týsdagur 16. oktober 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 200 - 16. oktober 2007
tíðindi
Almenn starvsfólk
kunnu nú velja at
halda fram í starv
inum, til tey verða
70 ár. Í eini tíð,
har arbeiðsgevarar
sóknast eftir arbeiðs
megi, er rætt og
rímiligt, at tey, sum
hava hug at halda
fram á arbeiðs
marknaðinum eftir
67 ára aldur, fáa tann
møguleikan, sigur
Magni Laksáfoss,
landsstýrismaður í
fíggjarmálum
PENSJÓNSALDUR
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Við virknaði frá 1. novemb
er 2007 fer fráfaringarald
urin
hjá
sáttmálasettum
starvsfólkum
innan
hitt
almenna úr 67 árum upp í
70 ár. Hetta er ásett í einum
nýggjum
rundskrivi
úr
Fíggjarmálaráðnum.
Í stuttum ber broytingin í
sær, at sáttmálasett starvs
fólk hjá tí almenna eftir
nevnda dag kunnu halda
fram í starvi, til tey verða
70 ár. Hinvegin hava starvs
fólk sjálvandi framvegis
rætt at fara frá fyri aldur, tá
ið tey eru vorðin 67 ár.
Í einari tíð, har bæði
almenni og privati arbeiðs
marknaðurin hava brúk fyri
arbeiðsmegi, er rætt at
hækka fráfaringaraldurin.
Starvsfólk, sum hava holla
vitan og hava hug at halda
fram á arbeiðsmarknaðin
um, eftir at tey eru vorðin
67 ár, skulu fáa tann møgu
leikan, sigur Magni Laksá
foss, landsstýrismaður í
fíggjarmálum.
Tað var í kreppuárunum,
tá ið nógv gingu arbeiðsleys,
at almenni fráfaringarald
urin fór niður í 67 ár. Or
søkin var fyrst og fremst, at
landsstýrið vildi varðveita
tey yngru starvsfólkini á
arbeiðsmarknaðinum og í
landinum.
Nú fara vit øvugta vegin
og strika eitt krepputiltak,
ið ikki longur gevur mein
ing, sigur Magni Laksáfoss,
ið vísir á, at tey, sum velja
at brúka nýggja møguleikan,
varðveita grundupphæddina
í fólkapensjónini, hóast tey
eru til arbeiðis.
Landsstýrismaðurin vón
ar, at fleiri fara at brúka
møguleikan, ið nú stendur
opin. Eisini mælir hann
stovnum hjá tí almenna til
at
laga
seniorpolitikkin
soleiðis, at eldri starvsfólk
kunnu halda fram at arbeiða
eftir 67 ára aldur, eitt nú nið
ursetta tíð.
Fráfaringaraldurin fer upp í 70 ár:
Landsstýrismaðurin strikar krepputiltak
Spennandi starv sum fíggjarfulltrúi í Nærverkinum
Nærverkið søkir fíggjarfulltrúa til
Meginskrivstovuna at byrja skjótast
gjørligt. Talan er um eitt nýtt, sjálvstøðugt
og avbjóðandi starv, har tú fert at arbeiða
í einum dynamiskum toymi saman við
tveimum øðrum fíggjarfulltrúum.
Nærverkið er við sínum 1400 starvsfólkum
eitt tað størsta arbeiðsplássið í Føroyum,
og vit reka virksemi fyri uml. 460 mió. kr.
árliga. Nærverkið er í støðugum vøkstri, og
stórar uppgávur innan fíggjarøkið liggja fyri
framman.
Førleikar:
Tørvur er tí á einum fíggjarkønum persóni
við hegni til at skapa framtíðarloysnir,
og sum evnar at framleiða vitan
sum grundarlag fyri støðutakan og
leiðslukunning.
Viðkomandi útbúgving frá hægri læristovni
er ein fyrimunur. Harafturat hevur tú
royndir innan fíggjarstýring, ert álítandi
og nærlagdur, og tú dugir væl at orða teg
skrivliga á føroyskum.
Starvið er skipað við beinleiðis tilvísing til
stjóran í Nærverkinum.
Setanartreytir:
Starvið verður sett sambært sáttmála
millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi
yrkisfelag. Setanarøkið fevnir um
Nærverkið, tænastustaðurin í løtuni er
Meginskrivstovan. Meiri fæst at vita við at
venda sær til Mary J. í Garði, stjóra, á
tlf. 36 00 00.
Umsøkn:
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum,
viðmælum v.m. skal sendast til:
Nærverkið
Meginskrivstovan
Postsmoga 3037
110 Tórshavn
Stílað: Mary J. í Garði, stjóri
Umsóknarfreist: 22. oktober 2007
Meginskrivstovan, Postsmoga 3037, 110 Tórshavn, Tel 36 00 00, Faks 36 00 01, meginskrivstovan@naerverk.fo
www.naerverk.fo
sansir.fo
Starvslýsing
Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Um-
framt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum.
Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum.
Les meira á www.naerverk.fo / leys størv
Meginskrivstovan
Lívsjáttandi fyri
pensjónistarnar
Landsfelag Pensjón
istanna fegnast um,
at almenn fráfar
ingaraldur er fluttur
ú 67 árum upp í 70 ár
PENSJÓN
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Tað er gleðiligt, at pen
sónistar nú kunnu velja, um
teir fara frá tá tey fylla 67
ár, ella at halda fram til tey
fylla 70 ár. Hetta sigur
Niclas Akraberg Poulsen,
sum er formaður í Lands
felag Pensjónistanna.
Niklas Akraberg Poulsen
segði við Rás 2 á middegi,
at hetta er lívsjáttandi hjá
fleiri pensjónistar, sum fegn
ir vilja halda fram í starvi,
tó at tey eru vorðin 67 ár.
Hetta skapar trupulleikar
hjá fleiri pensjónistum, tá
tey nærkast teimu 67 áru
num – hetta kann viðføra
eitt sálarligt trýst, tá tú
nærkast tí degi, tá boðini
eru, at ”nú er ikki brúk fyri
tær longur...”. Vit hava
spurt, hví vit skulu revast,
tá vit fylla 67 ár, vísir Niclas
Akraberg Poulsen á. Niclas
Akraberg Poulsen kundi
sjávlur fara úr starvi sum
60 ára gamal. Hann var
løgreglumaður. Teir kunnu
kortini halda fram, til teir
eru 63, men tá mugu teir úr
starvi, greiddi Niclas Akra
berg Poulsen frá, meðan
hann var á fjalli suðuri í
Porkeri á middegi í.
Niclas Akraberg Poulsen, formaður
í Landsfelag Pensjónistanna