mánadagur 15. oktober 2007síða 26
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
[ Nr. 199 - 15. oktober 2007 ]
Danski dreymurin
um at røkka sjeynda
EM-endaspælinum
á rað brast um
vikuskiftið, tá
teir taptu 3-1 fyri
Spania á heimavølli.
Harafturímóti livir
skotski dreymurin í
bestu vælveru eftir
enn ein sigur í EM-
undankappingarbólki
B, har Føroyar eisini
er ein partur
FÓTBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Heili 21 landsdystir vóru á
skránni í EM-undankapp-
ingini um vikuskiftið, og tí
vóru sjálvsagt eisini fleiri
ógvuliga
týdningarmiklir
dystir á skránni, sum kundu
kosta onkrum av liðunum
luttøkuna í EM-endaspæli-
num, sum verður í Sveis og
Eysturríki komandi summ-
ar.
Samstundis sum fleiri av
liðunum kundu missa møgu-
leikan at røkka EM-enda-
spælinum komandi summar,
so vóru tað eisini onnur lið,
sum endaliga kundu spæli
seg í endaspælið. Leygar-
dagin megnaði fyrsta tjóðin
nevniliga eisini at tryggja
sær endaliga luttøka til
endaspælið, umframt vertir-
nar úr Sveis og Eysturríki.
Danmark tapti
lagnudystin
Ein av mest spennandi dyst-
unum leygardagni bleiv
spældur á NRGi park í
Århus, sum hýsti landsdysti-
num millum Danmark og
Spania, og hjá dønum var
kravið greitt undan dysti-
num. Einki uttan ein sigur
kundi brúkast ímóti sterku
spaniólinum.
Tað byrjaði tó einki ser-
ligt hjá dønum, tí eftir bert
einum knøppum korteri
legði Raul Tamudo Spania
á odda við einum góðum
skallara. Tað skuldi tó blíva
enn verri fyri vertirnar, tí
stutt undan steðginum bleiv
danska verjan spæld sundur
og saman. Hetta endaði við,
at Sergio Ramos bleiv fríur
ímóti Sørensen, og Ramos
var ískaldur, tá hann sendi
bóltin í málið til 2-0, sum
eisini var hálvleiksstøðan.
Eftir steðgin kom Dan-
mark nógv betri við í dystin,
og nú sótu teir á tí mesta.
Teir megnaðu eisini at
spæla seg fram til fleiri stór-
ar møguleikar, men Casillas
í spanska málinum stóð ein
branddyst. Tveir minuttir
fyri tí bragdaði tó endiliga
hjá Danmark, tá innskifti
Perez
spældi
Tomasson
púra leysan. Hesin smekk-
aði til, og Casillas var prís-
givin, og so var spenningur
í aftur á NRGi Park.
Hesin helt sær tó ikki
leingi, tí bert ein minutt
seinni svaraði Spania aftur
við einum sera góðum lang-
skoti frá innskifta Albert
Riera, og so var alt liðugt
fyri Danmark.
Eftir at sviar eisini vunnu
sín dyst í hesum bólkinum
ímóti
Liktinstein
førir
úrslitið hjá Danmark við
sær, at møguleikin at koma
víðari bert er teoretiskur, og
tí kann mest sum staðfestast,
at Danmark helst ikki kem-
ur at taka lut í einum EM-
endaspæli fyri fyrstu ferð
síðani 1980.
Skottland vinnur
og vinnur
Í EM-undankappingarbólki
B, har Føroyar er eitt av
liðunum, gongur sera javnt
á í oddinum. Men heldur
óvæntað, so var tað Skott-
land, sum lá á odda í bólki-
num undan dystunum um
vikuskiftið.
Skottland
skuldi tó á pappírinum
spæla ein rættiliga harðan
dyst á heimavølli ímóti
Ukraina, meðan Italia og
Frakland høvdu lættari dyst-
ir ímóti ávikavist Georgia
og Føroyum.
Bæði Italia og Frakland
gjørdu eisini sína skyldu
við at vinna ávikavist 2-0
og 6-0 ímóti Georgia og
Føroyum, men tað, sum ver
heldur meir yvirraskandi
var, at Skottland enn eina-
ferð vann ein rættiliga
sannførandi sigur í hesum
bólkinum. Úrslitið av dyst-
inum gjørdist ein 3-1 sigur
til skotar, og dysturin var
bert 10 minuttir gamal, tá
Skottland í roynd og veru
hevði avgjørt. Tá vóru teir
nevniliga á odda 2-0 við
málum
frá
Miller
og
McCulloch. Ukraina skapti
tó spenning í aftur mið-
skeiðis í fyrra hálvleiki, tá
stóra stjørnan, Andriy Shev-
chenko, minkaði um munin,
men enn einaferð skuldi
skotski
liðskiparin
taka
ábyrgd. Um miðjan seinna
hálvleik
økti
James
McFadden nevniliga aftur
um leiðsluna fyri Skottland
upp í 3-1 við einum góðum
máli, og so var liðugt á
Hampden Park.
Við sigrinum er Skottland
enn á odda í undankapping-
arbólki B, men munurin
niður til Italia og Frakland
er bert eitt og tvey stig, so
alt kann enn henda í hesum
bólkinum.
Týskland víðari
sum fyrsta liðið
Úrslitini í landsdystunum
um vikuskiftið førdu eisini
við sær, at fyrsta liðið í
EM-undankappingini hevur
spælt seg víðari til enda-
spælið umframt Sveis og
Eysturríki, sum jú hýsa
EM-endaspælinum.
Við
javnleiki 0-0 á útivølli ímóti
Írlandi er Týskland nú so
langt framman fyri júst
Írland á triðja plássi, at
hesir ikki kunnu fanga teir
aftur, og tí verður Týskland
heilt víst millum londini í
Sveis og Eysturríki komandi
summar.
Umframt Týskland, so
eru eisini fleiri lið, sum eru
á gáttuni at spæla seg í EM-
endaspælið. Bæði Pólland
og Portugal hava góð kort á
hondini í bólki A, meðan
Kekkia sær út til at fylgja
Týsklandi
til
EM-enda-
spælið úr bólki D. Harafturat
er Kroatia væl fyri í bólki
E, meðan Svøríki og Spania
síggja út til at vera liðini,
sum spæla seg víðari út
bólki F. Til allarsíðst er eis-
ini Romenia á EM-kós eftir
sigur í toppdystinum í bólki
G ímóti Hollandi.
Fjepparar flokkast
á Amager
Fjepparafelagið Blå/Hvide Engle stuðlar Fremad
Amager, sum hevur føroyskar eigarar, og
sambært heimasíðuni hjá Fremad Amager hevur
felagið vind í seglunum. Í august og september
mánaði fekk felagið 40 nýggjar limir, og
framvegis eru tað fólk, sum tekna seg sum lim í
felagnum. Í løtuni eru fleiri enn 200 fólk við i
fjepparafelagnum á Amager.
Fremad Amager ikki til at steðga
Sunnudagin spældi Fremad Amager aftur í donsku landskappingini í fótbólti. Dysturin
var ímóti Værløse, og Fremad Amager vann dystin 2-1. Hetta var sætti sigurn á rað í 2.
deild eystur, og Fremad Amager liggur á odda í deildini. Fremad Amager legði seg á
odda 2-0, men tá ið Lennart Lynge Larsen síðani bleiv útvístur, mátti Fremad Amger
arbeiða sigurin heim. Tað gekk, og føroyska felagið á Amager hevur beina kós ímóti 1.
deild.
Danski dreymurin brast
Danski dreymurin um at røkka EM-endaspælinum brast á NRGi Park í Århus leygarkvøldið, tá Spania vann 3-1 í týdningarmikla lagnudysitnum. Nú er í staðin
alt, sum týðir uppá, at tað vera Svøríki og Spania, sum fara til EM.
Mynd: Polfoto