mánadagur 15. oktober 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 199 - 15. oktober 2007 ]
Eirindarleysu fronsku
heimsstjørnurnar við
ungum og svongum
monnum á odda settu
í heystarveðrinum illa
uppløgdu føroysku
amatørarnar út á bera
jól
FØROYAR-FRAKLAND
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Hetta var einki stuttligt. Tað
var synd í føroysku spælar
unum, og spurningurin er,
hvørjum endamáli tað tænir
í hesum teigunum at lyfta
peikifingurin fyri at siga
teimum og øðrum, hvat var
skeivt, og hvussu tað kundi
havt verið betri.
Franska fótbóltslendingin
segðist vera við buldur og
brak í Vágum, og tað var
ikki við mýkindum, tá ið
heimsstjørnurnar komu so
at siga úr luftini og á Tórs
vøll.
Tapararnir í HM finaluni
ímóti nummar nøkur 190 á
FIFA styrkislistanum eigur
at vera ólíka uppgerð. Tað
sigur øll fornuft. Men í fót
bólti er tað ikki altíð skilið,
sum avgerð úrslitið. Tí verð
ur hvørja ferð vónað, at eisi
ni í fótbólti pinkulítlu Før
oyar skulu yvirganga seg
sjálvar fleiri ferðir, og at
heimsstjørnurnar skulu taka
sær eitt sindur av løttum, og
at tað harvið kanska skal
verða spennandi.
Soleiðis var tað, tá ið
Frakland vitjaði fyri trimum
árum síðani, soleiðis var
tað, tá ið Týskland vitjaði
fyri fýra árum síðani, og
soleiðis var tað, tá ið Italia
2. juni vitjaði, og alt var á
gosi, tá ið Rógvi Jacobsen
stutt fyri leiklok minkaði
um munin til 21 – til Italia,
forstås.
Soleiðis var tað ikki leyg
ardagin. Frakland vann 60.
Tað kunnu tað ivaleyst grav
ast fleiri alinlangar frágreið
ingar fram um. Tað stutta
av tí langa er, at tølini boða
frá logiska muninum, tá ið
heimsstjørnur, sum – hóast
meiri enn eitt samdøgur á
ferð – eru væl upplagdar og
alla tíðina spíla seg út ímóti
amatørum í Formuladeild
ini.
Paradan
Fraklendingar løgdu seg í
handavend á odda 20.
Báðu ferðirnar og eisini, tá
ið tvey av málunum í 2.
hálvleiki vórðu skorað, var
uppspælið í vinstru. Anelka
tóktist rangstaddur, tá ið
hann setti hol á, og Henry
var
í
sínum
eyðkenda
stjørnustíli, tá ið hann pot
aði bóltin niður í málhornið
aftanfyri Jákup Mikkelsen,
sum hevði nakrar fáar bjarg
ingar, og sum ikki hevði
møguleika at gera annað
enn at hyggja at, tá ið kúlur
nar úr stjørnukanónunum
flugu um oyrini á honum og
í málið.
20 og so hevði ballið
ivaleyst verið buðið, um tað
eitt nú vóru italiumenn, ið
høvdu verið á so langari
ferð. Men – tíverri fyri Før
oyar og føroyingar – var tað
ikki soleiðis hjá fraklend
ingum hesa ferð.
Skaddi og proppmetti
Vieira hevði ivaleyst tikið
guvuna av maskinuni, um
hann leygardagin hevði ver
ið snaringspunktið í Gunda
dali. Tað var hann ikki.
Chelsea stjørnan Claude
Makelele var bókstaviliga
gongustjørna, og tað var
Lyon stjørnan Jérémy Toula
lan eisini. Tjóðrið í teimum
á væl trimmaða vøllinum
var stutt. Men teir fyltu
nógv og tóku sær av verju
ábyrgdunum.
Framrættaða
partinum
tóku hinar stjørnurnar sær
av. Bacary Sagna úr Arsenal
í høgru og Patrice Evra úr
Manchester United í vinstru
vóru meiri vongspælarar
enn síðubakkar, og Jérôme
Rothen úr PSG og serliga
Franck Ribéry úr Bayern
München vóru væl upplagd
ar stjørnur á miðvøllinum.
EM-undankappingin, bólkur B
1. Skotland
10
8-0-2
20-8
24
2. Italia
10
7-2-1
17-7
23
3. Frakland
10
7-1-2
21-3
22
4. Ukreina 9
4-1-4
11-12
13
5. Litava 9
3-1-5
7-11
10
6. Georgia
10
2-1-7
14-17
7
7. Føroyar 10
0-0-10
3-35
0
Dystir eftir at spæla
17/10
Ukreina-Føroyar
17/10
Frakland-Litava
17/10
Georgia-Skotland
17/11
Litava-Ukreina
17/11
Skotland-Italia
21/11
Italia-Føroyar
21/11
Georgia-Litava
21/11
Ukreina-Frakland
Stjørnurnar komu úr luftin
TB longt við Kryzstof
TB hevur longt sáttmála við venjaran Krzysztof Popczynski, sum hevur havt
ábyrgdina av TBliðnum síðani í summar, tá ið hann tók yvir í TB, sum
hevði sagt tveir venjarar úr starvi frammanundan. Popczynski er ættaður úr
Póllandi, og hann hevur vant VB, GÍ og HB. Formaðurin í TB, Jóan Petur
Olgarsson, sigur tað vera av alstórum týdningi, at eitt so stórt fótbóltsnavn
sum Kryzstof kemur at mynda framtíðina í TB. Framtíðin er tryggjað, og
kemur Kryzstof nú eisini at taka sær av unglingaliðnum frá komandi
kappingarári, sigur TBformaðurin. Eftir úrslitunum í seinnu hálvu av
inniverandi kappingarári at døma, metir Jóan Petur Olgarsson at tað skuldi
borið til at flutt upp í bestu deildina í næsta ár. Hann kann eisini upplýsa, at
hópurin til komandi kappingarár verður so at siga óbroyttur
Totti ov seinur til
dopingroynd
Tað verður mett sum eitt álvarsamt brot, um eitt
ítróttarfólk kemur ov seint til eina dopingroynd,
men italski stjørnuspælarin Francesco Totti
sleppur við skrekkinum, eftir at hann fyrr í ár
kom ov seint til eina dopingkanning. Orsøkin
til, at Totti kom ov seint var, at hann bleiv pápi
sama dag, og hetta halda dopingeftirlitið og
italska fótbótlssambandið er ein umbering, sum
kann brúkast, og tí verður Totti ikki revsaður.