Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. oktober 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 200 - 16. oktober 2007 13 viðmerkingar Ætlanin var at skipa fyri sama tiltaki, sum skipað varð fyri, tá Italia vitjaði í Havn í juni. Vit ætlaðu at hava stórt tjald við Gunda­ dalshøllina, og høvdu søkt um at sleppa at skeinkja øl. Eitt slíkt tjald er sera kostn­ aðarmikið, og tad skuldi øl­sølan m.a. fíggja. Tjaldið skuldi tryggja, at fólk kundu standa í turrum umhvørvi saman við hugna­ ligum livandi tónleiki, anlitsmáling og sølu av fløggum, turrukløðum, húgvum o.ø. Vit vita jú hvussu veðrið kann arga okkum, og tí vóru fólk sera fegin um hetta tjald. Eftir tiltakið í juni fingu vit nógv rós frá mynduleik­ um og fólki annars, um at hettar var eitt væleydna tiltak og alt fór siðiliga fram. Fólk heittu á okkum um at skipa fyri slíkum tiltaki aftur. Tað eru 3 vikur síðan vit søktu loyvisnevndina um at sleppa at skeinkja veikt øl, og svarið kom týsdagin. Svarið er einfalt: Vit sleppa ikki at skeinkja øl, tí so koma vit út á eina ”glíði­ breyt”. So skulu øll fót­ bóltsfeløg í Føroyum hava loyvi at skeinkja øl til teirra dystir! Og orsøkin til at vit fingu loyvi seinast, var tí tað vóru heimsmeistararnir vit spældu móti. Og felagið hevði 10­ára føðingardag. Hesuferð eru tað vara­ heimsmeistararnir sum vitja (sum eisini er ein fótbóltsrisi) og vit halda enn 10­ára føðingardag(1997­2007). So vit standa spyrjandi, og skilja als einki. Ein sera veik grundgeving at koma við frá loyvisnevndini, halda vit. Nevndin hevur brúkt sera nógva tíð og orku at fyrireika hetta tiltak, og væntaði, eftirsum tað gekk so væl seinast, at fáa loyvi at selja øl aftur hesuferð. Vit hava mist alla vón um at fáa tiltakið at bera seg, og hava tí avgjørt ikki at seta nakað tjald upp, ei heldur skipa fyri nøkrum øðrum tiltøkum. Vit eru so skuffaðir nú, at vit hava ikki orku at skipa fyri nøkrum hesuferð. Vit vilja hervið biða ors­ aka til limirnar fyri hesu støðu, vit eru í nú. Vit mugu bert finna uppá okk­ urt nýtt næsta ár. Kanska vit sleppa at skeinkja øl aftur um 5 ár, tá vit hava 15­ára føðingardag, hvør veit….livst so spyrst ! Til tykkum, sum hava møguleika at vitja SMS og ogna tykkum atgongu­ merkið, góðan dyst ! Síggjast í Italia í november ! 12. Maður í nógvum mótvindi 12. Maður Tað er so nógv frammi fyri tíðina um flogvallir og undirsjóvartunnlar. Ja, tað sær enntá út til, at vit fáa fleiri altjóða flogvallir á ymiskum útoyggjum við har til hoyrandi undir­ sjóvartunnlum, so her verður sanniliga lagt uppfyri við útjaðara­ politikki nú til valið. Hetta við samferðsluni er eftir hondini vorðið nakað løgið nakað. Tað er næstan sum um alt er farið í sjálvsving. Vit kunnu ikki góðtaka nakað minni enn tað perfekta samferðslukervi við breiðum Rambøll vegum millum hvørt einasta hús, tunnlar av alskyns slagi við telefon og lampett, og hópin av flogvallum við bæði tvør­ breyt og glíðibreyt. Her skal einki vera at seta fingurin á, tí tað tænir landinum. Byggja vit ein vegastubba henda veg, og ein undirsjóvartunnil hin veg, hava vit vunnið tað inn aftur eftir ongari tí. Ja! Faktiskt hava vit ikki ráð at lata vera. Men hvat er hetta, sum ger, at tá tað snýr seg um vegir og tílíkt, má alt vera 100%, meðan vit góðtaka hálvar og ongar loysnir á so nógvum øðrum økjum? Er hetta ikki tann beri panikkur? Hevði mann kanska kunna ímyndað sær, at alt Almanna­ og Heilsumála­ ráðið brádliga stó á gosi, tí tey høvdu funnið eina gamla óansaða konu norðuri á Trøllanesi, ið mátti fáa eitt pláss á ellisheimi beinanvegin? At umboðið í Norður­ kallsoyar valdømi hótti við at fara í hungursverk­ fall, um tað ikki gekk nóg skjótt? Ein krønika av eini aðrari verð, men júst tað, ið eyðkennir politikkin, tá talan er um vegir, havnir, tunnlar og flogvallir. Nú mugu tit ikki misskilja meg. Eg havi einki ímóti einum fastari sambandi við granna­ oynna fyri sunnan. Tað unni eg teimum væl. Eisini sjálvt um einki fólk búi har, varð hetta ein fín íløga í fyrstafloks byggilendi, og ein kær­ komin víðkan av miðstað­ arøkinum. Men at renna soleiðis avstað, tað mátti ikki veri neyðugt. Kortini hevur mann longu lagt til brots, og er tað óiva einki annað enn ørkymlan og óvani at broyta mál og mið mitt í øllum rokanum. Avgerðin er tikin, og vit mugu víð­ ari til næsta mál. Hinveg­ in er hetta eisini enn eitt dømi um, at tá tað snýr seg om asfalt og betong, so er munandi lættari at klintra uppá toppin. Tí er neyðugt at hyggja nærri eftir, um tað ikki er í raðfestingum landsins, at neyðugt er at seta inn. Hyggja eftir, um fólk skilja tann politikkin, ið verður lagdur fyri dagin, og um tey kenna seg aftur í honum. Tað eru til dømis nógv fólk ið Føroyum, ið ikki megna at fylgja við í t.d. stórum útbyggingarætl­ anum, teoretiskum loys­ ingarpráti um altjóða rætt, og øðrum líknandi. Tey vilja hava meiri ítøkiligar frágreiðingar um dagligdagin. Hvussu skipa vit okkum, og okkara sosialu skipanir? Fer Føroyar yvirhøvur at hava ráð til at lívgjarga teimum gomlu og veiku, tá mann í dag áhaldandi setur tey í síðstu røð? Fer tað yvirhøvur at vera stuttligt at búgva her, um neyðin hjá summum verður trýst meira og meira upp í eyguni á teimum væl bjargaðu? Sjálvur ivist eg ikki í, at vit megna at taka okk­ um av okkara egnu. Tað snýr seg bara um at býta virðini rætt, og ikki allatíðina lata samferðslu­ kervið sleppa fram um. Ei heldur at veita ovur­ honds stóran stuðul til deyðar vinnur so sum rækjuvinnuna á sinni og kolagrevstur, ella at lata skattalætta tá ongum tørvar hann. Dømini kunnu vera mong. Vit eru eitt ríkt land, sum hevur allar møgu­ leikar fyri at lívbjarga sær sjálvum, bæði sterk­ um og veikum. Tað snýr seg bara um at menna allar tættir í samfelag­ num, og ikki einans útvaldar partar, meðan restin søkkur aftur í myrku miðøld. Eitt heilt samfelag, takk! Petur í GonG Viðmerking til Eyðgunn Samuelsen um menn í politikki. Jú, tað veldst um eygað sum sær – og hvat ein sjálv­ ur og fjølmiðlarnir velja at seta fokus á og bera fram fyri almenninginum. Skal gera vart við, at í okkara roynd at reka ein konstruktivan andstøðu­ politikk, hava vit lagt sera nógv og fjølbroytt uppskot fram á ting, við tí fyri eyga, at seta fokus á ymisk viðurskifti, sum vit halda hava týdning fyri sam­ felagið og borgararnar, og sum eiga at fáa eina skilagóða loysn. Tá tú lýsir politiska landslagið sum eitt ein­ týðugt og sera einsrættað lið, ið einans hevur ans fyri, og arbeiðir fyri nøkrum ávísum viðurskift­ um, tað sum tú nevnir asfalt og betong, so haldi eg, at tað í minst líka so stóran mun er tín dentur á asfalt og betong, sum kemur til sjóndar. Tú, og fyri so vítt fjølmiðlarnir í landinum, sum hava kunna teg og Føroya fólk um, hvat er borið fram á ting á politiska pallinum hesar seinastu vikurnar, kundu eisini, og eins væl havt valt at føra fram tey positivu og konstruktivu uppskotini og fyrispurningarnar, sum andstøðan hevur lagt á tingborð, nú í september­ og oktobermánaði. Men tað valið gjørdu fjølmiðl­ arnir ikki, tíansheldur formaðurin í Demokratia. Kanska er orsøkin hon, at tú á ongan hátt ert kunnað um tað sum í veruleikanum fór fram í politisku skipan­ ini, umframt asfalt­ og betonguppskotini hjá monnunum, sum tú hevur valt at rópa tey. Vil her stutt royna at tríva í nøkur mál úr rúgv­ uni, har Tjóðveldi hevur gjørt royndir at ávirka samfelagið tann positiva vegin, bara hesar seinastu vikurnar. Nøkur mál, ið vit halda hava stóran týdning fyri samfelagið, men sum fjølmiðlarnir gera lítið burturúr, fyri ikki at siga einki, og sum almenning­ urin harvið hevur lítlan møguleika fyri at vera kunnaður um. Fyrstu viku í september legði Tjóðveldi fram upp­ skot um, at vit í Føroyum skuldu taka undir við Kyoto frumskjalinum og taka fulla ábyrgd og okkara part av skyldunum á globala umhvørvisøkinum. Aðru viku í september legði Tjóðveldi fram upp­ skot um at skipa Tjóðar­ lundir í Føroyum, sum hevur til endamáls at menna, tryggja og varðveita føroysku náttúruna. Í somu viku var uppskot lagt fram í tinginum av Tjóðveldinum um bata í barsilsskipanini, har vit mæltu til at geva pápanum rætt til barsilsfarloyvi í staðin fyri ella saman við mammuni í heilt serstøkum førum. Hetta er, um mamman doyr ella av einhvørji orsøk fellur frá og ikki er før fyri at taka sær av barninum. Eisini uppskotið, um at veita barnagjald til einsa­ mallar uppihaldarar, varð lagt fram í tinginum. Uppskotið hevur endamáls at veita einsamøllum uppihaldara eitt árligt barnaískoyti fyri hvørt barnið, sum er undir 18 ár. Skotið verður upp, at upphæddin verður hálvt sætta túsund krónur árliga. Triðju viku í september legði Tjóðveldi fram upp­ skot í tinginum um skipan av miðvísari gransking av javnstøðu millum kynini, á øllum økjum í samfelag­ num, og dentur varð lagdu á, at hendan gransking skal fáa til vega hagtøl um støðuna, og javnvágina millum kvinnur og menn, innan flestu økir í samfelagnum. Hesa vikuna legði Tjóðveldi eisini uppskot fyri tingið um at seta ein barnaumboðsmann, ein umboðsstovnur, ið tænir børnum, bøtir um barnakor og tekur sær av teimum rættindum og tí tørvi, ið børn hava sambært lógini. Eisini var uppskot um at heita á landsstýrið um at leggja fram løgtingslógar­ uppskot um broyting í løgtingslógini um almanna­ pensjónir o.a., sum broytir veitingarnar fyri fyritíðar­ pensjón soleiðis, at veiting­ in fyri lægstu fyritíðar­ pensjón verður á sama støði sum fyri meðal fyritíðarpensjón. Hetta er triðju ferð Tjóðveldi í hesum valskeiði roynir at bøta um korini hjá fyritíðar­ pensjonistum við lægstu fyritíðarpensjón. Seinastu viku í septemb­ er var uppskot lagt fyri tingið um broyting í revsi­ lógini, soleiðis at revsingin fyri neyðtøku og kynsliga misnýtslu av børnum skal gerast harðari. Fyrstu viku í oktober var uppskot lagt fyri tingið um broyting í almannapensjón­ um, sum hava til endamáls at broyta lóggávuna soleið­ is, at fólkapensjónistar og fyritíðarpensjónistar kunnu verða longri á arbeiðs­ marknaðinum og hava arbeiðsinntøku afturat pensjónini uttan at verða revsað fíggjarliga. Higartil hevur viðbótin til fólkapensjón, viðbótin til fyritíðarpensjón og grund­ upphæddin til fyritíðar­ pensjón verið lækkað við 60% av inntøkugrundar­ lagnum, við broytingini verða hesar veitingar nú lækkaðar við 30% av inntøkugrundarlagnum. Somu viku varð uppskot eisini lagt fram um, at Demokratia skal kunna halda fram við gagnliga virksemi sínum eftir árs­ skiftið komandi, og at nevndin fær økta fíggjar­ játtan úr 103.000 kr. í 2006, 325.00 kr. í 2007, til at fáa hála millión krónur í 2008. Vóni, at eg við hesum fáu, men eftir okkara met­ ing týdningarmiklu málum, løgd fram á tingborð hesar seinastu vikurnar, havi givið bæði tær og borgar­ unum eina meiri fjølbroytta mynd av, hvat vit sum politikarar vilja loysa úr lagdi og leggja dent á í nútíðarsamfelagnum. Og alt hetta fer fram, uttan at fjølmiðlarnir taka tað upp og kunna almenningin, harvið verður tað ein sera einstátta og lítið nýanserað mynd av politikkinum, sum verður lýst. Mikrofoninar og fotolinsurnar trívast eftir øllum at døma best í asfalt og betongumhvørv­ inum hjá makthavarunum. Jú, tað veldst nú nógv um eyga sum sær – Eyðgunn, og hvørjar “søgur” fjølmiðlarnir velja at fortelja almenninginum. Tað veldst um eyga sum sær – Eyðgunn Heidi Petersen