Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-15, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. oktober 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 199 - 15. oktober 2007 ] Vánaligt úrslit - Kanska er hetta tað, man kann vænta móti so góðum liðum, segði fysiski venj- arin eftir tapið Fótbóltur Niels Petersen niels@sosialurin.fo Fysiski venjarin hjá landsliðnum, Magni Mohr, var vónbrotin eftir dystin leygardag­ in. ­ Eg haldi at tað var eitt ótrúliga vánaligt úrslit. Kanska er hetta tað, man kann vænta móti so góðum liðum, og vit raktu als ikki dag­ in. Tá skal so lítið til, áðrenn tað gongur gal­ ið, segði hann. ­ Tað eru nógv ting ið eru við til at avgera ein fótbóltsdyst, og er tað trupult at seta fokus á ein part av tí. Tá kapp­ ingin landskappingin er av í Føroyum, er tað meiningin at fáa feed­ back frá feløgunum, og úrslitini av fysisku test­ unum vera kunngjørd tá. Harfrá mugu vit ar­ beiða víðari og so fáa vit at síggja, sigur hann. Alonso aftur til Renault Eftir bert einum ári hjá McLaren­Mercedes skiftir Formil 1 koyrarin, Fernando Alonso, aftur til gamla felagið, Renault, har hann hevur vunnið tvey heimsmeistaraheiti. Alonso hevur ikki havt tað lætt í ár. Hann hevur havt sínar konfliktir við felagið og hin koyraran, Lewis Hamilton, sum eisini liggur á odda í HM­kappingini, og tí hevur leingi ljóðað, at Alonso hevur verið á veg í annað felag. Og í dag veit týska blaðið, Bild, at siga, at Alonso hevur skrivað undir eina avtalu, sum bindur hann við Renault í trý ár. Tað einasta sum manglar, er at finna útav, hvussu nógvar pengar McLaren skal hava fyri at sleppa Alonso. Eyðun og Trygvi halda fram Nú er tað greitt, at Eyðun Klakstein eisini verður høvuðsvenj­ ari hjá KÍ í 2008, og at Trygvi Mortensen fer at halda fram sum hjálparvenjari. Fríggjakvøldið skrivaðu teir báðir undir sáttmálar saman við Aksel Johannesen, sum umboðaði KÍ. Eyðun Klakstein gjørdist høvuðsvenjari og Trygvi Mortensen hjálparvenjari, tá ið samstarvið millum KÍ og Tony Paris helt uppat í summar. Tað hevur ljóðað, at fleiri spælarar eru á veg til Klaksvíkar fyri at styrkja um Formulaliðið hjá KÍ, men enn er einki alment komið fram um hetta. - Vit kundu kanska minkað um tapið við at spælt meira verjukent og stillað 10 mans aftur í verjupartin, men leisturin, vit hava valt, er ein annar, sigur Jógvan Martin Olsen Fótbóltur Niels Petersen niels@sosialurin.fo ­ Eg haldi at vit sóu eitt før­ oyskt lið, ið ikki rakti dagin, og var tað næstan yvir alla linjuna, at vit manglaðu eitt sindur í. Tó vil eg siga, at Jón Rói og Fróði stóðu seg væl mitt fyri, men vóru leveraðir av stikningum frammum. Og tá vit ikki levera vøruna og møta spæl­ arum í heimsflokki, sum eru tendraðir, ja, so haldi eg, at vit sóu ein eyðsýndan mun, sigur Jógvan Martin Olsen eftir stóra tapið fyri Fraklandi. ­ Vit kundu kanska mink­ að um tapið við at spælt meira verjukent og stillað 10 mans aftur í verjupartin, men leisturin, vit hava valt, er ein annar. Vit sóu góðar taktir í nøkrum góðum álopsstøðum hjá okkum, sum ikki góvu mál, men vit máttu gjalda prísin og tapa 0­6. Hetta er ein beiskur biti at svølgja, men tá man í morgin hevur fingið sovið uppá tað, má man taka tað harfrá. ­ Hevði Jón Rói skorað við sínum flúgvandi stútara, tá støðan var 3­0, hevði dysturin kanska verið ein annar. Manglaði nógv í ­ Deiligt at síggja Rók av Fløtum Jespersen fáa debut, men eg fari ikki at døma hann í einum dysti, har liðið ikki leverar vøruna. Hevði verið munandi lættari at komið inn í ein dyst, har liðið hevði rakt dagin, men tað gjørdu vit ikki og liðav­ rikið stendur eftir. Vit manglaðu ein hálvan til ein metur í, og pressspælið var als ikki sum tað skuldi vera og uppbakkningurin ei held­ ur. Sá út sum vit í hvør sín­ um lagi royndu ein og ein at gera arbeiðið, og tí koma vit at renna eina øðiliga rúgvu, uttan at tað veruliga hekk saman, sigur Jógvan Martin Olsen Er hetta eitt formdykk hjá føroysku spælarunum? ­ Tað er eitt mál, sum vit ikki hava tosað alment um, men vit fara at hava fund við teir føroysku venjarar­ nar, tá landskappingin er av á hesum sinni, og so fara vit at kunngera tey testúrslit, vit hava tikið, leypandi gjøg­ num árið. Men um Magni sigur, at tað eru tendensir til tað, so er nakað um tað. Kundu havt avmarkað tapið Vit sóu góðar taktir í nøkrum góðum álopsstøðum hjá okkum, sum ikki góvu mál, men vit máttu gjalda prísin og tapa 0-6, sigur Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari Mynd: Jens Kristian Vang Jógvan Martin Olsen og John Petersen