mánadagur 15. oktober 2007síða 28
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 199 - 15. oktober 2007
TINGHELLA
Sámal Matras Kristiansen,
samfelagsfrøðingur
Tað er nú einaferð soleiðis, at
tilfeingi er ein knøpp vøra.
Inntøkan er knøpp. Skatta
pengarnir eru knappir. Arbeiðs
megin er knøpp. Infrakervið er
knapt.
Um tilfeingið ikki var knapt:
um inntøkan var endaleys, um
skattapengarnir vóru endaleysir,
um arbeiðsmegin var endaleys og
um infrakervið kundi borið
óendaliga nógvari ferðslu við
óendaliga høgari ferð, so hevði
ikki verið trupult at skapað eitt
rættvíst samfelag, men av tí at
tilfeingið er knapt, er órættvísi
eisini ein innbygd fyritreyt í
einumhvørjum samfelagi við
einum ávísum kompleksiteti –
sum Føroyar hóast alt eru.
Rættvísi og órættvísi vil altíð
vera ójavnt býtt. Men í einum
demokratiskum samfelagi er
idealið, at tað hóast alt fer ein
ávís útjavning fram millum
áhugamálini. Millum annað kann
fólkaræðið tryggja, at vanliga
marknaðarmegin verður
korrigerað, soleiðis at fleiri
pengar flóta yvir til tey fátøku í
samfelagnum, ella at fleiri íløgur
verða framdar á økjum, ið annars
høvdu duttið niður í millum, um
“ósjónliga hondin” (sí faktaboks)
einsamøll slapp at ráða.
Infrakervið skapar
møguleikar
Nakrar av best umtóktu íløgun
um í føroyska samfelagnum eru
íløgurnar í infrakervið – serliga
tann partin av infrakervinum, ið
er gjørdur av grúsi, betongi og
asfalti. At byggja vegir, brýr,
tunlar, havnir og lendingar hevur
verið ein avgerandi partur av
moderniseringini av føroyska
samfelagnum. Fyrst varð landið
bundið saman við rutubátum.
Síðani við vegum og brúm, har
bilarnir kundu koyra. Seinni
komu tunlar og føst sambond
tvørturum firðir og sund. Og
seinastu skotið á stammuni eru
risaverkætlanirnar Norðoya
tunnilin og Vágatunnilin.
Infrakervið skapar møguleikar:
búskaparligar, vakstrarmøguleik
ar, búsetingarmøguleikar,
ferðavinnumøguleikar og mangt
annað. Men tað, ið var modernað
fyri 30 árum síðani er ikki altíð
modernað í dag. So hvørt sum
møguleikarnir verða betri, verða
krøvini til betraðar møguleikar
betri. Modernisering er ein
skrúva uttan enda. Um framburð
ur skal tryggjast, so er ikki nóg
mikið at byggja á tað farna.
Neyðugt er at fylgja rákinum, um
man skal gera seg galdandi.
Og tað er nú einaferð logiskt –
alt annað líka – at jú betri infra
kervi, tess betri verða eisini
møguleikarnir fyri at byggja
lokalsamfeløgini út. Sigast skal
tó, at møguleikar og menning eru
ikki tað sama. Hóast betraðir
møguleikar eru fyri menning, um
t.d. ein tunnil kemur til eina
oyggj, so er menningin nakað, ið
lokalsamfelagið skal bera fram.
Tað er blóðskeivt at halda, at
bara infrakervið batnar, so kemur
menningin av sær sjálvari.
Svíkja suðuroyingar
Sandoynna?
Út frá einum liberalum sjónar
horni vil ein íløga í ein tunnil til
Sandoynna vera ein møguleiki at
frígera sandoyingar frá fortíðini.
Út frá einum rættvísissjónarmiði
kann harumframt sigast, at tað er
órættvíst, at sandoyingar skulu
liva í eini ferjutíð, tá 85 % (skjótt
90 %) av fólkinum eru saman
bundin í ein stóran mobilan net
verksbý. Hinvegin skal eisini
sigast, at tað sjálvandi eisini
kann sigast at vera órættvíst, at
Nólsoy, Hestur, Koltur, Skúgvi,
Dímun, Kalsoy, Svínoy, Fugloy,
Mykines – ja og nú mundi eg
næstan gloymt Suðuroy – ikki
eisini hava fast samband.
Velur man eitt jantekent rætt
vísishugtak kann man tí sjálvandi
siga: “um vit ikki fáa ein undir
sjóvartunnil, so skulu sandoying
ar heldur ikki hava”. At ein
Fyndkanning í Sosialinum bend
ir á, at ei heldur suðuroyingar
stuðla sandoyingum í teirra ynski
um undirsjóvartunnil sum skjót
ast, kann møguliga hava nakað at
gera við ta tiltiknu øvundina, ið
so leingi hevur eyðkent suður
oyingar, og ið eisini tykist gera
tað fullkomiliga ógjørligt hjá
suðuroyingum at samstarva
innanhýsis. Enn ikki fótbóltin
kunnu suðuroyingar vera felags
um, so hvussu skal tað vera, tá
tey tungu, politisku evnini koma
á borðið?
Men orsøkirnar til, at tað eisini
í hinum føroysku økjunum er so
stórur mótvilji móti sandoyar
tunlinum, eru nógvar og ymiskar.
Her skulu nevnast nakrar av
orsøkunum, ið kunnu hugsast at
gera seg galdandi. Tað hevði
verið meiri áhugavert, um Sosial
urin fekk Fynd at gera eina kann
ing av hví fólk eru ímóti at
raðfesta Sandoyartunlinum, enn
einans at staðfesta hvussu nógv
eru fyri ella ímóti at útseta
tunnilin.
Ymiskur mótvilji móti
Sandoyartunlinum?
Tað er ikki løgið, at vágafólk eru
ímóti sandoyartunlinum. Um
sandoyartunnilin kemur, tykjast
sannlíkindini at økjast fyri at
flogvøllur verður bygdur í Søltu
vík. Hóast hesin flogvøllurin
neyvan fær ta longdina, ið vinnu
málaráðharrin ynskir, kennist
Sandoyartunnilin ivaleyst sum
ein hóttan móti flogvøllinum í
Vágunum, ið er ein avgerandi
partur av búskapinum í
Vágunum.
Tað er so galið, at uppgangs
tíðir hjá kreppuraktu Sandoynni
harvið kunnu verða óbeinleiðis
fíggjaðir við einum ógvusligum
niðurtúri hjá Vágunum. Harum
framt kemur Sandoyggin at kapp
ast beinleiðis við Vesturstreym
og Sundini um allar teir íbúgvar
nar, ið Tórshavn ikki megnar at
hýsa. Sandoyggin er jú við einum
undirsjóvartunli nærri við Havn
ina enn bæði Vágarnar, Sundini
og Vesturstreymur eru.
Harvið er mótstøðan frá
Vesturtreymi og Sundunum eisini
givin. Hesi økini koma at vaksa
minni enn tey høvdu gjørt uttan
ein sandoyartunnil. Harumframt
skumpar íløgan í sandoyartunn
ilin eisini íløgur í nýggj almenn
størv í Tórshavn út í framtíðina;
størv ið eru vælumtókt millum
fólk í Norðurstreymi. Harvið
minkar sandoyartunnilin eisini
um arbeiðsmøguleikarnar hjá
fólki í Norðurstreymi – ikki
minst tá sandoyingar byrja at
eftirspyrja arbeiðspláss í Tórs
havn.
Harvið er orsøkin til illviljan
úr Suðurstreymi eisini eyðsýnd.
Íløgan í sandoyartunnilin er sam
stundis ein niðurraðfesting av
íløgum í høvuðsstaðin, t.d. í
“bleyt virði” sum heilsuverkið
ella skúlaverkið. Harumframt eru
eisini nógv í Suðurstreymi, ið
ynskja ein flogvøll á Glyvurs
nesi, á Kirkjubøreyni, ella – halt
tær fast – í Nólsoy. Um Sand
oyartunnilin kemur, kann tað fyri
meiniga mannin tykjast meiri
sannlíkt, at flogvøllurin í Søltu
vík verður gjørdur.
Eftir eru so Norðoyggjarnar og
Eysturoy, ið sjálvandi ikki ynskja
Sandoyartunlin gjørdan áðrenn
Skálafjarðartunnilin, tí tað harvið
vil leingja um tíðina, til ferðingin
til Havnar verður stytt við eini
helvt og at húsaprísirnir í
økjunum harvið fara flúgvandi
uppeftir.
Sandoyggin ongan góðan
Vit standa í eini støðu, har
Sandoyggin eftir øllum at døma
ongan góðan eigur. Rættvísið
strekkir ikki til sandoyingar, um
vit skulu trúgva kanningini hjá
Sosialinum. Tað, ið kann undra,
er at tað ikki er meiri solidari
tetur sunnanífrá. Hví suðuroy
ingar ikki stuðla sandoyingum í
teirra modernisering er løgið, og
átti at verið kannað nærri.
Bæði Suðuroy og Sandoy eru
útjaðarar, og hava tað til felags,
at tær liggja í syðru helvt av
landinum. Tað kann undra, at
suðuroyingar og sandoyingar ikki
langt síðani eru gingnir saman í
strategiskt samstarv um at menna
hendan partin av landinum. Sera
lítið samstarv er millum oyggjar
nar báðar, og tað er løgið, tá
hugsað verður um at oyggjarnar
hava sera líkar trupulleikar at
dragast við. Báðar oyggjarnar eru
avskornar frá meginlandinum, og
týðningarmesta moderniserings
strategiin snýr seg tí um at betra
um undirstøðukervið og harvið
um at fáa líknandi møguleikar
fyri menning sum Meginlandið.
Men modernisering kostar, og
tað er ikki bara sum at siga tað at
fremja risaíløgur, ið ikki geva eitt
beinleiðis peningarligt avkast
sum Skálafjarðartunnilin vænt
andi hevur. Moderniseringin av
Sandoy og Suðuroy er ein betran
av menningarmøguleikarnar hjá
oyggjunum tey komandi 100
árini. Argumentið snýr seg tískil
ikki um búskap, men um rætt
vísi: um man framhaldandi vil
hava menning sunnanfyri
Skopunarfjørð – ella ikki. Núver
andi ættarliðini megna enn at
halda tørn, men eingin kann
vænta, at ungdómurin tímir at
byggja á slitnar herðar, tá møgu
leikarnar eru so nógv betri aðra
staðni.
Suðurføroya valdømi
Kanska er tíðin í grundini komin
til at leggja Suðuroyar og Sand
oyar valdømi saman, soleiðis at
oyggjarnar báðar kunnu stríðast
saman sum ein maður móti
yvirvøldini fyri norðan. Neyðugt
er at tvinna saman rationalini fyri
bæði økini, soleiðis at eisini
menningin av infrakervinum
fylgir einum felags reyðum tráði.
Hví hava suðuroyingar ongan
tíð hugsað, at Sandoyartunnilin
kanska er frægasti vegurin fram
fyri at betra um sambandið til
Suðuroynna? Hví tosa suðuroy
ingar ikki um eina stutta farleið
av Hvalba á Sand? Hví tosa
suðuroyingar og sandoyingar í
heila tikið ikki meiri saman?!?
Sandoyingar móti
øllum hinum
“Ósjónliga hondin” er eitt kent metafor hjá enska
búskaparfrøðinginum Adam Smith (1723-1790), ið segði,
at strembanin hjá einstaklingum eftir vælferð eisini – sum
ein ósjónlig hond – skapar eina samlaða vælferð fyri alt
samfelagið. Ein annar búskaparfrøðingur – John Stuart
Mill (1806-1876) segði, at samfelagið eigur at tryggja
mest møguliga samlaða “nyttu” fyri hvønn einstakan,
soleiðis at flest møgulig fáa mest møguligt eyðnusemi.
Men hóast hetta kann ljóða vakurt, er tað soleiðis, at nógv
ikki megna at fáa lut í vælferðini og eyðnuni, og tí eru
nógv, ið halda “rættvísi” vera eitt minst líka týðandi
prinsipp sum “nytta”.
FAKTA