Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-15, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. oktober 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 199 - 15. oktober 2007 ] Vilja hava Morten Olsen frá Fleiri danskir fjølmiðlar halda, at Morten Olsen skal fara úr starvinum sum danskur landsliðsvenjari í fótbólti, eftir at Danmark leygardagin tapti fyri Spania, og harvið misti møguleikan fyri at sleppa til EM-endaspælið næsta summar. Ekstrablaðið heldur, at trýstið á Morten Olsen bara fer at vaksa, og at tað fer at órógva næstu undankappingina. Tí skal ein nýggjur maður leiða liðið, heldur blaðið. Spælararnir stuðla Morten Olsen Liðformaðurin á danska fótbóltslandsliðnum sigur, at tað eru bert býttlingar, sum vilja hava Morten Olsen úr starvinum sum landsliðsvenjari. - Fólk, sum tosa um hatta, hava ikki skil fyri fótbólti. Tey eru býttlingar, sigur Jon Dahl Tomasson við DR Sporten. - Danmark fær aldrin aftur ein venjara sum Morten Olsen. Eg havi spælt fótbólt í útlandinum, síðani eg var 16, men Morten Olsen er besti venjarin, sum eg nakrantíð havi havt, sigur Jon Dahl Tomasson. - Tað er nógv stutt- ligari at spæla á hend- an hátt, enn at bara standa og verja, sigur Einar Hansen, sum spældi sín fyrsta a- landsdyst leygardagin Fótbóltur Niels Petersen niels@sosalurin.fo - Hatta var eitt sterkt lið, vit møttu, og vit vita at teir eru heilt ótrúliga góðir, og tí royna vit at verja og gera okkara besta, men tað kiks- ar eitt sindur. Allir kempaðu og royndu sítt besta, men tað riggaði barasta ikki, segði Einar Hansen, sum spældi sín fyrsta a-landsdyst fyri Føroyar. Hann fegnaðist eisini um, at ein annar debu- tantur eisini kom á vøllin. - Deiligt at fáa Rók av Fløtum Jespersen inn á lið- ið og síggja hann fáa debut við mína lið. Hann er ein góður bóltspælari, og er hetta nakað, ið vit eyga at leggja dent á framyvir. Ikki gúppa ov nógv vekk. Hetta megnaðu vit væl eftir mín- um tykki. Tað er nógv stutt- ligari at spæla á hendan hátt, enn at bara standa og verja, heldur Einar Hansen. Tað kemur sjáldan fyri, at so nógvir nýggir spælarar sleppa framat í einum og somu altjóða avbjóðingini NÝGGIr SPÆlArAr Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Hóast landsliðið leingi og støðugt hevur verið í ætt- arliðsskifti, so var leygar- dagurin á Tórsvølli eisini sermerktur á tann hátt, at hetta var fyrsta ferðin í ár, at nýggir spælarar fingu møguleikan á landsliðnum. Einar Hansen úr NSÍ var ímillum teir fyrstu ellivu. Bergur Midjord fekk fyri fyrstu ferð møguleikan frá byrjanini av 2. hálvleiki, tá ið hann loysti Hjalgrím Elt- tør av í vinstra borði á mið- vøllinum, og tólv minuttir undan leikloki traðkaði Rókur av Fløtum Jespersen fyrstu ferð inn á landsliðið, tá ið hann loysti Mikkjal Thomassen av á sentrala miðvøllinum. Tað er ikki komið fyri síð- ani fyrstu árini, sum Føroyar tóku lut í altjóða fótbólti, at tríggir spælarar fyrstu ferð hava fingið møguleikan í einum og sama dysti. Tveir spælarar vóru hesa ferð á beinkinum, sum enn ikki hava spælt fyrstu ferð á landsliðnum. Teir eru eyka- málverjin René Tórgarð úr EB/Streymi, og miðverjin úr B36 Mikkjal Thomassen. Flestar landsdystir av teimum, sum hesa ferð vóru á liðnum, hevur Jákup Mikk- elsen spælt. Málverjin, sum er vorðin fastur liðformaður, nú Óli Johannesen er givin, var hesa ferð fyri 52. ferð í málinum. Harvið hevur hann lagt seg upp á síðuna av Jákupi á Borg, sum orsaka av skaða hevur givið avboð restina av hesum ári- num. Teir eru nú farnir framvið Øssuri Hansen í samlaðum dystartali. Øssur spældi 51 ferðir á landslið- num. Fýra spælarar hava um- boðað Føroyar fleiri ferðir enn Jákup á Borg og Jákjup Mikkelsen. Hóast hann er 37, so verð- ur roknað við, at Jákup Mikkelsen fer at halda fram á landsliðnum. Jákup á Borg verður 28. 26. oktober, og tí kann roknast við, at eisini hann fer at verða við í kappingini um lands- liðsplássini. Mikudagin fer Jákup Mikkelsen ein dyst framum Jákup á Borg. Tá verður stutt fram til Allan Mørkøre (54) og John Petersen (57). Um teir báðir Jákuparnir fara at taka dystartalið hjá Juliani S. Johnsson (62), Jens Martin Knudsen (65) og Óla Johannesen (82) fer bara tíðin at vísa. Tveir dystir eru eftir í hesi EM undankappingini – mikudagin í Ukreina og 21. november í Italia. Tríggir í fyrstu altjóða royndini Heldur spæla enn gúppa Kendist gott at sleppa á vøllin - Hetta var eitt heilt ótrúligt upplivilsi. Vit eru undir alstórum trýsti móti heimsins bestu leikarum, og tá er tað sera torført at koma inn, men tað tekur onki frá hesum fantastiska upplivilsinum. Tað føldist veruliga gott, segði Rókur av Fløtum Jespersen eftir sína debut á føroyska a-landsliðnum. - Eri sera glaður fyri tað løtuna, eg fekk. Man vil altíð spæla so nógv, sum man kann, men hetta er mín fyrsti landsdystur, so eg eri nøgdur við tað tíð, eg fekk í dag. - Tað var øðiliga torført at spæla í dag, og tað vísir seg, at vit ikki raka dagin sum lið, og teir gera tað, so er eyðsæð at munurin er so stórur á amatørunum úr Føroyum og heimsklassa spælarum úr Fraklandi, segði hann eftir dystin. - Hatta var eitt sterkt lið, vit møttu, og vit vita at teir eru heilt ótrúliga góðir, og tí royna vit at verja og gera okkara besta, men tað kiksar eitt sindur, sigur Einar Hansen Rókur av Fløtum Jespersen var ein av debutantunum á føroyska landsliðnum leygadagin