týsdagur 16. oktober 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 200 - 16. oktober 2007
Týsk sjónvarpsstøð fer á fjall
við bónda í Lamba
Landsdekkandi sjónvarpsstøðin í Týsklandi; ARD kemur til Føroya 18. oktober. Týsku
sjónvarpsmennirnir steðga í Føroyum í 6 dagar. Ætlan teirra er at filma, tá Tórfríður
Magnussen og fjallmenn hansara fara á fjall á Eystursíðuni, og á Mjóvanesi í Eystur
oynni. Upptøkurnar skulu brúkast í sendingini “Weltspiegel” fyrst í November mánað.
Weltspiegel er millum týdningarmestu sendingarnar hjá ARD. Tað lá ikki fyri hjá týska
sjónvarpsliðnum at koma til Føroya fyrr á árinum. Tí hevur Tórfríður Magnussen latið
nøkur gimburlomb ganga eftir. Tórfríður og fjallmenn hansara fara so eftir hesum
gimburlombunum, so týsku sjónvarpsmennirnir fáa filma hetta. Kjøtið frá Eystursíðuni
og Mjóvanesi er tiltikið gott, og gongur altíð skjótt og væl at selja hetta kjøtið!
Vit bara bíða. Tað
hevur gingið ógvuliga
striltið síðani vit fóru
undir verkætlanina,
og í løtuni bíða vit
eftir, at VMR fær
eina eykajáttan, so
samráðingarnar
veruliga kunnu fara
í gongd, sigur Ingi
Højgaard
SKÁLAFJARÐAR
TUNNIL
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Nú fara skjótt at verða tvey
ár síðani, at nevndin fyri
Skálafjarðartunnilin
lat
Vinumálaráðnum umsókn
um loyvi at byggja tunnil
millum
Skálafjørðin
og
Sund. Men enn hevur bert
smávegis
fundarvirksemi
verið partanna millum.
Í løtuni gongur ongan
veg. Vinnumálaráðið sigur
seg ikki kunna samráðast, tí
teir hava ikki neyðugu
ekspertisuna, og hana mugu
teir keypa sær uttanífrá. Og
fyri at kunna gera tað, mugu
teir fáa eina eykajáttan frá
Fíggjarnevndini, og henni
bíða teir eftir. Tað er í
hvussu er tað, sum sagt
verður, sigur Ingi Højgaard,
sum er ein av nevndarlim
unum í felagnum fyri Skála
fjarðartunnilin.
Hann heldur ikki, at
Vinnumálaráðið
hevur
brúkt serliga nógvar resursir
upp á málið, men leggur
aftrat, at undarførslan hjá
VMR er, at teir verða
skornir á hvørjum ári, og at
orkan tí bara minkar.
Útmeldingin frá Vinnu
málaráðnum er, at teir vænt
andi fáa umbidnu eykajátt
anina um mánaðarskiftið
oktober/november, so vit
mugu bara vónað, at so
verður. Vit vita jú, at val
skal verða í seinasta lagi
19. januar, og fáa teir
eykajáttanina merkir tað, at
vit í besta føri hava ein mán
að at samráðast í, áðrenn
val verður útskrivað. Og tá
tað er hent, gerst einki, sam
bært
Vinnumálaráðnum,
sigur Ingi Højgaard.
Viljin er alt
Nevndin fyri Skálafjarðar
tunlinum stendur tí í einari
bíðistøðu, og tað er ikki
nøkur ynskistøða.
Tað er greitt, at ætlanin
verður forskotin fyri hvønn
dag, sum gongur. Og tað
kann bara dýrka verkætlan
ina. Vit lótu jú umsóknina
inn í januar mánaði í fjør,
so tað er ikki akkurát sum,
at Bjarni Durholm ikki hev
ur havt stundir at fyrireika
seg í, sigur Ingi Højgaard.
Hann sigur, at var tað
pengar, sum Vinnumálaráð
ið bíðaði eftir, so hava teir
bjóðað sær at goldið ta
hálvu milliónina, sum uttan
lands serfrøðingurin kostar.
Men tað góðtekur VMR
ikki, og tað skilir Ingi Høj
gaard væl.
Hinvegin heldur hann, at
verður eykajáttanin latin,
skuldi nógv kunna latið seg
gjørt upp á ein mánað.
Er viljin til staðar, ber
so nógv til. Og tá vit hava
samráðst intenst í ein mán
að ber avgjørt til at meta
um, hvørt tað gerst fuglur
ella fiskur, sigur Ingi Høj
gaard.
Tað eydnaðist okkum
ikki at fáa orðið á Bjarna
Djurholm, áðrenn blaðið
fór til prentingar.
Í sambandi við kravið
frá Heilsufrøðiligu
Starvsstovuni um,
at allar kommunur
skulu hava fullfíggjað
og góðkent kloakknet
innan ár 2010, verður
nú farið undir fyrsta
stig at nútíðargera
kloakknetið í Nólsoy
KLOAKERING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Farið verður nú undir fyrsta
stig at gera kloakknetið í
Nólsoy tíðarhóskandi. Hetta
er ein ætlan, sum fevnir um
fíggjarárini 2007 og 2008.
Av tí at verandi leiðingar
í bygdini ikki finnast í tal
gildum formi, men bert í
skitsum, eru upplýsingarnar
um leiðingarnar ivasamar.
Tórshavnar
Kommuna
sigur, at teir hava gjørt eina
avtalu við IRF um at tøma
rottangarnar í kommununi,
og harvið eisini í Nólsoy. Í
hesum sáttmálanum skal
upplýsast, hvørjir tangar
talan er um, og hvussu hesir
eru plaseraðir í mun til vega
netið.
Í hesum sambandi hevur
Tórshavnar Kommuna heitt
á eina fyritøku um at máta
allar rottangar í kommununi,
og leggja teir inn á eitt tal
gilt kort.
Við at leggja uppmáldu
rottangarnar í Nólsoy sam
an við skitsuni av leiðing
unum, fæst eitt betri yvirlit
av leiðingunum í bygdini,
vísir kommunan á.
Ætlanirnar fyri 2007 eru
annars at leggja allar leið
ingar, sum í dag verða leidd
ar í havnalagið, í eitt pumpu
hús, sum síðani skal pumpa
kloakkirnar
norður
um
Kirkjutanga og út á streyma
sjógv.
Í 2008 skal so restin av
bygdini kloakerast av nýggj
um, og millum annað skulu
reinsibrunnar setast á leið
ingarnar fyri hvørjar 40
metrar.
Tríkvart millión
Fyri góðum ári síðani var
so farið undir at gera verk
ætlan, og ein ráðgevi, Pb
Consult, fór í gongd við at
gera endaligt projekt.
Grøvir skulu gravast til
kloakkirnar, og Føroya Tele
boðaði frá, at teir vóru áhug
aðir at verða við í grevstri
num, tí teir ætla at leggja
nýggjan fipurkaðal til alla
bygdina.
Talan er eisini um eina
fjarhitaskipan, sum skal ger
ast har úti, og tí er ætlanin,
at hava hetta í huga. Tað
merkir so samstundis, at
arbeiðið væntandi fer at
taka longri tíð. Tó skal fjar
hitin ætlandi ikki leggjast í
somu grøv, men hinvegin er
ætlanin at gera arbeiðið á
ein slíkan hátt, at tað slepst
undan alt ovn ógvum eyka
arbeiði, tá fjarhitaleiðning
urin skal leggjast seinni.
Mælt var til, at arbeiðið
varð boðið út í einum, tó
so, at arbeiðstøkan verður
deild upp í tvey stig, ovari
og niðari partur av bygdini.
Tekniska nevnd hevur síð
ani mælt til, at játta 750.000
krónur at fíggja kloakker
ingina.
Og hóskvøldið samtykti
býráðið so at játta hendan
pening, so arbeiðið kann
bjóðast út.
Kanna havbotnin
Síðani tann 1. oktober hevur norska
havrannsóknarskipið G. O. Sars kannað
havbotnin fram við Tromsstrondini og úti
fyri Andøya. Kanningarnar eru liður í
einari stórari verkætlan, og eftir henni
skulu serfrøðingar kanna umleið tvær mió.
ferkilometrar av havbotninum fram við
norsku strondini. Granskararnir hava longu
funnið nógv sjáldsamt og óvæntað. Millum
annað komu teir fram á hesa havmúsina
uttan fyri Tromsstrondina.
Tað gongur púra ogan veg
Kloakknetið nútíðargerast
Ingi Højgaard ótolnast eftir, at nakað skal henda í málinum um
Skálafjarðartunnilin. Men fær VMR eykajáttan, so sum teir hava
søkt um, kann nógv gerast eftir einum mánaði
Mynd: Jens Kristan Vang