Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. oktober 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 200 - 16. oktober 2007 Lítil fiskur á Vestfirðum Fiskavirkini á Vestfirðum í Íslandi fáa altsamt minni og minni fisk at arbeiða. Í síðsta mánað fingu virkini 2.800 tons, og tað var 1.200 tons minni enn í sama mánaði í fjør. Toskanøgdin var 1.300 tons minni enn í fjør. Á Ísafirði, sum er størsta plássið á Vestfirðum, hevur afturgongdin verið serliga stór. Í september komu bara 584 tons upp á land har samanborið við 1.186 tons í september í fjør. Á Flateyri var afturgongdin uppaftur størri. Svimjihøllin í Havn opin í heystfrítíðini Nógvir havnarborgarar hava eftirlýst, um hvørt svimjihøllin í Havn verður opin í heystfrítíðini. Týsdagin, hósdagin og fríggjadagin verður opið fyri almenninginum frá kl. 6.45 um morgunin til kl. 20 um kvøldið. Mikumorgunin verður bara opið fyri almenninginum millum kl. 6.45 og 9.00 um morgunin. Fólk, sum arbeiddu í Føroyingahavnini og róðu út haðani í sínari tíð, hittast nú til veitslu á Sjókaféini í Runavík. – Vit fara at vísa gamlar myndir frá hesi góðu og gomlu tíðini, og vit fara eisini at vísa myndir sum lýsa, hvussu umhvørvið sær út í dag, sigur Ólavur í Mittúni, sum var leiðari á Sjómansheiminum í Føroyingahavnini í fleiri ár Veitsla Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Leygardagin 3. november verður skipað fyri veitslu fyri teimum, sum gjøgnum árini hava virkað í Føroy­ ingahavnini, bæði á landi og sjógvi. Stigtakarar til til­ takið, sum verður á Sjókafé­ ini í Runavík, eru kvinn­ urnar, Sólvág Bolstad og Sólborg Joensen, sum báðar arbeiddu har yviri í í sínari tíð. Sólvág er ættað úr Sand­ vík, men býr í Havn, meðan Sólborg er ættað úr Kol­ banagjógv og býr í Skála­ firði. ­ Báðar arbeiddu á Sjó­ mansheiminum í Føroyinga­ havnini, meðan eg arbeiddi har yviri, sigur Ólavur í Mittúni í Klaksvík, ið byrj­ aði sum hjálparfólk í 1968 og tók við sum leiðari í 1970. Nú tiltakið »Vit tóku land«, sum tey rópa tað, verður á Sjókaféini, hevur Ólavur eisini ein leiklut sum fyriskipari. ­ Eg var í Føroyingahavn­ ini í átta ár, og eg var eisini har yviri, tá virksemið var í hæddini. Ólavur er útbúgvin mas­ kinmaður, og áðrenn hann tók við leiðsluni á Sjómans­ heiminum, passaði hann eisini el­verkið í Føroy­ ingahavnini í eini trý ár. Øll vælkomin Hetta er aðru ferð, at skipað verður fyri veitslu fyri fólki, sum hava arbeitt í Føroy­ ingahavnini ella róð út hað­ ani. ­ Fyrra veitslan av hesum slagi var 12. mars í 2005. Hon varð hildin á Hotel Før­ oyum, har eini 70 fólk sótu til borðs og hugnaðu sær gjøgnum kvøldið. Ólavur sigur, at tær báðar, Sólvág og Sólborg, sum eisini tóku stigið í 2005, tá bara vístu á tey árini, sum tær høvdu verið í Føroyinga­ havnini. ­ Nú bjóða vit til veistlu, har øll, sum hava starvast í Føroyingahavnini, eru væl­ komin – bæði tey, sum hava arbeitt uppi á landi og tey, sum hava róð út har yviri. Hann sigur, at á veitsluni fyri skjótt trimum árum síðan vóru ymisk fólk, sum hava havt sína gongd í Føroyingahavnini, og mill­ um hesi var eisini Jens Kannuberg, sum í nøkur ár var stjóri á fiskavirkinum á Nordafar. Tey, sum kundu hugsað sær at verið við í Sjókaféini leygardagin 3. november, mugu boða frá luttøku í seinasta lagi 20. oktober. Í hesi vikuni verður lýst við veitsluni, og í lýsingini eru eisini tey telefon numm­ ur, sum ringjast skal til fyri at boða frá luttøku. Ólavur sigur, at tríggir rættir verða á skránni í Sjókaféini, og eisini verður kaffi og undirhaldi, sum tær báðar, Sólvág og Sól­ borg, taka sær av. ­ Vit fara at vísa myndir frá tí góðu og gomlu tíðini, og vit fara eisini at vísa myndir, sum lýsa, hvussu Føroyingahavnin sær út í dag, sigur hann. Spurdur, um tað eisini verður dansur, sigur hann, at tað ikki er óhugsandi. Kostnaðurin fyri hvønn verður helst einar 390 krónur. Ein familja ­ Eg var eisini í Føroyinga­ havnini í 1968, tá virksemið har yvir var í hæddini. Tá høvdu vit mesta fólkið, sum nakrantíð hevur verið har yviri. Ólavur sigur, at nógv virk­ semi var hesi árini. ­ Her var fiskavirki, sum hevði nógv arbeiði, og her var oljubryggja, har nógv skip bunkraðu. Vit høvdu Sjómansheimið, og handlar vóru, sum seldu allan reið­ skap og alt til proviantering. Í Føroyingahavnini var eis­ ini hospital, sum vit róptu tað, og minnist eg rætt, hevði hospitalið fyrstu rønt­ gen, sum var í Grønlandi. Hann sigur, at tað vóru ikki bara skip, ið eru heima­ hoyrandi um okkara leiðir, sum tóku olju og proviant í Føroyingahavnini. ­ Her vóru eisini russar og portugisar og skip úr ymiskum øðrum londum. Ólavur sigur, at hetta var ein tíð, har nógvir mentalit­ etir møttust í Føroyinga­ havnini. ­ Eg vil siga, at vit, sum arbeiddu har yviri og búleik­ aðust har gjøgnum summar­ ið, vóru sum ein stór familja. Nú vóna vit at hitta mong av hesum fólkum aftur, sigur hann. Men tíðin í Føroyinga­ havnini fekk eisini sín enda, tá toskurin í Grønlandi minkaði – og minkaði burtur í einki. ­ Tey seinnu árini vórðu ymiskar royndir gjørdar við øðrum framleiðslum, men hesar eydnaðust eftir øllum at døma ikki, soleiðis sum ynskiligt var. Virksemið minkaði burtur í einki, og sum áttitiárini gingu, var einki virksemið eftir, sigur hann. Ólavur vísir á, at fiska­ virkið í Føroyingahavnini í sínari tíð hevði líka stóra frystiorku, sum øll fiska­ virkir í Grønlandi tilsam­ ans. Illa frágingið Hann dugir ikki heilt at siga, hvat tað var, sum dróg so nógvar føroyingar yvir til Grønlands, men vísir á, at tey plagdu at tosa um eina »basillu« – Grønlands­ basilluna, sum tey róptu hana. ­ Veðrið var ógvuliga gott, serliga um sumrarnar. Hóast veturin var kaldur, merkist hetta ikki so væl, tí sum heild var lítil vindur. Tað nógva virksemið í Føroyingahavnini var um sumrarnar, og Sjómans­ heimið var bara opið einar seks mánaðir av árinum. ­ Men eg var har yviri tríggjar vetrar eisini, og hetta dámdi mær eisini væl, sigur Ólavur. Hann harmast annars um, hvussu illa Føroyingahavn­ in er frágingin av okkum føroyingum. ­ Eg haldi, at vit kundu havt ruddað uppeftir okk­ um, áðrenn vit fóru. Nú liggur alt og sløðist har yviri, og tað sær avgjørt ikki vakurt út. Eg haldi, at vit skulu fara yviraftur og gera tað, sum enn liggur á Aftur á slóðina: Ein stór familja í Føroy - Vit kundu havt ruddað uppeftir okkum, áðrenn vit fóru úr Føroyingahavnini. Nú liggur alt og sløðist har yviri, og tað sær avgjørt ikki vakurt út, sigur Ólavur í Mittúni