týsdagur 16. oktober 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
[ Nr. 200 - 16. oktober 2007 ]
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Klumma
Kári Mikkelsen
Nú gekk tað aftur so nøkunlunda
hjá landsliðnum – hildu vit. Men,
men.... dysturin leygardagin
avdúkaði í ólukkumát, hvussu
langt vit eru frá at hava eitt bara
nøkunlunda altjóða støði.
Gott nokk vóru tað fyrrverandi
heimsmeistararnir og núverandi
varaheimsmeistararnir, vit leiktu
ímóti, og tá er eitt 0-6 tap helst
munurin á liðunum báðum. Men
hetta er ongin umbering fyri at
spæla við høvdinum so langt
undir arminum, sum vit gjørdu
móti Fraklandi.
17 ár eru liðin, síðani vit gjørdu
bragdið á Landskrona móti
Eysturríki. Úrslitið var fantast-
iskt, men minnist meg rætt, vóru
vit trýstir í botn stórt sæð allan
dystin. Anyway, tað er úrslitið,
sum telur.
Seinnu árini hevur verið langt
ímillum bragdini hjá landslið-
num, og í fjør var heilt galið,
men í seinastuni hevur okkurt
tó bent á, at kanska vóru vit á
veg uppeftir aftur. Og hetta
vóru vit eisini í seks og ein
hálvan minutt inn í dystin
leygardagin, men so datt alt á
niðurfyri.
Frá at hava spælt upp á
“undermod” øll tey fyrstu árini
við at pakka okkum niður í
verjuni, til at tora at spæla
fótbólt, eru vit eftir míni bestu
sannføring farin at spæla upp á
“overmod”. (les tápuligt) Og er
tað nøkrum vit ikki skulu gera
hetta ímóti, ja, so er tað fyrrver-
andi heimsmeistarunum.
Men tað var júst hetta, sum hendi
seks og ein hálvan minutt inni í
dystinum, tá Christian Høgni
misti høvdið og royndi at av-
dribla ein av fronsku stjørnunum
við miðlinjuna í høgru síðu.
Nakað, sum hann sjálvandi ikki
megnaði, og ein...tvær
avleveringar, so stóð 0-1. Halt
kj...., tað var irriterandi at síggja.
Hvat ger forrestin hasin maðurin
so aftarlaga á vøllinum? Nú
gangi eg ikki serliga oftani til
formula-fótbólt, men mær
kunnugt er hann ikki verjuleikari,
men ein typiskur áleypari. Ikki
serliga skjótur, men sterkur og
við góðum máltevi, sum ger
hann til ein virðismiklan leikara í
Formula-deildini. Í landsliðshøpi
manglar hann enn at vísa, at
hann eigur pláss fram um so
nógvar aðrar.
Fram til hendan kiksaran, ella
rættari, eina grova yvirmetan av
egnum evnum, høvdu føroyingar
veruliga víst skilagott spæl og
leikt bóltin væl ímillum sín.
Hálvan minutt seinni var 0-2, og
ein sat nærmast og iðraði seg
yvir at hava goldið 300 krónur
fyri at vera vitni til slíkar ússa-
ligheitir á vøllinum.
Í seinna hálvleiki mistu tveir
aðrir leikarar, Mikkjal Thomasen
og Súni Olsen, høvdið. Í fyrra
førinum kostaði eitt sera tápuligt
fríspark mál til 0-4 og í seinna
førinum gult kort, sum gevur
gøtumanninum karantenu móti
Ukreina. Ein so ómotiverað gerð,
at tankan um, at hetta kanska var
hetta við vilja, fyri at sleppa
undan at noyðast longu leiðina til
Ukreina, ikki var serliga fjarur.
Og vóru gapandi tómu setrini á
Tórsvølli eitt ávaringartekin um,
at sjálvt móti fronskum heims-
stjørnum kann landsliðið ikki
lokka nær námind so nógvar
áskoðarar, sum ein toppdystur í
fomula-deildini? Ella sjálvmálið
hjá FSF við tí kiksaðu billet-
søluni? Ella trúðu áskoðararnir
rætt og slætt ikki uppá, at
dysturin fór at vera, og tí høvdu
valt at brúka leygardagin til
okkurt annað?
Helst er talan um eina kombina-
tión av øllum hesum
viðurskiftum. Afturat hesum
hevði 12. maður boykottað
dystin, tí teir ikki sluppu at
skonkja uttanfyri Tórsvøll. Ein
margháttlig grundgeving sum
hevur lítið við góðan ítróttaranda
at gera, men eitt klokkuklárt
sjálvmál, sum Suni Merkistein
kallaði tað í ítróttartíðindunum í
útvarpinum sunnukvøldið.
Men til poengið, sum eg var inni
á í áðni: Eru Føroyar ein lands-
liðstjóð, sum hesi 17 árini í
altjóða fótbólti hava flutt okkum
frá at leika við “undermod” til at
tora eitt sindur meiri, men nú eru
farin at leika við “overmod”.
Um so er, var timinigin leygar-
dagin sera, sera vánalig. Tí
skuldu hetta verðið roynt, so áttu
vit at valt okkurt annað mótstøðu-
lið enn júst varaheimsmeistarar-
nar.
Landsliðsvenjarin hevur fingið
nógv oman yvir sín kropp, men
tá leikararnir eru so órealistiskir
á vøllinum, ja, so er tað valla
hansara feilur aleina. Ella er tað?
Kann hann hava “gloymt” at
fortalt sínum leikarum, at
soleiðis spælir mann bara IKKI
ímóti heimsstjørnum? Ella hevur
hann júst mælt teimum at gera
tað? Ja, so er trupulleikin
uppaftur størri, enn hann
nakrantíð hevur verið.
Nú liggur mær sera fjart at geva
meg út fyri at vera nakran
fótbólts-serfrøðing, tí tað eri eg
als ikki. Hetta eru bara nøkur
sjónarmið frá einum, sum hevur
havt áhuga fyri hesi ítróttargrein,
so leingi eg kann minnast. Og
sum so nógvir aðrir, havi eg
eisini leikt fótbólt í yngri árum,
hóast eg ongantíð gjørdist nakrar
snillingur við bóltinum.
Betri næstu ferð... kann mann
kanska siga, men hvussu leingi
skulu vit bíða? Eg beri stórliga
ótta fyri eini nýggjari húðfletting
móti fyrst Ukreina og seinni
Italia, um tit leikarar ikki gera
tykkum eitt púra greitt: At tit eru
amatørar, onkrir semi-professio-
nellir, og so nakrir tykkara
professionellir, men á fleiri
stigum lægri, enn stórt sæð allir
mótstøðumenn tykkara.
Jantelóg? Nei, als ikki. Bert ein
staðfesting av, at vit eru nógvar
ferðir smærri, enn tær flestu
mótstøðutjóðirnar, og tí ikki í
sama mun kunnu fostra leikarar
við teirra evnum.
Spælið við hesum fortreytum í
huganum, og vit føroyingar fáa
kanska aftur eitt landslið at seta
vónirnar til. Tað ger mær ilt at
siga, men vit eru helst nógv, sum
í løtuni ikki eru serliga stolt av
føroyskum landsliðsfótbólti. Og
valla eru tit leikarar sjálvir tað
heldur.
Kortini fari eg at nýta høvi til at
ynskja tykkum allar bestu eydnu
í teimum eftirverandi dystunum.
Tápuligheitir á Tórsvølli
Mynd: Jens Kristian Vang