týsdagur 16. oktober 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 200 - 16. oktober 2007
Lort í Býin er nakað
so forkunnugt, sum
eitt góðsku tiltak, ið
vendir sær til børn.
Showið er larmandi,
stórsligið og mest av
øllum festligt.
Ummæli
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Lort í Býin showið, sum í
hesum døgum verður fram
ført i Norðurlandahúsinum,
er bæði stórsligið, larmandi
og mest av øllum festligt.
Barnablaðið Strok stend
ur aftanfyri showið, og mál
bólkurin er lesarar hjá blað
num. Hetta er ikki mest for
kelaði málbólkur, tá tað
kemur til tiltøk, ið lukta eitt
sindur av góðsku. Salurin í
Norðurlandahúsinum er bes
ti karmur í landinum til
show av hesum slag, fyri
ikki at siga einasti hóskandi
karmurin. Tí var tað frísk
ligt, at Norðurlandahúsið
lat dyrnar upp fyri hesum
tiltakinum.
Larmandi Meyla
Eins og á fyrra Lort í býnum
tiltakinum er tað Meyla, ið
er stjørnan og tann, sum alt
showið melur í kring. Hen
da fullkomilig yvirgearaða,
sjálvupptikna og fjolluta
gentan við stjørnulótum,
reyðum hári og larmandi
framferð, kann virka sum
eitt sindur ov nógv av tí
góða. Sjálvt um eg var
undirhildin hetta kvøldið í
Norðurlandahúsinum, ger
tað einki, um eg ikki skal
vera í hennara selskapi aftur
fyrr enn um eitt ár. Elin á
Rógvi, sum spælir Meylu,
er hvørki heimsins besti
sjónleikari ella heimsins
besta
songkvinna,
hetta
kompenserar hon fyri, við
at leika í og rópa hart, og
sjálvt um tað lætt kann
blíva strævið, so tyktiskt
tað at rigga serliga upp á
børnini. Faktiskt var tað
nokkso stuttligt, at hon var
so ógvislig í síni framferð.
Tað er eisini okkurt so
øgiliga sjarmerandi við, at
ein kvinna, ið ikki syngur
nógv betur enn vanlig fólk,
leggur alla sína orku í, og
fullkomiliga ósmæðin syng
ur av fullum hjarta. Tó var
hennara rødd so hart frá, at
tað gjørdist eitt sindur for
ágangandi við hasum skrála
rínum.
Gloymdu Knøtt
Hin helvtin av duoini Meylu
og Knøtti, Knøttur, hevði
eftir øllum at døma givið
Meylu krakk, men saman
við øðrum vinum, sum
poppstjørnuni
S’marna,
klovninum JoJo, geniala
Dia Regin, einum ótali av
dansarum og forelskaða
klassafelagnum
Jógvani
Líggjasi, vísti Meyla, at lítil
og eingin saknur var í Knøt
ti.
Serliga var tað Jákup
Weyhe, ið leiklutinum, sum
Dia Regin, sum skaraði
framúr. Við síni sjálvbygdu
gandamaskinu Diapoddin
um, ið kundi bæði líkt og
ólíkt, var Dia Regin hæddar
punktið í showinum. Tað er
ivasamt, um Jákup Weyhe
kann fara á pall, uttan at
vera stuttligur, og henda
framførslan var einki undan
tak. Tvøri og beistaktigi
uppfinnarin var so øgiliga
stuttligur.
Elskiligur og
bláoygdur
Jóannes Lamhauge, ið mill
um annað er kendur úr sang
leikinum um Jósef og tað
ótrúliga litfagra dreymakot
ið, spældi leiklutin Jógvan
Líggjas, sum er klassafelag
ið hjá Meylu, og Jóannes
kom væl frá hesum leikluti.
Eins og og Elin á Rógvu
yvirspældi Jóannes Lam
hauge rættiliga ógvisliga,
men hetta riggaði, og á onkr
an hátt vann hesin fitti, blá
oygdi og elskiligi karakter
urin mítt hjarta.
Okkurt fyri ung
og gomul
Umframt málbólkin, ið er
Strok lesarar, vóru yngri
børn og foreldur væl umboð
aði í Norðurlandahúsinum
fríggjakvøldið, tá eg var til
showið. Hetta høvdu leik
stjóri og tey, ið stóðu fyri
showinum hugsað um, og
vóru fleiri ting skrivaði inn
í leikritið, fyri at undirhalda
hesar áskoðarar. Fyri tey
yngstu var tað fyrst og
fremst klovnurin Jo Jo, sum
var eitt festligt innslag, með
an referansur til Clinton vit
janina, og luttøkan hjá Jens
Marna, ið sjálvironiska leik
lutinum, sum poppstjørnan
S’marni, var stuttlig fyri
okkum eldru áskoðarar.
Umframt at levera eina
songrødd, sum var klassar
betur enn flest allar hinar,
so var Jens Marni heilt stutt
ligur á ein eitt sindur undir
fundigan hátt. Pláss var eisi
ni í skránni, til at hann slapp
at útfolda seg í strømmum
kovboybuksum við Kjølar
klassikaranum
»Misery«,
sjálvt um hetta á onkran
hátt tyktist, sum ein ífylla
at leingja um skránna, so
var hetta rættiliga beinrakið.
Stórur prosentpartur av for
eldrunum minnast tíðina, tá
Kjølar vóru hot, og munnu
hava verið í bæði einum og
tveimum dansum, har Jens
Marni hevur sungið henda
sang.
Lættur poppur
Tónleikurin var eitt slag av
løttum tyggigummi poppi,
og vit sluppu m.a. eisini at
uppliva tey løgini, ið vit
kenna frá Meylu og Knøtti.
Løgini eru av rættiliga ymis
kari góðsku, men eru sum
so heilt ok. Sett í henda
samanhangin við risastórum
showi og peppaðum dansa
runum riggaði tað.
Hóast tónleikurin var upp
tikin frammanundan, so
sungu Meyla, S´marni, Jóg
van Líggjas og Dia Regin
live, og tað var gleðiligt at
síggja, at tey ikki valdu
playback loysnina.
Samanumtikið var showið
gott, og einasta ordiliga
óhepni parturin av tiltakin
um var endin, tá ballónir,
við Burger King frámerki
duttu úr loftinum, at lýsing
ar fyri tílíkt skal sleppa inn
í hetta showið, ið millum
annað verður stuðlað av
Tórshavnar
kommunu,
kann tykjast óheppið, men
hetta er eftir hondini sovorð
ið, ið man ikki sleppur und
an. Men hetta var ikki keði
ligasti parturin. Salurin í
Norðurlandahúsinum er so
skipaður, at ballónir ikki
duttu niður á aftastu røðini
av stólum, og tí vóru tað
børn, ið onga ballón fingu,
meðan onnur fingu fleiri.
Tosaði við eina mammu, ið
segði, at showið hevði verið
eitt hitt fyri hennara son,
heilt til endan, tá hann onga
ballón fekk.
Risa show í barnahædd
Arbeiðsuppgávurnar eru m.a.:
• at hava umsjón við økjum og ognum hjá
kommununi
Vit vænta at tú:
• hevur leiðsluroyndir
• dugir væl at samstarva við onnur
• ert røkin og dugir væl at arbeiða
sjálvstøðugt
• hevur teldukunnleika
• hevur koyrikort
• kann ráðgeva í tekniskum viðurskiftum.
Vit kunnu bjóða:
• møguleika fyri skeiðum innan arbeiðskøið
• eitt fjølbroytt og spennandi starv við góðum
møguleikum at menna seg
Setanarviðurskifti:
• Starvið er fulltíðarstarv
• Lønar- og setanarviðurskifti verða sambært
sáttmála mikkum KAF og avvarandi
yrkisfelag.
Skrivlig umsókn skal sendast til:
Sørvágs kommunu
Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur
Umsóknirnar skulu merkjast
»Umsjónarformaður«
Eru spurningar, fæst meira at vita við at
ringja á tlf. 363200 ella 233200.
Sørvágs kommuna skilar sær rætt til at velja
ímillum umsøkjaranar ella ongan at seta.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Umsóknarfreistin er 31. oktober 2007
kl. 12.00
Sørvágs Kommuna
www.sorvag.fo
Søkt verður eftir
Umsjónarformanni
at byrjað 15. november 2007
ella eftir nærri avtalu
V a r ð a g ø ta 8 · F O - 3 8 0 S ø r V á g u r
S O r V a g @ S O r V a g . F O · t e l 3 3 2 0 0 4
Frá Sláturmiðstøðini
Vit hava yvirtikið arbeiðið hjá AG – Kjøt á Toftum
Vit eru byrjaðir at fletta, so um tú ikki hevur tíð
og orku, so eru vit til reiðar at hjálpa tær, óav-
markað nøgd.
Eisini er møguleiki at bíða, ímeðan flett verður.
Vit kunnu eisini skipa fyri flutningi, um tað er
neyðugt.
Skjótt og væl úr hondum greitt.
Ring: 21 67 47 ella 28 67 87
Sláturmiðstøðin
Fjøruvegur 1 · 785 Haraldssund
Meyla var stóra stjørnan, men hon var væl hjálpt av peppaðum og væluppløgdum dansarum
Mynd: Ólavur Frederiksen
Jákup Weyhe var sum altíð í essinum - her við diapodinum,
sum hann hevur gjørt at "telepatera" við...
Mynd: Ólavur Frederiksen