Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-16, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. oktober 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 200 - 16. oktober 2007 Marjun Larsen, sum fekk krabba­ meinsviðgerð í 2001, segði í samrøðu við Sosialin fríggjadagin, at hon kendi seg ov lítið kunnaðan bæði áðrenn og aftaná viðgerðina. Sambært Føroya Felag Móti Krabbameini hevur heilsuverkið greiðir mannagongdir, sum burdu tryggja nóg góða kunning. Men orðaðu manna­ gongdirnar verða ikki altíð fylgdar KRABBAMEIN Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Tá onkologiska deildin á Landsjúkrahúsinum varð sett á stovn í 1992, varð ein kunningarpolitikkur bein­ anvegin orðaður við greið­ um mannagongdum, sum skuldi tryggja bæði sjúkl­ ingar og starvsfólk. Hetta sigur, Margret Mortensen, ráðgevi hjá krabbameins­ felagnum, sum eisini hevur arbeitt á Onkologisku Deild síðani 1993 og áðrenn tað hevði arbeitt innan krabba­ meinsøkið í Danmark í fleiri ár. ­ Kunningarpolitikkurin sigur greitt, at sjúklingurin skal verða kunnaður á skila­ besta hátt, kunningin skal ikki fara framm ígjøgnum telefon, ein sjúkrasystir skal vera hjástødd, og sjúkl­ ingurin far boð um at hava ein avvarandi við sær, sigur Margret Mortensen. Hennara royndir eru, at mannagongdir vera fylgdar á onkologisku deild, men at tað ikki kann sigast um kunningina ikki úti á deild­ unum. Har verða manna­ gongdirnar ikki altíð fylgd­ ar, kanska tí at læknar hava skund og so víðari. ­ Kunningin er ótrúliga týdningarmikil. At sjúkra­ systur er hjástødd gevur læknanum trygd, tí so er eitt vitni til, at hann veruliga hevur givið neyðugu kunn­ ingina. Og sjálvandi er tað ein stór trygd fyri sjúklingin, tí sjúkrasysturin hevur ábyrgd av at fylgja kunn­ ingini upp við samtalum og faldarum. Brúk fyri góðari kunning ­ So vítt eg veit, so hava tey allarflestu ein avvarðandi við sær til fyrstu samrøðuna. Onkuntíð kemur onkur einsamøll, kanska tí mað­ urin er sjómaður, men hetta eru undantøk, sigur Margret Mortensen. Men tað eigur ikki at koma fyri, at ein kvinna ikki verður kunnað um, at tað allarbesta er at hava onkran við sær til samtaluna, leggur hon herslu á. Eisini kunningin um møgulig hjáárin er partur av mannagongdunum á Lanssjúkrahúsinum. ­ Tá kvinnur hava fingið bæði kemo­ og stráluvið­ gerð og kanska eisini tikið knyklar undir arminum, er vandin fyri lymfodemum út í armin stórur. Og kvinnurn­ ar verða kunnaðar um rætt­ in til massaguviðgerð og eina sokallaða armhosu. Krabbameinssjúklingar skulu ganga til eftirkann­ ingar í langa tíð eftir við­ gerðina, og sjúklingar við bróstkrabba ganga til kann­ ingar í heili 10 ár. ­ Sambandið við onkolog­ isku deild verður soleiðis fasthildið, og tað hevur stór­ an týdning, at sjúklingarnir verða kunnaðir um, at teir til eina og hvørja tíð kunnu venda sær til bæði Onkolog­ isku deild og Krabbameins­ felagið, sigur Margret Mor­ tensen. Hon leggur herslu á, at flest allir krabbameins­ sjúklingar hava tørv á upp­ fylgjandi ráðgeving, tí sjálvt ein kvinna, sum bara fær ein knút tiknan, kann koma í eina lívskreppu. Nýggj heildarætlan Krabbameinsfelagið er í samstarvið við Almanna­ og heilsumálaráðið í holt við at gera eina heildarætlan fyi krabbameinsviðgerðir í Føroyum. Uppskotið um nýggja heildarætlan er gjøgnumgingið á fundi við landstýrismannin og sam­ tykt er at seta ein stýrisbólk og fylgisbólk at fyrireika heildarætlanina. Eisini varð samtykt, at samskipari skuldi setast til arbeiðið. Og á fíggjarlógini fyri 2008 eru 200.000 settir av til hetta. Jákup N. Olsen, leiðari fyri krabbameinsfelagið gleðist um, at hol nú er sett á hetta neyðuga arbeiðið, tí stórur tørvur er á at fáa greiði á, hvussu alt krabba­ meinsøkið skal raðfestast, hvørjar viðgerðir skulu vera í Føroyum, og hvørjar skulu heldur verða gjørdar uttan­ lands. Men heildarætlanin hevði ikki broytt nakað fyri til dømis støðuna hjá Marjun Larsen, staðfestir Jákup N. Olsen, tí longu í dag eru greiðar mannagongdir, sum eiga at tryggja, at sjúkling­ urin verður kunnaður bæði áðrenn og aftaná viðtalur og viðgerðir. ­ Um øll handlaðu, sum tey áttu, so varð hon kunnað – bæði um at hon burdi havt ein avvarðandi við sær til samrøðuna og um tørvin á ­ og rættin til ­ fysieotera­ peut. ­ Men kanska gleppa mannagongdirnar við hvørt, og onkuntíð hava sjúkling­ arnir ikki orku at spyrja umaftur fyri at fáa alla kunn­ ingina. Tað er keðiligt, at tey sum eru væl fyri skulu fáa bestu sømdirnar, tí nógvir krabbameinssjúkl­ ingar eru sera illa fyri, men hetta síggja vit tíverri ofta, sigur Jákup N. Olsen. Tað eigur ikki at koma fyri, at ein kvinna ikki verður kunnað um, at hon eigur at hava onkran við sær til samtaluna, sigur Margret Mortensen. Men mannagongdirnar verða ikki altíð fylgdar á deildunum, sigur hon Betri kunning til sjúklingar Ei fulla kemo­viðgerð í Føro­yum Krabbameinsviðgerðin av føroyskum sjúklingum var til í summar skipað so, at kemoviðgerð var givin í Føroyum, meðan kvinnur sum skuldu hava stráluviðgerð vórðu sendar til Danmarkar. Men í summar varð viðgerðin broytt, soleiðis at kvinnur ikki longur kunnu fáa alla kemoviðgerðina í Føroyum. Av tí at eitt nýtt evnið nú verður brúkt í viðgerðini, kunnu bara tær fyrstu tríggju viðgerðirnar fara fram her, meðan tríggjar tær síðstu verða gjørdar í Danmark. Eftirlýsa mammo­grafi Í Svøríki hava kvinnur í fleiri ár fingið bjóðað regluliga mammografiskreening, og í tað hava flestu amt í Dan­ mark sama tilboð. Føroya Felag Móti Krabbameini ynskir, at føroyskar kvinnur eisini skulu fáa hetta tilboðið, og tey vænta eisini at tað fer at koma. Margret Mortensen, ráðgevi hjá krabbameinsfelagnum, sigur at mammografi­ skreening hevur týdning, tí jú fyrr sjúkan verður staðfest, jú betri eru útlitini fyri at verða frísk aftur. Royndirnar í Svøríki vísa, at mammografiskreeningin bjargar mannalív og sparir heilsuverki fyri annars dýrar viðgerðir.