týsdagur 16. oktober 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 200 - 16. oktober 2007
Í morgin kl 16-
18 hevur Bragdið
móttøku í Miðlahúsin-
um í sambandið við
60 ára stovningardag
felagsins
HÁTÍÐARHALD
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Í morgin, mikudagin 17.
oktober, eru 60 ár liðin síð
an upprunaliga stovningar
dagin hjá Bragdinum.
Bragdið er ítróttarfelag
fyri frælsa ítrótt í megin
økinum og er eitt av fimm
feløgum undir FÍF, sum er
sersamband
fyri
frælsa
ítrótt. Bragdið varð stovnað
av átta ungum eldsálum úr
fimleikafelagnum, og enda
málið var at íðka frælsa
ítrótt, sigur felagið í tíðinda
skriv.
Úr gerðabók felagsins
kann lesast, at ”Limur kann
gerast hvør drongur, ið hev
ur fylt 14 ár.”
Felagið hevur verið meira
og minni virkið hesi árini,
og okkurt tíðarskeiði hevur
einki virksemi verið. Í kjal
arvørrinum av Oyggjaleik
unum í 1985 varð stig tikið
til at endurstovnað felagið í
1987, og er virksemið støð
ugt vaksið síðani. Nú eru
fimm feløg kring landið.
Bragdið hevur seinastu
árini lagt stóran dent á eitt
miðvíst
ungdómsarbeiði
fyri at menna hesa ítróttar
grein soleiðis, at tað við
framtíðini í huga kunnu
skapast úrslit, sum eru á
altjóða støði. Vánaligu um
støðurnar
higartil,
hava
tíbetur ikki forðað fyri, at
eldsálir í felagnum hava
lyft eina stóra uppgávu og
ment felagið so mikið, at
stór tøk kunnu takast og
hetta síggja vit m.a. í stóru
afturvendandi
tiltøkunum
sum Flaggdagsrenningini,
Ólavsøkurenningini, Tórs
havn Marathon, Kvinnurenn
ingini og Fólkaheilsurenn
ingini, umframt fleiri aðrar
minni
kappingar
innan
frælsa ítrótt sum heild, sigur
felagið.
Nú bragdar við umstøðun
um til at íðka frælsa ítrótt,
nú eitt stadion verður klárt
at taka í nýtslu komandi
summar, og felagið stendur
tískil við eitt vegamót á sín
um 60 ára degi og skal
stinga út í kortið og seta
sær enn størri mál.
Felagið takkar øllum,
eldsálum í felagnum, ein
staklingum
og
virkjum,
sum við sínum stuðil á ein
hvønn hátt hava gjørt tað
møguligt, at menna felagið,
sigur felagið.
Stovningardagurin verður
hildin við móttøku í Miðla
húsinum mikudagin kl. 16
18, har øll eru hjartaliga
vælkomin og her verður eis
ini møguleiki fyri at hitta
fleiri av stigtakarunum til
felagið.
Bragdið hevur 60 ára stovningardag
Í morgin eru liðin 60 ár síðani, at felagið Bragdið
varð stovnað. Felagið hevur ikki verið virkið øll
árini, men varð endurstovna í kjalarvørrinum av
oyggjaleikunum í 1985