týsdagur 16. oktober 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 200 - 16. oktober 2007
15
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Hanna Jensen, fødd Eliasen úr Fuglafirði, búsit
andi í Holsterbro andaðist sunnudagin, 74 ára
gomul.
Andlát og jarðarferðir
Hósdagin 18. oktober fyllir
Anna Joensen í Havn 80 ár.
Anna var dóttir Dagmar og
Herluf Johansen í Havn og
var gift við Martin Joensen,
Martin á Borg – av Borg á
Argjum, sum doyði í 1972.
Anna og Martin fingu
børnini Elsubu og Heina.
Um Annu kann sigast, at
hon hevur altíð havt heimið
opið fyri fólki, henni dámar
væl at savna børn, ommu
og langommubørn til máltíð
og hugna annars.
Anna hevur altíð okkurt á
stokkunum – vit høvdu
ynskt at havt talið á hosum,
sum eru bundnar umframt
alt annað.
Henni dámar eisini væl at
vera uttan fyri og hampa
um, tá ið veðrið er til vildar.
Hon koyrir sjálv bil enn, er
kanska líka bilsjúk, sum
restin av familjuni, og hon
klárar seg sera væl í øllum.
Góða
mamma,
ver
mamma, omma, veromma
og langomma, vit øll vilja
ynskja tær hjartaliga til
lukku á 80 ára føðingardeg
num og vilja takka tær fyri,
alt tú ert og altíð hevur ver
ið fyri okkum. Vit gleða
okkum til hósdagin, tá opið
hús verður heima á Villing
ardalsvegnum.
Heini, Guðrun og Annika
Marian, Bogi, Guðrið
og Heidi
Jákup, Susi og Fríði
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu,
tá okkara elskaði sonur og beiggi
Jan Karl Vidtfeldt
Miðvágur
doyði og varð jarðaður.
Takk til prest og kirkjutænarar. Tøkk til tykkum, ið
hjálptu til við jarðarferðini og ervinum.
Eisini ein tøkk til starvsfólkið á føðideildini
fyri góða umsorgan.
Tøkk til Bjarna Bæk fyri góð og troystarrík orð.
Familjunnar vegna
Kristoffur, Marin Elisabeth og Edit Simona
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymsan hátt
sýndu samkenslu tá okkara kæri unnusti,
pápi, verpápi, abbi og langabbi
Hjalmar Joensen
doyði og varð jarðaður.
Ein serstøk heilsan til starvsfólkið á G4.
Takk fyri heilsanir, uppringinar og peningagávu
til Fuglafjarðar kirkju.
Takk øll, sum hjálptu til við jarðarferðina
og takk til tykkum øll, sum fylgdu honum
til hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Judith, Herman, Ovi, Annika og Sigbjørg v/ fam.
Anna Joensen 80 ár
Ragnhild Hansen er fødd í
Miðvági 16. oktober 1912.
Hon er dóttir Sunnevu og
Jens Jacob Haraldsen. Sunn
eva var ættað úr Sørvági,
men vaks upp hjá ommu og
abba sínum á Ryggi, so hon
og maðurin eru vaksin upp
á sama garði, tí Jens Jacob
var eisini av Ryggi.
Ragnhild sleit sínar barna
skógvar á Tormansbakka,
har hon búði saman við
mammuni
og
systrini
Jensiu. Longu í apríl 1914
doyði Jens Jacob av tuberkl
um. Tá var Ragnhild bert
1½ ára gomul og 20. juli
sama ár varð yngra systurin
Jensia fødd. Hon varð upp
kallað eftir pápa sínum.
Eina tíð búði hon hjá
ommuni og abbanum á Mýr
uni í Sørvági. Har gekk hon
eisini í skúla eina tíð. Henni
dámdi sera væl og var nær
knýtt at familjuni har úti.
Sum flest allar ungar gent
ur tá á døgum fór Ragnhild
út at tæna. 16 ára gomul fór
hon til Kirkjubøar at tæna
hjá Gazet Pæturson og var
har í 2 mánaðar. Hon pass
aði húsið og eina gamla
konu, sum lá á loftinum við
brotnari mjødn, meðin hini
fingu hoyggið til høldar
Seinni fór hon til Havnar
at arbeiða á Hotel Djurhuus
– har var hon í 2 ár. Á hotell
inum búðu sjómansskúla
næmingar (navigatørar) og
løgtingsmenn. Nógv var at
gera, og tí varð arbeitt allar
dagar í vikuni. Sjaldan
slapp hon vestur at ferðast
hesa tíðina, tí ferðasam
bandið var so vánaligt. Men
treyðugt so, skyldmaðurin
úr Sørvági Niclas Norðuri í
Stovu (ella var tað Løðu
Jógvan) sat í tinginum tá,
og varð hon boðin at koma
í ferðalag við honum yvir
land.. Tað var stórsligið.
Fyrst við báti til Kollafjarð
ar, við bili til Kvívíkar og
so yvir á Fútaklett, har bilur
stóð fyri teimum og koyrdi
hana til dyrnar. Tað var
harralív.
Eisini tænti hon í Vest
manna eina tíð.
Hon flutti heim aftur til
Miðvágs, og 31. januar
1937 giftist hon við Jens
Jacob Hansen, sum hon
hevði hildið saman við í
fleiri ár. Hann var ættaður
úr Kirkjastovuni við Kirkjar
í Miðvági. Tey høvdu bygt
sær hús á Tormansbø og
fluttu inn hagar. Abbin,
Ólavur í Kirkjastovu flutti
saman við teimum.
Ragnhild og Jens Jacob
fingu 2 dreingir við stuttum
millumbili, tað eru Ólavur
og Jens Jacob (Akku).
Lagnan
varð
teimum
hørð. Bert góð 5 ár fingu
tey saman, tí í 1942 mistu
tey mann og pápa við
Nýggjabergi. Somu lagnu
fekk systurin – Jensia – hon
misti eisini mannin Hjalmar
við sama skipi. Tey høvdu
tá verið gift í góð 4 ár og
áttu genturnar Hannefíu og
Sunnevu (Uvu).
Ragnhild og Jensia eru
rættuliga nær knýttar og
fyrimyndarligar systrar, og
børnini, sum eru vaksin upp
undir
somu
umstøðum,
hildu nógv saman og kenna
seg næstan sum systkin.
Tað var ikki nógvum, ein
einsamøll kona kundi lív
bjarga sær við tá á døgum,
men hon var við, tá nakað
fiskaarbeiði var. Abbin ans
aði dreingjunum og hjálpti
til við tí húsliga. Nógvar
eru eisini skipstroyggjurnar
í tali, sum hon hevur bundið
at selja. Og ikki um at tala
allar hosurnar og troyggjur
nar hon hevur bundið synun
um og ommubørnunum.
Ragnhild hevði so mikið
av jørð, at hon kundi hava
kúgv. Og so skilagóð og
røkin Ragnhild altíð var, so
røkti hon avgrøðina og kría
túrini, sum gjørdust gott
íkast í húsarhaldinum.
Ragnhild er sera gud
røkin. So leingi, hon hevði
orku, stóð stólur hennara í
kirkju og missiónshúsi ikki
tómur. Um vetrarnar var
hon ein av teimum føstu,
sum gekk á kvinnumøti og
samlaðist í sjómanskvinnu
ringinum.
Men nú er aldurin høgur,
og minni svíkur. Tey sein
astu 3 árini hevur hon búð á
Ellisheiminum á Sýnini.
Her kemur aftur til sjóndar,
hvussu nær systrarnar eru
knýttar at hvørji aðrari.
Ragnhild og Jensia búgva
við síðuna av hvørji aðrari.
Har síggjast tær javnan sam
an eftir gongini. Og til mál
tíðirnar sita tær altíð sam
an.
Góða Ragnhild!! Vit fara
við hesum at ynskja tær
hjartaliga tillukku við 95
ára føðingardegnum, og
má Harrin signa lívskvøld
ið.
Heilsan
Svigardøturnar
Ragnhild Hansen 95 ár