystur á
føroyskari grund varð varp
aður út kring allan heimin á
Eurosport rásini. At Føroyar
og føroyingar eru púra
býttir í fótbólti høvdu tey
onga orsøk at halda, sum
sóu dystin á Eurosport.
Leygardagurin var eisini
kostnaðarmikil fyri FSF og
harvið føroyskan fótbólt.
Fýra
túsund
áskoðarar
høvdu lagt meiri enn eina
millión í FSF kassan. Talan
hevði verið um reint yvir
skot, tí útreiðslurnar vóru
rindaðar undir øllum um
støðum.
Ivin um dystin
kostaði
Tríggjar orsøkir vóru til
óvæntað lítlu uppmøting
ina.
Ein var, at so stórur ivi
var um, um franska lands
liðið fór at koma henda veg
in. Franska ferðalagið var á
ferð allan fríggjadagin, og
teir lendu ikki í Vágum
fyrrenn klokkan 12.38 leyg
ardagin.
Ein onnur orsøk til laku
søluna var, at so at siga eing
in forsøla var hesa ferð.
FSF hevði ætlað, at øll søl
an skuldi vera á netinum og
umvegis FSF heimasíðuna.
Men tað gjørdist av ongum.
Skipanin, sum skuldi nýtast
at selja yvir, riggaði ikki.
Fríggjadagin
ásannaði
FSF, at tað ikki fór at bera
til at fáa skipanina at rigga.
Tí varð í skundi skipað fyri
forsølu í SMS. Men tá tókt
ist tað sum um, at luftin var
farin úr áhuganum fyri at
síggja Føroyar ímóti Frak
landi á Tórsvølli.
Áskoðararnir valdu held
ur at sita í sofuni og síggja
og hoyra Eurosport og aðrar
rásir, sum høvdu eina rúgvu
av landsdystum á skránni.
Triðja orsøkin til laku
uppmøtingina var, at 12.
maður hesa ferð ikki spældi
við á sama hátt, sum felagið
plagar. Fleiri hildu seg burt
ur, tí tað hesa ferð ikki var
teimum loyvt at skeinkja í
teltinum, sum teir fyrr í
summar høvdu á niðara
vølli í Gundadali.
Óli Holm harmast
Formaðurin í Fótbóltssam
bandi Føroya harmast um,
at so fáir áskoðarar vóru til
dystin.
Tað er sera harmuligt
signal at senda út, at vit
møta so fáment at stuðla
landsliðnum, tá vit á fyrsta
sinni verða varpað á Euro
sport, har hundraðtals milli
ónir av hyggjarum hava
møguleika at síggja okkum,
sigur FSFformaðurin.
Hann ásannar eisini, at
FSF hevur fingið ein fíggjar
ligan smeit av lága áskoð
aratalinum.
Fíggjarligi smeiturin er
eyðsýndur. Høvdu vit fing
ið fylt áskoðaraplássini,
høvdu vit fingið nógv meira
í kassan, ið so kundi verið
nýtt til eitthvørt gott fram
yvir.
Miseydnaðu netsøluna
av atgongumerkjum eri eg
sera harmur um, men vit
fingu teknisk brek á ein ella
annan hátt, og er hetta ikki
nakað vit kunnu gera við
nú. Vit halda tó á fram við
at nýta hesa bílagdu skipan.
Hon skal nokk virka fínt til
næsta
dyst,
sigur
Óli
Holm.
Men hetta var ikki ein
asta orsøkin til, at áskoðara
talið var so lágt. Iivin um at
Frakland yvirhøvur fór at
møta upp til landsdyst hevði
kanska eisini sína ávirkan á
laka áskoðaratalið, sigur
hann.
Kiksini kostaðu meira
enn milliónina
Leygardagurin var eisini
kostnaðarmikil fyri FSF og
harvið føroyskan fótbólt. Fýra
túsund áskoðarar høvdu lagt
meiri enn eina millión í FSF
kassan. Talan hevði verið um
reint yvirskot, tí útreiðslurnar
vóru rindaðar undir øllum
umstøðum
Mynd: Jens Kristian Vang