týsdagur 16. oktober 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 200 - 16. oktober 2007
Meiri grønlendskt sjónvarp
Landstinglimurin Kristian Jeremiassen úr Atassut heldur, at alt ov
fáa sendingar á grønlendskum máli eru í grønlendska sjónvarpinum
KNR. Hann sigur, at hann ætlar sær ikki at leggja seg út í sendingar
hjá sjónvarpinum, men hann heldur tó, at sendingar á
grønlendskum kundu komið á skránna ístaðin fyri nógvar av
krimisendingunum, sum verða sendar hvørja viku. Kristian
Jeremiassen fer nú at biðja landsstýrið um pengar til grønlendskar
sendingar.
ingahavnini
láni. Tað er skomm fyri
okkum, sum alt liggur og
sløðist og rekst, sigur hann.
Vit spurdu eisini Ólav,
hvussu tað kennist at vera
ein av føroyingunum, sum í
fleiri ár hevur havt sína
inntøku í øðrum landi, sam
stundis sum vit í dag halda
so fast um okkara egna
arbeiðsmarknaða – og treyð
ugt vilja lata onnur sleppa
higar at arbeiða, nú at kalla
øll vinna og fiskifloti rópa
eftir arbeiðsfólki.
Eg trúgvi neyvan, at
nøkur onnur tjóð hevur havt
so nógv fólk í øðrum lond
um sum Føroyar, og tí dugi
eg ikki at síggja, hvør tann
stóri trupulleikin er – um
hesi arbeiða heima hjá okk
um upp á somu teytir, sum
vit arbeiddu og arbeiða hjá
teimum.
Hann sigur, at tykist
undarligt at hoyra, hvussu
føroyskir
myndugleikar
royna at halda útlendskari
arbeiðsmegi burtur í Føroy
um.
Vit tóku land bæði í
Íslandi og Grønlandi, og vit
hava tikið land í nógvum
øðrum londum við. Vit
arbeiða eisini í nógvum
ymiskum londum í dag. Tí
dugi eg illa at síggja, hvør
tann stóri trupulleikin er,
um hetta er undir skipaðum
viðurskiftum, sigur Ólavur
í Mittúni, sum saman við
Sólvág og Sólborg gleðir
seg til veitsluna á Sjó
kaféini.
- Vit fara at vísa myndir frá tí góðu og gomlu tíðini, og vit fara eisini at vísa myndir, sum lýsa,
hvussu Føroyingahavnin sær út í dag, sigur ein av fyriskiparunum
Herfyri fekk norð
maðurin Tom Rich
ard Kristiansen ein
velduga stóran kalva
í gørnum sínum.
Norðmenn siga, at
hetta er størsti kalvi,
sum veiddur er í
norskum sjógvi. Men
spurningurin er, um
kalvin, sum føroyski
skiparin Hjalgrím
Vestergaard fekk við
Skjøtninberg, ikki var
størri
Kalvi
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Størsti kalvi, sum norðmenn
vita um er veiddur í
norskum sjógvi, er kalvin,
sum Tom Richard Kristian
sen fekk í gørnum sínum
herfyri. Hesin risakalvi vig
aði heili 629 pund, sum er
49 pund meira enn gamla
metið, sum soleiðis var 580
pund.
Vit vita tó ikki, um Tom
Richard hevur fingið nýggja
metið skrásett og góðkent.
Kalvin hjá honum varð
máldur at vera tríggjar met
rar langur og ein metur
breiður.
Seks kurvar
Sosialurin hevur frætt, at
ein føroyskur skipari í
Noregi, Hjalgrím Vester
gaard av Tvøroyri, fekk ein
velduga stóran kalva í norsk
um sjógvi í 2001.
Hjalgrím var tá skipari
við norska skipinum Skjøt
ninberg.
Á tí eina túrinum fingu
teir ein kalva, sum var 2,85
metrar langur, 1,36 breiður
og 50 sentimetrar tjúkkur.
Teir skóru upp í seks kurv
ar av flaki og haraftrat
varð nógv koyrt burtur,
sigst.
Helst størri
Kønir meta, at kalvin, sum
føroyski skiparin fekk út
fyri Tanafjørðinum í Noregi,
hevur verið størri enn
norska metið.
Hetta er tó ilt at siga, tá
hesin ongantíð kom til
lands og tískil ikki varð
skrásettur nakrastaðni.
Kalvin
hjá
Hjalgrími
Vestergaard var eitt sindur
stytri, men munandi breiðari
enn kalvin hjá Tom Richard
Kristiansen.
Yvirvaksnir kalvar
Kalvin, sum Tom
Richard Kristiansen
fekk (mynd), vigaði
629 pund. Hann var
tríggjar metrar langur
og ein metur breiður
Kalvin, sum Hjalgrím
Vestergaard og
hansara menn fingu
við Skjøtninberg, var
2,85 metrar langur og
1,36 metrar breiður
- Nú bjóða vit til veistlu, har øll, sum hava starvast í
Føroyingahavnini, eru vælkomin – bæði tey, sum hava arbeitt uppi á
landi og tey, sum hava róð út har yviri, sigur Ólavur í Mittúni