mánadagur 15. oktober 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 199 - 15. oktober 2007 ]
Tað vóru onkrir smáir
glottar at hóma á
føroyska liðnum í
0-6 tapinum fyri Frak-
landi leygardagin,
men sum heild var
samlaði innsatsurin
hjá føroyska liðnum
als ikki nóg góður
Spælaraumrøður
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Jákup Mikkelsen:
Jákup Mikkelsen stóð á
odda fyri føroyska landslið
num í dystinum ímóti
Fraklandi í fyrsta dystinum,
eftir at Óli Johannesen
gavst á landsliðnum. Og
sjálvt um heili seks mál
fóru ígjøgnum hjá roynda
málmanninum,
so
kann
Jákup tó ikki beinleiðis last
ast fyri nakað av málinum,
men tað hevði verið gott
við onkrari bjarging afturat,
so at tapið ikki gjørdist so
stórt.
Christian Høgni
Jacobsen:
Hóast Christian Høgni áður
hevur roynt seg á høgra
bakki á landsliðnum, so er
hetta ikki eitt vanligt pláss
fyri áleyparan. Hann kom
heldur ikki serliga væl frá
dystinum. Hann má taka
tað fyrsta málið á sín kappa,
samstundis sum Frakland
ferð eftir ferð spældi seg
ígjøgnum í hansara síðu.
Fram eftir vøllinum vísti
Christian
Høgni
onkrar
ferðir sínar dygdir, og í
seinna hálvleiki skapti hann
onkran kjans til Føroyar.
Jón Rói Jacobsen:
Jón Rói hevði ongan kjans
at steðga Ribery, tá hann
fór fram við honum í sam
bandi við fyrsta máli, og
men í øðrum førum gekk
heldur betur hjá Jón Róa.
Tá seks mál fara ígjøgnum,
kann ein verjuspælari ikki
verða nøgdur, hóast Jón Rói
ikki var veikasta liðið í
verjupartinum.
Fróði Benjaminsen:
Fróði var millum teir frægu
hendan dystin, men nú Óli
Johannesen er burtur, liggur
enn størri ábyrgd á Fróða at
stýra verjupartinum, og her
eigur Fróði at gerast betur
og taka meira fatt. Hann
stríddist væl, var sterkur í
nærdystinum, og kláraði
seg eisini hampuliga væl í
luftspælinum ímóti sterku
fransmonnunum.
Einar Hansen:
Einar Hansen fekk sín
fyrsta landsdyst ímóti Frak
landi, og hann hevði tað
trupult í pørtum av dystin
um. Var óheppin við fleiri
av sínum avleveringum og
hevði ikki skjótleikan til at
temja álopssinnaða Sagna á
vonginum. Tað sást í løtum,
at her var talan um fyrsta
dystin hjá unga verjuspæl
aranum.
Símun Samuelsen:
Símun royndi av øllum alvi
at kempa á høgra vongi.
Hann fekk tó ikki serliga
nógv at arbeiða við, og tí
var tað ikki lætt hjá vág
binginum. Hevði størsta
kjansin hjá Føroyum í dyst
inum, men rakti tíverri
beint við síðuna av.
Súni Olsen:
Súni kláraði við hvørt at
halda upp á bóltin á mið
vøllinum, men hann hevði
ov nógvar skeiva avlever
ingar – onkuntíð upp á tvørs
av vøllinum – og tað skapti
vandamiklar støður. Hann
hevði onkra skotroynd úti
frá, men einki var at síggja
til tiltikna skotteknikkin hjá
gøtumanninum – og tað var
staðfest, tá hann sendi frí
spark úr góðari støðu himm
alhøgt upp um málið.
Mikkjal Thomassen:
Helst vánaligasta avrikið
hjá Mikkjal, síðani hann
gjørdi rimmar comeback á
landsliðnum. Tóktist tung
ur, var ikki líka tryggur á
bóltinum, sum hann plagdi
at verða, og hevði tað ann
ars trupult í nærdystinum
við teir fimu fraklending
arnar. Hálvvánaliga avrikið
var eisini staðfest við eini
útskifting í seinna hálv
leiki.
Hjalgrím Elttør:
Fyri fyrstu ferð í fleiri ár
var Hjalgrím Elttør at finna
í millum fyrstu 11 spælar
arnar á landsliðnum, men
hann kom ikki serliga væl
frá dystinum. Hann tóktist
næstan at verða ótryggur
fyrstu løtuna, skapti lítið
fram eftir vøllinum, og
flutti nakrar ferðir bóltin
heldur ótrygt til viðspælarar.
Tikin út í hálvleikinum, og
harvið gjørdist tað ikki til
nakað minniligt hjá come
back hjá spælaranum, sum
hevur víst stórform á NSÍ
liðnum í ár.
Rógvi Jacobsen:
Rógvi Jacobsen fekk ikki
nógv at arbeiða við uppi í
álopinum. Hann bardist um
teir bóltarnar, sum komu í
nánd, og hann vann eisini
nógvar
luftbóltar
ímóti
fransmonnum. Hann hevði
onkran smávegis kjans í
dystinum, og legði upp til
ein stóran til Christian
Holst, tá hann longdi bóltin
við
høvdinum.
Tóktist
verða ein av teimum fáu,
sum veruliga royndi at stríð
ast allatíðina.
Christian L. Holst:
Christian Holst var ofta
heldur seinur í mun til frans
menninar, tá hann rak fram
eftir vøllinum, og hetta
gjørdi eisini, at hann misti
onkran bólt. Holst var mill
um teir frægaru, men hann
var ikki í tí formi, sum hann
vísti í dystunum ímóti Italia
og Skotlandi fyrr í ár.
Bergur Midjord:
Bergur kom inn í hálvleik
inum fyri Hjalgrím. B36
spælarin kom betri frá dyst
inum enn Hjalgrím. Bergur
arbeiddi væl og royndi fleiri
ferðir at bjóða av í vinstra
borði. Tað kom ikki altíð so
nógv burtur úr, men Bergur
royndi hóast alt.
Rókur av Fløtum
Jespersen:
Rókur fekk eisini sín fyrsta
landsdyst, tá hann kom á
vøllin fyri Mikkjal. Rókur
var ikki á vøllinum serliga
leingi, og tí er ilt at døma
um innsatsin hjá honum.
Tær ferðirnar hann fekk
bóltin, dugdi hann tó væl at
sleppa sær av við hann.
Andrew av Fløtum:
Andrew fekk bert teir síðstu
10 minuttirnar á vøllinum,
tá hann kom á vøllin fyri
Símun Samuelsen. Tað var
ikki nógv, men sá til
Andrew, og tí ber ikki til at
døma um hansara innsats.
Hamrén uppá tal í Svøríki
Svenska Aftonbladet heldur seg vita, at venjarin hjá Jón Róa
Jacobsen og Súna Olsen er upp á tal sum venjari í svenska
felagnum Gais. Erik Hamrén hevur seinastu fýra árini vant danska
superligafelagið AaB, og í løtuni gongur tað væl hjá felagnum.
Erik Hamrén sigur við bold.dk, at hann trívist sera væl í Aalborg,
og at hann roknar við at halda fram sum venjari í AaB, hóast áhugi
skal verða fyri honum heima í Svøríki
B36 og Alex hava longt
Heimasíðan hjá B36 upplýsir, at felagið hevur longt
samstarvið við brasilska Alex José Dos Santos, sum hevur
verið ein av stuðulsleikarunum hjá B36 seinastu árini.
Sáttmálin er galdandi fyri komandi kappingarár. Alex Dos
Santos kom til B36 úr BK Frem í 2004, og hevur sum
rættur brasiliumaður víst sera góð kynstur, síðan hann
kom til Føroya. Vælvitandi keldur vilja vera við, at tað í
løtuni verður arbeitt við at fáa føroyskan borgaraskap til
hansara, so at hann kann umboð Føroyar í
landsliðsfótbólti.
Føroysku spælararnir spældu ikki upp til sítt besta leygardagin, og tað sást aftur á úrslitinum
Mynd: Jens Kristian Vang
Avrikið var ikki nóg gott