Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. oktober 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 200 - 16. oktober 2007 Tórshavnar Býráð fer nú undir at gera parkeringsøki til tungu og dálkandi ferðsluna uppi á Skarðshjalla PARKERING Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað hevur í longri tíð verið arbeitt við einari ætlan at flyta alla ta tungu ferðsluna út um býin, eisini tá talan er um parkering. Hetta stavar frá einum ynski um, at stór­ ir og tungir lastbilar ikki skulu verða parkeraðir hús­ anna millum til ampa fyri bæði fólk og ferðslu. Eisini hetta uppskotið er gamalt og stavar frá 2004, tá skjøtil varð settur á. Í mars 2005 samtykti fíggjar­ nevndin at taka undir við hugsanini at gera hetta par­ keringsplássið uppi á Skarðshjalla oman fyri har, sum ídnaðarøkið á Hjalla er. Samtykt varð í september hetta árið, at keypa eitt 2350 fermetrar stórt stykki fyri smáar 1,5 milliónir krónur. Men tað er kortini ikki bara sum at siga tað at byggja nakað, sjálvt um tað so bara er eitt parkerings­ pláss. Tí sambært Heilsu­ frøðiligu Starvsstovuni og løgtingslóg um umhvørvis­ vernd, kemur hetta undir »serliga dálkandi virki v. m.«, og tí er neyðugt at gera eyka íløgur og fyriskipanir, áðrenn parkeringsøkið verð­ ur umhvørvisliga góðkent. Tískil hevur verið neyð­ ugt at írokna í uppskotið regnvatnsleiðingar, oljuút­ skiljara við tilhoyri, um­ framt fínplanering, asfal­ tering og stríping. Klárt at byrja Í uppskotinum liggur, at pláss skal verða fyri 16 last­ bilum og bussum upp til tólv metra longd, sum skulu setast í uppstrikaðar básar. Samstundis verður mælt til, at kunngerðin um par­ kering í kommununi verður dagførd. Í hesum sambandi hevur Finn Ougaard, vara­ fúti, gjørt sínar viðmerking­ ar. Býarverkfrøðingurin mæl­ ir til at taka undir við upp­ skotinum, og sama gjørdi tekniska nevnd á fundi 7. september í fjør. Viku seinni samtykti fíggjarnevndin at taka undir við teknisku nevnd og játta 800.000 krón­ ur til arbeiðið. Tó mælir fíggjarnevndin frá at seta tíðaravmarkaða parkering í gildi fyri økið. Nakað seinni samtykti bý­ ráðið viðmælini og bjóðar arbeiðið út í innbodnari lisi­ tatión millum tríggjar ar­ beiðstakarar. Síðst í september í ár hev­ ur tekniska nevnd fund um málið og samtykkir at taka av lægsta tilboðnum, sum er frá Sp/f Maskinkoyring, og ljóðar upp á 1.071.746,06 krónur – uttan MVG. Fíggjarnevndin samtykti at játta 527.000 krónur aftr­ at teimum framman undan játtaðu 800.000 krónunum, og mælti anars býráðnum til at taka undir við máli­ num. Og tað gjørdi býráðið so í síðstu viku soleiðis, at nú er klárt at fara undir arbeiðið. Ótryggu ferðslu­ viðurskiftini við fim­leikarhøllina á Stórheyggi skulu nú kom­ast til lívs við 32 nýggjum­ parkeringsplássum­ PARKERING Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Ein gamal dreymur gerst nú veruleiki. Heilt afturi í september 1999 heitti Niels Nattestad á Tórshavnar Kommunu um at fáa nøktandi viður­ skifti við fimleikarhøllina á Stórheyggi, við neyðugum parkeringsviðurskiftum. Ferðslunevndin tók tá beinanvegin undir við hug­ skotinum, og mælti umframt til, at rekkverk varð sett upp við høvuðsinngongdina. Um miðan ár 2000 samtykti tekniska nevnd at beina mál­ ið í mentamálanevndina. Men har steðgaði málið upp, tí sambært fundarfrá­ greiðing býráðsins fær mentamálanevndin ikki málið fyrr enn 19. februar 2004. Tá mæltu trivnaðarstjórin og deildarleiðarin í menta­ málum mentamálanevndini til, at tekniska umsitingin, sum umsitur ferðsluspurn­ ingar, arbeiðir víðari við áheitanini hjá skúlastjóra­ num, so fleiri parkerings­ pláss verða við fimleikar­ høllina. Umsitingin hevur síðani gjørt kostnaðarmeting, og trý uppskot um parkerings­ øki eru at velja ímillum. Samtykt er at taka av upp­ skotinum hjá Sp/f Preben Hansen, sum umfatar 32 parkeringspláss. Býráðið samtykti í síðstu viku at játta 90.000 krónur til projektering og eftirlit, og arbeiðið verður nú boðið út. Tíðin er búgvin til ein palestinskan stat Tíðin er búgvin til at stovna ein palestinskan stat. Hetta heldur amerikanski uttanríkisráðharrin; Condeleeza Rice. Hetta sigur Condeleeza Rice í einum felags pressuskrivi, saman við palestinska forsetanum; Mahmoud Abbas. Stríðið millum palestinar og ísraelar hevur hægstu raðfesting hjá George W. Bush forseta. Condeleeza Rice heldur, at stríðandi partarnir arbeiða harðari uppá at fáa frið í lag, enn teir hava gjørt í nógv ár. Í november verður ein friðar­konferansa, sum skal haldast í Annapolis í USA. Betur framkomandi á Stórheyggi Her sunnantil við fimleikarhøllina á Stórheyggi skulu byggjast 32 nýggj parkeringspláss Mynd: Jens Kristian Vang Tungu akførini út um býin Á hesum stykkinum uppi á Skarðs­ hjalla skulu gerast 16 parkeringspláss til lastbilar og bussar Vátt í Reykjavík Tað hevur regnað óvanliga illa í Reykjavík í seinastuni. Veðurfrøðingurin Einar Sveinbjørnsson sigur við Morgunblaðið, at í veruleikanum hevur tað regnað næstan uttan íhald síðani miðjan august, og at tað, sum er farið av oktober, hevur avfallið verið um 100 millimetrar. So illa hevur tað ikki regnað í Reykjavík síðani 1993, sigur Einar Sveinbjørnsson. Tað árið máldi veðurstøðin avfallið í býnum til 260 millimetrar í november mánaði.