Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-15, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. oktober 2007síða 27

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 [ Nr. 199 - 15. oktober 2007 ] Ungu menninir skrivaðu søgu, tí talan var um fyrsta U-21 sigur nakrantíð, tá ið Aserbajan varð sent til hús við 1-0 tapi U-21 Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Tað er ikki á hvørjum degi – og á hvørjum ári! – at Føroyar vinna ein landsdyst í fótbólti. Tí var tað merkis­ vert og søguligt, tá ið U­21 liðið stutt eftir kirkjutíð sunnudagin fór av Svanga­ skarði við 1­0 sigri ímóti Aserbajan. Málskjútti var Magnus Olsen. Í síðsta álopinum í 1. hálvleiki tamdi hann í høgru eftir langa framlegg­ ing frá miðverjanum Sven F. Jacobsen. B71 spælarin rann inn um brotsteigar samankomingina í høgru, smekkaði til og bólturin smeyg inn við nærra stólpa­ num og í meskarnar. Fagn­ aðurin var stórur millum spælararnar, teir á beinki­ num og teir umleið 200 áskoðararnar, og hann var ikki minni, tá ið dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð. Fyrireikingarnar vóru ikki, sum tær plaga at vera. Leygarmorgunin sótu bæði liðini klár í umklæðingar­ rúmunum, tá ið boðini komu um, at dysturin var útsettur í eitt samdøgur, tí San Marino dómararnir skuldu flytast av Svanga­ skarði og í høvuðsstaðin at halda skil á. ­ Vit sendu spælararnar til hús, og teir møttu aftur í Klaksvík klokkan 9 leygar­ kvøldið. Nú eftir sigurin hava spælararnir aftur fing­ ið frí. Teir skulu møta aftur á Tórsvølli týsdagin klokk­ an 12.30, og tá fara vit undir síðstu fyrireikingar­ nar til avbjóðinga ímóti Kroatia, sum verður á skrán­ ni mikudagin klokkan 15. Tað er Bill Jacobsen, sum saman við Heðini Askham er venjari, ið greiðir frá. Tað er lítið eftir av røddini, og Bill sigur, at tað var framúr spennandi á Svangaskarði: ­ Aserbajan spældi, sum vit høvdu roknað við. Lik­ amliga vóru teir betri fyri enn okkara. Teir vóru sterkir og skjótir, men í fótbóltsskili og bóltførleika vóru okkara væl betri. Aserbajan hevði sínar møguleikar, men okk­ ara høvdu fleiri møguleikar, og sigurin var nátúrlig avleiðing av dystargongd og málmøguleikunum, heldur Bill Jacobsen. Longu sendingarnar loft­ aðu miðverjarnir Sven F. Jacobsen og Poul Thomas Dam, og Emil Nolsøe Leifsson og Ólavur í Ólavs­ stovu vóru óførir á næstu bóltunum. Asarbajan var í 3­5­2 uppstilling. Heima­ liðið var í 4­1­4­1 upp­ stilling. Tað bar við sær, at ytstu spælararnir á mót­ støðumiðvøllinum vórðu togaðir aftur á bakkplássini, og tá ið teir ikki fluttu seg aftur, so varð miðverjan togað sundur. Kristoffur Jacobsen fylti nógv á verjukenda miðvall­ arplássinum, Levi Hanssen og Magnus Olsen arbeiddu hart og vóru saman við vinstra vongverjanum, Jó­ han V. Gunnarsson, rættu­ liga framrættaðir, og Arn­ bjørn T. Hansen var væl upplagdur í fremstu ódnini. Hann hevði ikki verju­ ábyrgdir og dugdi væl at leggja trýst á. Hugburðurin ber langt Hesa ferð vóru nógvir spæl­ arar orsaka av skaðum, uppflyting og fráveru skiftir út á føroyska liðnum, tá ið sammett verður við undan­ farnu dystirnar. Sammett við undanfarnu ferðirnar, tá ið mótstøðan hevur verið størri, enn hon var tað hesa ferð, megnaðu føroysku spælararnir at dekka størri part av vølli­ num, enn teir hava gjørt, og nógv av spælinum gekk fyri seg á mótstøðuhálvuni. Fritleif í Lambanum, sum var á høgra vongverja, hevði fína skotroynd av brotsteigarmarkinum eftir returbólt. Arnbjørn T. Hansen hevði góðan stútara, og tá ið Aserbajan í 2. hálvleiki royndi at leggja trýst á, var tað kærkomið, at innskifti Gudmund Nielsen vísti seg at vera so gjøgnumbrotsstinnur. ­ Tá ið mest stóð á, var tað framúr at síggja, hvussu góður hugburðurin var. Gunnar Nielsen var aftur hesa ferð brandur í máli­ num, og spælararnir ofraðu seg so mikið nógv, at teir næstan sveittaðu blóð, vil Bill Jacobsen vera við. Fríggjakvøldið vann Kro­ atia 2­0 í Italia. Eingin ivi er um, at mótstøðan verður stór á Tórsvølli seinnapartin mikudagin. Men eingin kann taka stórfingna og søguliga sigurin frá U­21 liðnum, tá ið tað í morgin fer undir síðstu fyrireik­ ingarnar til avbjóðingina ímóti Kroatia. Emil Nolsøe Leifsson verður ikki við mikudagin. Hann sá sunnudagin gult fyri aðru ferð í hesi kapp­ ingini og er tískil leik­ bannaður ímóti Kroatia. Jónas þór Næs, sum var leikbannaður sunnudagin, er tøkur aftur mikudagin. 1-0: Magnus Olsen 45. 200 áskoðarar Føroyar: Gunnar Nielsen, Blackburn – Fritleif í Lam- banum, ÍF, Sven F. Jacob- sen, TB, Poul Thomas Dam, HB, Jóhan V. Gunnarsson, B36 - Kristoffur Jacobsen, KÍ - Magnus Olsen, B71 (Gudmund Nielsen, B71, 66.), Ólavur í Ólavsstovu, HB, Emil Nolsøe Leifsson, HB, Levi Hanssen, Skála (Poul Poulsen, Skála, 87.) - Arnbjørn T. Hansen, EB/Streymur (Leif Niclasen, EB/Streymur, 90.). Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Símun Rógvi Hansen, B71, Teitur R. Joensen, Skála, Ásbjørn V. Gunnarsson, B36, og Frank Poulsen, ÍF. Gult kort: Ólavur í Óla- vosson 15., Kristoffur Jacobsen, 62., Emil Nolsøe Leifsson, 72. Glottanum syrgdu teir ungu fyri Føroyar skoraðu einasta málið í U21 landsdystinum á Svangaskarði sunnudagin, og so fingu føroyingar ein tiltrongdan landsliðssigur Føroyar-Aserbajan 1-0 (1-0) Carvalho heldur fram í Chelsea Spurnartekin hevur verið sett við framtíðina hjá Ricardo Carvalho í enska felagnum Chelsea, men nú ger han sjálvur enda á øllum giting­ unum um, at hann skal skifta felag í januar mánaði. ­ Eg hugsi als ikki um at fara úr Chelsea, men heldur um hvussu eg kann menna meg sum spælari, sigur Carvalho, sum hevur sáttmála við Chelsea fram til 2012. Orsøkin til, at Carvalho skuldi hava hug at skifta felag var, at venjarin Jose Mourinho gavst í felagnum herfyri. Henry forðaði framgongd Spanski landsliðsspælarin Cesc Fabregas hevur ført fram, at síðani Thierry Henry er farin úr Arsenal eru aðrir spælarar farnir at blóma. Orsøkin er, at Henry var so dominerandi í felagnum, at aðrir spælarar hildu seg aftur. Hetta sigur Henry seg verða samdan í. Hann heldur, at hann fekk ofta bóltin, tí hann var liðformaður og stjørna á liðnum, og síðani hann er farin úr felagnum eru aðrir spælarar vaksnir við uppgávuni. EM undankappingardystur á Svangaskarði sunnudagin 14. oktober 2007 kl. 12.00