mánadagur 15. oktober 2007síða 25
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 199 - 15. oktober 2007 ]
Vit mugu gera okkara
Møguleikarnir hjá danska fótbóltslandsliðnum at sleppa
við til EM-endaspælið næsta summar eru mest sum
burtur eftir tapið fyri Spania leygardagin. Ein lítil
møguleiki er, at Danmark vinnur sínar tríggjar seinastu
dystir, og Spania tapir sínar tveir dystir. - Møguleikin fyri
at sleppa til endaspælið er sera lítil, men vit mugu gera
okkara og vinna seinastu tríggjar dystirnar. Undur kunnu
jú henda, sigur Morten Olsen, landsliðsvenjari við
Ekstrablaðið
Odd Grenland bunkraði
sjálvsálit
Norska felagið Odd Grenland spældi um vikuskiftið
venjingardyst í móti Herkules, sum spælir í lægri deild,
og Odd Grenland vann dystin 6-2. Odd Grenland stríðist í
botninum í norsku tippuliguni, og fyri tveimum vikum
síðani setti felagið fyrrverandi KÍ-venjaran Ove Flindt-
Bjerg í venjarastarvið. Hann hevur nú tríggjar dystir eftir
at bjarga felagnum undan niðurflyting. Næsti dysturin
verður avgerandi botndystur ímóti Start.
Súni Olsen hevur
leikbann, Fróði
Benjaminssen skal
verða pápi, Herbert
í Lon Jacobsen er
sjúkur, og Hans Pauli
Samuelsen hevur
mist hugin at spæla
á landsliðnum. Tveir
nýggir spælarar eru
boðsendir til Ukreina
LANDSLIÐIÐ
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Kiev, Ukraina: Undan dyst-
inum móti Fraklandi leygar-
dagin vóru fleiri avboð.
Umframt avboðini frá Óla
Johannesen og Marna Djur-
huus, var Jákup á Borg
skaddur – tað er hann fram-
vegis – og Atli Danielsen
leikbannaður.
Helst hevði landsliðsven-
jarin gjørt onkrar smærri
broytingar til dystin miku-
dagin, eftir stórtapið fyri
fronsku heimsstjørnunum,
men nú er greitt, at Jógvan
Martin Olsen verður noydd-
ur at gera fleiri broytingar á
liðnum orsaka av avboðum
av ymiskum slag.
Profilar givið avboð
Súni Olsen, sum saman við
Mikkjal Thomassen hevur
mannað sentrala miðvøllin
hjá Føroyum, er leikbannað-
ur mikukvøldið og er tískil
ikki tøkur.
Fróði Benjaminsen, ið er
sæddur at yvirtaka leiklutin
sum stýrimaður í verjuni
eftir Óla Johannesen, kann
gerast pápi fyrsta dagin og
ynskir tí ikki at fara av land-
inum. Tí er hann heldur ik-
ki við.
Harnæst legðist verjuleik-
arin Herbert í Lon Jacobsen
sjúkur leygarkvøldið, og tí
fekk hann ikki komið við
til Ukraina, umframt at
framrættaði miðvallarleikar-
in Hans Pauli Samuelsen
leygarkvøldið boðaði Jógv-
an Martin Olsen frá, at
hann ikki ynskti at fara við
til Ukraina.
Atli, Tem og Hanus
Hetta er sjálvsagt ein keði-
lig støða hjá landsliðsvenja-
ranum, og tí hevur hann
sent boð eftir øðrum fólki.
Talan er um miðvallarleikar-
arnar Tem Hansen og Hanus
Thorleifsson. Eisini kemur
tað væl við, at Atli Daniel-
sen er tøkur aftur, eftir at
hann sat yvir leygardagin.
Hesir tríggir vóru tó ikki
partur av ferðalagnum til
Ukraina sunnudagin, men
komu til Kiev í dag.
Trupul uppgáva
Henda útskifting í hópinum
merkir við øðrum orðum,
at Jógvan Martin Olsen aft-
ur hevur eina trupla uppgá-
vu, tá liðið skal setast miku-
dagin. Nýggjur miðverji
skal finnast fyri Fróða Ben-
jaminsen. Mest upplagda
valið tykist vera Óli Hansen.
Somuleiðis skal ein avloys-
ari finnast fyri Súna Olsen.
Her kundi Atli Danielsen
verið eitt gott boð, tá hann í
Frem er fastur fúsur á mið-
vøllinum, hóast vit á lands-
liðnum
einamest
kenna
hann í leiklutinum sum høg-
ri bakkur.
Annar møguleiki er at
lata Atla spæla á høgra bak-
ki og taka Christian Høgna
Jacobsen longur fram á vøll-
in, men tá stendur spurning-
urin við sentrala miðvøllin
framvegis ósvaraður. Og
ósvaraðir sleppa hesir spurn-
ingar at standa til miku-
kvøldið, tá Jógvan Martin
Olsen, landsliðsvenjari, enn
einaferð
hevur
blandað
kortini av nýggjum.
Næstan 18 tímar tók
tað, frá at landsliðið
kekkaði út av Hotel
Føroyum, til teir vóru
upp á pláss í Ukraina
LANDSLIÐIÐ
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Kiev, Ukraina: Túrurin úr
Føroyum til Ukraina var ein
av teimum drúgvaru. Klok-
kan var lítið meiri enn seks
sunnumorgunin, tá spælar-
arnir settust í bussin uttan
fyri Hotel Føroyar, og hon
var farin av midnátt, tá før-
oyski hópurin chekkaði inn
á Hotel Natsionalny í ukra-
inska høvuðsstaðnum Kiev.
Men hóast drúgv var ferð-
in í allar aðrar mátar góð.
Túrurin úr Føroyum til
Kastrup gekk væl. Í Kastrup
var steðgað í góðar fýra tím-
ar, áðrenn kósin var sett
móti München í Týsklandi,
har eitt annað flogfar bíðaði
eftir føroyska ferðalagnum.
Á flogvøllinum í München
varð runnið úr einum flog-
farið í hitt, sum skuldi flúg-
va landsliðið til Ukraina.
Men hóast tíðin var knøpp,
komu allir mans umborð til
tíðina.
So eftir stívliga seks tím-
ar í luftini í trimum ymisk-
um flogførum, og smáar 12
tímar ferðing við buss og
bíðitíð, kom føroyska ferða-
lagið loksins upp á pláss.
Møðsamt var tað, men
burtursæð frá eini lítlari
seinking á 20 minuttir, tá
farast skuldi úr München,
gekk alt sum ætlað.
Drúgva ferðin hevur tó
við sær, at ætlaða fyrraparts-
venjingin í dag varð tikin
av skránni, soleiðis at leikar-
arnir eru úthvíldir og klárir
at tørna til, tá venjast skal
seinnapartin.
Umframt sjálvt landsliðið
og hjálparfólk, ið so ella so
eru knýtt at tí, eru fýra
umboð fyri føroysku fjøl-
miðlarnar við á ferðini í
Ukraina.
Kortini mugu blandast av nýggjum
í Ukreina
Liðfelagarnir Bergur
Midjord og Jákup Mikkelsen
smílandi meðan bíðað
verður eftir viðførinum í
Kiev. Aftanfyri teir Símun
Samuelsen og uttast til høgru
Óli Hansen, sum møguliga
verður avloysarin hjá Fróði
Benjaminsen í miðverjuni
Mynd: Rólant Waag Dam
Drúgvur túrur