Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-16, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. oktober 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 200 - 16. oktober 2007 ] Tvær ferðir í 1942 noktaðu Dynamo Kiev leikarar at lýða nazistisk harraboð. Teir fingu boð um at tapa, men vunnu 5-1 og 5-3 á úrvalsliðnum hjá týska flogvápninum; Luftwaffe. Tað fekk ræðuligar fylgjir FÓTBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Ein heitan summardag í Nazi-hertikna Ukreina, í Kiev, tann 9. august í 1942 tóku tvey fótbóltslið støðu á vøllinum fyri at gera klárt til ein ógvuliga serstakan dyst. Annað liðið á vøllinum var “Flakelf ”, sum var eitt lið, sum var samansett av teimum bestu fótbóltsleik- arunum hjá týska flogvápn- inum; Luftwaffe. Mótstøðu- liðið hjá teimum hendan dagin var “FC Start”, sum var sett saman av uppruna- ligum Dynamo Kiev leikar- um. Teir ukreinsku fótbólts- leikarnir arbeiddu á einum bakaríið undir nazistisku hersetingini. Dysturin bleiv kunngjørdur í bløðunum, í útvarpinum, og á plakatum runt alt Kiev-økið. Liðini høvdu leikt einaferð áður. Tá vann FC Start so klárt sum 5-1 Hetta skuldi ikki endurtakast! Hesuferð skuldi týska harrafólkið so ikki lúta fyri ukreinsku “undirmenniskjunum”. Áðrenn dystin Áðrenn dystin møtti ein SS-offiserur upp í umklæð- ingarrúminum hjá FC Start, og segði á fullkomnum russ- iskum: “Eg verið dómari í dag! Tit hava at fylgja regl- unum. Gerið so væl, og ikki at bróta nakrar leikreglur. Og áðrenn dystin: heilsi mótstøðumonnunum á teirra hátt!”. Týskarnir væntaðu sjálvsagt, at ukre- insku leikarnir fóru at heilsa Flakelf við Hitler-heilsanini. Og at teir í FC Start vóru nóg klókir til at tapa dystin við vilja. Tá liðini tóku støðu á vøllinum brølaðu Flakelf-leikarnir: “Heil Hitler” ímóti áskoðarafjøld- ini, og blivu heilsaðir aftur av teimum týsku áskoðar- unum! Men FC Start leik- arnir valdu at gera eina aðra heilsan. Teir hildu hendur- nar fyri bróstið, og róptu sovjetisku heilsanina: “Fiz- cultHura” – sovjetiska heils- anin fyri tað likamligu venj- ingina. Teir mongu ukre- insku áskoðarnir fagnaðu teimum stórliga. 1. hálvleikur Dysturin fór í gongd. SS- dómarin loyvdi Flakelf at gera sera grovar og ólógligar taklingar, har eingin bóltur lá ímillum. Flakelf obstruk- teraðu Start-málverjan á ólógligan hátt, og løgdu seg á odda 1-0. Dómarin segði seg einki síggja til tilburðin. Men Start fall ikki í fátt. Tá dómarin loksins kendi seg noyddan at døma fyrsta frí- sparkið til Start í dystinum, setti Kuzmenko hetta frísparkið í málið til javnleik 1-1. Goncharenko fintaði síðani alla Flakelf- verjuna og skoraði trygt til 2-1 til Start, og beint áðrenn hálvleik skoraði Start til 3- 1. Ukreinska áskoðarafjøld- in var í ekstasu. Aftur vitjan Í hálvleikinum fingu Start- leikarnir aftur vitjan í um- klæðingarrúminum. Fyrsti maður á gátt var ein lokalur samstarvsmaður hjá nazist- unum, ið nevndist Shvetsov, sum ráddi teimum til at tapa við vilja, um teir vildu sítt egna besta. Seinni gesturin – ein annar SS-offiserur – var meiri týðiligur í síni frá- boðan. Hann segði Start- leikarunum, at tað fór at fáa ræðuligar fylgjur, um teir ikki taptu dystin við vilja. Men FC Start vildi ikki geva eftir fyri harraboðu- num. Teir høvdu eina risa- stóra fjøld av ukreinskum áskoðarum aftanfyri seg, og teir á Flakelf kendu trýst- ið frá áskoðarunum. Flakelf tordi ikki so væl at gera tær somu svínsku taklingarnar í 2. hálvleiki. 2. hálvleikur var rættuliga javnur, og bæði liðini skoraðu tvey mál í part. So munurin var hin sami, sum við steðgin. FC Start hevði vunnið 5-3 á úrvalsliðnum hjá Luftwaffe; Flakelf. Størsta eyðmýking- in fyri nazistarnar hendi við støðuna 5-3. Klimenko setti alla týsku verjuna av, rund- aði týska málverjan, og beint áðrenn hann skuldi seta bóltin í málið til 6-3 hælaði hann bóltin út frá málstrikuni aftur. Ariska meistara-rasan hevði tapt greitt ímóti ukreinsku “und- irmenniskjunum”, enn eina- ferð! Hevndin Hevndin hjá nazistunum kom. Men ikki so skjótt aft- aná dystin, sum tær sovjet- isku søgubøkurnar hava skrivað. Sambært sovjetisku søgubókunum blivu allir Start-leikarnir tiknir til Babi Yar-fangaleguna, og har vóru teir skotnir, ílætnir sínum fótbóltsbúnum. Men hetta er so ikki rætt! Men longu 16. august møtti Deyðans dystur í Kiev                                                                               