Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-16, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. oktober 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 200 - 16. oktober 2007 Sosialurin Gráa gullið SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Tað er ein sera skilagóð avgerð, sum fíggjarmálaráðharrin hevur tikið við, at almenn starvsfólk kunnu nú velja at halda fram í starvinum, til tey verða 70 ár. Tað, sum sagt verður í tíðindaskrivi frá Fíggjarmálaráðnum, er púra rætt, at í einari tíð, har arbeiðsgevarar sóknast eftir arbeiðsmegi, er rætt og rímuligt, at tey, sum hava hug at halda fram á arbeiðsmarknaðinum eftir 67 ára aldur, fáa tann møguleikan Tann 1. november 2007 fer fráfaringaraldurin hjá sáttmálasettum starvsfólkum innan hitt almenna úr 67 árum upp í 70 ár. Í stuttum ber broytingin í sær, at sáttmálasett starvsfólk hjá tí almenna eftir nevnda dag kunnu halda fram í starvi, til tey verða 70 ár. Hinvegin hava starvsfólk sjálvandi framvegis rætt at fara frá fyri aldur, tá ið tey eru vorðin 67 ár. Verandi fráfaringaraldur er sum púra rætt verður sagt eitt krepputiltak. Tað var í kreppuárunum, tá ið nógv gingu arbeiðsleys, at almenni fráfaringaraldurin fór niður í 67 ár. Um allan vesturheimin er ein farin at tala um ”tað gráa gullið”. Við hesum verður hugsað um, at eldri medarbeiðarar ofta sita við eini ómetaliga stórari og virðismiklari vitan. Henda vitan hevur alstóran týdning fyri stovnin ella fyri fyritøkuna. Privati arbeiðsmarknaðuirn eitt nú í Norðurlondum hevur langt síðan fatað hetta og ger alt fyri at varðveita tey eldru í vinnu. Eisini hitt almenna í Danmark ger sítt. Seinasta tiltakið í Damark er, at øll yvir 64 ár, ið vilja aftur á arbeiðsmarknaðin fáa 100.000 kr. í botnfrádrátti. Tað er at vóna, at mong fara at brúka møguleikan, ið nú stendur opin, og eldrapolitikkurin eigur at lagast soleiðis, at eldri starvsfólk kunnu halda fram at arbeiða eftir 67 ára aldur, eitt nú niðursetta tíð. Ein sera skilagóð avgerð, sum ivaleyst fer at gagna bæði løntakarum og stovnum. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Eydna Skaale eydnaskaale@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00­13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Stóð á dúkinum, sum var spentur yvir um Tórsgøtu, Altjóða Psykiatridagin 10. oktober – og øll varnaðust vit helst orðini. Sama dag­ in var yvirskriftin á forsíðu­ ni á Sosialinum ‘Øll kunnu gerast svøk’, samrøða við hollu Fíu Lamhauge, sum í greinini eisini segði, at ein av fýra gerst sálarsjúkur á lívsleiðini. Alskyns spennandi tiltøk vóru á skránni, og fløvandi var at Miðlahúsið var á tremur við fólki hetta kvøld­ ið psykiatridagurin var. Undri meg mangan, hvussu til ber, at tað tykist at vera ósømiligt at tosa ov nógv um sálarsjúku, tá vit øll kunnu gerast sálarsjúk. Nógv av teimum sum eru sálarsjúk liva heilt væl longri tíðarskeið, onnur klára seg heilt væl, um bert tey fáa rætta stuðulin ella viðgerðina. Og so eru tey mongu, sum fá ein smeit á lívsleiðini og annars liva væl. Sjúkrasøgurnar og lagnurnar eru altíð ymiskar og trupult kann og skal vera at generalisera. Eitt er tó púra vist, og tað er, at eitt hitt týdningar­ mesta, eisini hjá tí sálar­ sjúka er, hetta við at hava nakað at fara upp til, kensl­ an av at tað er brúk fyri mær og at eg geri ein mun, er sera umráðandi. Haldi at vit í Føroyum eru komin alt ov stutt í mun til eisini geva teim sálar­ sjúku og øðrum við skerd­ um førleika ein møguleika á arbeiðsmarknaðinum. Nú arbeiðsloysið er met­ lágt, átti at verið sjálvsagt, at rúm eisini var fyri teim­ um við skerdum førleika. Havi í fleiri ár arbeitt bæði í Danmark og í Føroyum innan sonevnda rúmliga arbeiðsmarknaðin. Eitt sera jaligt arbeiðsøki, tí har eru so nógvar ‘sólstrálusøgur’! Royndir mínar eru, at um rúm skal gerast fyri øllum, er neyðugt at tað almenna gongur á odda. Vard størv á øllum almennum arbeiðs­ plássum er avgjørt ein gongd leið, men eisini lóg­ arkarmurin krevur ábøtur í so máta. Í Danmark rinda øll arbeiðsplássini hjá stati­ num í eina pulju, so tað verður beinleiðis motiver­ andi at seta fólk við skerd­ um førleika í starv. Puljan rindar ein part av lønini hjá tí í varda starvinum, um­ framt at tað almenna rindar ein part. Í Danmark hava tey gjørt ein sonevndan mentorskip­ an. Ein mentorur er ein, sum nakrar tímar um vik­ una í eitt tíðarskeið burt­ urav tryggjar, at eitt starvs­ fólk við serligum tørvi kennir seg væl á arbeiðs­ plássinum. Tað kann bæði vera sosialt og fakliga. Arbeiðsplássið fær so endurgoldið mentortím­ arnar frá tí almenna. Mill­ um annað var ein kvinna, sum eftir eina heilabløðing hevði ilt við at skipa dagin, tá hon var til arbeiðis. Hon fekk ein mentor sum hjálp­ ti henni við at raðfesta uppgávurnar og leggja henni lag á. Eisini var ein sum hevði verið sjúk í longri tíð vegna strongd. Hendan fekk eisini ein mentor, tá hon kom aftur til arbeiðis, sum hjálpti henni at byrja við, so hon kom væl inn í uppgáv­ urnar, og fekk áræði til at megna arbeiðsdagin aftur. Nú tosað verður nógv um hetta við at fáa útlendska arbeiðsmegi higar, er mentorskipanin eisini gagnlig. Mentorarnir kunnu tá, umframt at seta útlendska starvsfelagin inn í uppgávurnar eisini hjálpa og læra nýggja starvsfelaga­ num málið við at tosa við tey, og harafturat kann mentorurin læra nýggja starvesfelaganum um okkara arbeiðsmentan. Í dag er kapping um bestu starvsfólkini. Um arbeiðsplássið er rúmligt, gevur tað starvsfólkunum eina kenslu av, at tey kunnu kenna seg trygg. Tey hugsa:”Sum eg eri heppin at starvast her. Um eg fái trupulleikar, fara tey kort­ ini at kýta seg til tess at eg kann verða verandi her – so her vil eg vera!” Eisini er IN, at vera eitt arbeiðs­ pláss sum tekur sosiala ábyrgd – men lógarkarm­ urin krevur eisini ábøtur. Mentorskipanin kundi verið eitt uppskot ... men afturat henni ber til at gera alskyns munagóðar loysnir, um vit hva ein lógarkarm sum rúmar tí. Hvør er svakur? BERgtóRA HøgNAdóttIR JoENSEN Á býráðsfundinum tann 11. oktober var eitt av málinum leiguavtalir um tær áleið 100 traðunum, sum kommunan leigar út. Á fundinum uppstóð rok millum ómoralska javn­ aðarborgarstjóran (Heðin Mortensen) og tveir av hansara samgongufelagum, sum hildu, at borgarstjórin átti at farið av fundinum meðan málið var til viðgerðar. Grundgevingin var, at borgarstjórin hevur eina leigutrøð frá kommununi og var innhabilur í við­ gerðini, tí hann skuldi viðgera seg sjálvan. Men borgarstjórin helt seg ikki vera innhabilan og at­ kvøddi fyri, at m. a. trøðin, sum hann leigar frá komm­ ununi kann ganga í arv. Tað var tað, sum rokið handlaði um. Samgongu­ felagir átalaðu og hildu, at borgarstjórin (Heðin Mortensen) úr Javnaðar­ flokkinum handlaði ómoralskt. Tað er møguligt, at stevnu­ skráðin hjá Javnaðarflokk­ inum skuldi verið víðkað við “hugsa um teg og tíni fyrst” síðani Heðin Mortensen bleiv javnað­ armaður. Tað var tann fatan ein fekk á býráðsfundinum. Ómoralskt av Heðin Mortensen býráðslimur HøgNI MIKKELSEN