Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-16, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. oktober 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 200 - 16. oktober 2007 ] Gestapo upp á bakarínum. Teir handtóku allar Start- leikarnar, og førdu teir á Gestapo-høvuðsstøðina, sum lá í Korolenko-gøtuni í Kiev. Her blivu allir Start- leikarnir forhoyrdir og tor- tureraðir. Gestapo vónaði, at teir í FC Start fingust at viðganga, at teir vóru brots- menn ella sabotørar. Men eingin av leikarunum gav eftir fyri tí ræðuliga og ómenniskjaliga trýstinum. Men systir Nikolai Koro- tkykh avdúkaði, at hann hevði verið offiserur í Reyða Herinum, og bleiv Koritkykh tortureraður til deyðis. Hann gjørdist fyrsta blóðvitnið hjá FC Start. Avrættaðir Hinir 10 leikarnir hjá FC Start blivu sendir til Siratz- arbeiðsleguna, har teir vóru tvangsarbeiðarar undir ræðuligum og ómenniskja- ligum umstøðum. Tá parti- sanar høvdu lopið á arbeiðs- leguna gav fremsti týski fangavørðurin tey boð, at triði hvør fangi skuldi av- rættast! Kuzmenko, sum hevði skorað beinleiðis uppá fríspark, málverjin Trusevich, og Klimenko, sum hevði hælað bóltin út aftur frá mállinjuni við støð- una 5-3 vóru millum teir mongu fangarnir, sum lótu lív. Tríggjir aðrir leikarar: Goncharenko, Tyutchev og Sviridovsky blivu fluttir til eina arbeiðslegu í Kiev. Tað eydnaðist teimum at flýggja, og teir goymdu seg ymsa staðni í býnum inntil Reyði Herurin sigraði á nazistisku hermegini í Kiev. Hvat hendi við hinum fýra Start-leikarunum veit eing- in at siga! Avskeplað søguskriving Tá Sovjetsamveldið aftur hevði fingið valdið í Kiev- økinum bleiv søgan um dystin millum FC Start og Flakelf tagd burtur. At leika fótbólt ímóti týskarum var tað sama, sum landasvik. So Start-leikarnir fingu ikki hetju-status eftir kríggið. Men teir livdu í ótta fyri KGB. Men eftir, at Stalin var deyður í 1953 fekk FC Start stóra hetju-status í Sovjetsamveldinum. Men søgan, ið sovjetiska fólkið slapp at lesa, og hoyra um, var tann áður sagda. At allir 11 leikarnir hjá FC Start blivu avrættaðir í fótbólts- búnum, beint eftir dystin. Tað passaði best við sovjet- isku hetjudýrkanina! Sannleikin kemur fram Aftaná, at Sovjetsamveldið var farið í søguna kom vong- urin Goncharenko fram fyri almenningin, og fortaldi ukreinska fólkinum um teir fýra Start-leikarnir, sum høvdu latið lív. “Eitt stríð fyri at yvirliva fekk ein ræðuligan enda fyri fýra av leikarunum. Tíverri doyðu teir ikki, tí teir vóru fram- úrskarandi fótbóltsleikarar, ella Dynamo leikarar. Teir doyðu sum so mong onnur í Sovjetsamveldinum, tí at tvey harðrend stýri kríggj- aðust her í landinum. Og tað gjørdist lagna teirra, at gerast blóðvitni, sum so mong onnur í tí ræðuliga fólkamorðinum, sum fór fram tá. Deyðin hjá hesum Dynamo leikarunum er ikki so nógv øðrvísi, enn deyðin hjá so mongum øðrum!” segði Goncharenko við ukreinska almenningin. Ein ótrúlig og samstundis syrgi- lig hending. Ein minnisvarði av teimum fýra fótbólts- leikarunum hjá FC Start, ið blivu dripnir av nazistunum, er í miðbýnum í Kiev. Standmyndin í Kiev, har ukrainar minnast teir fýra spælararnar, Kuzmenko, Trusevich, Sviridovsky og Koritkykh, sum blivu dripnir av nazistum undir krígnum Ukrainar minnst enn dystin, har eitt ukrainskt lið, sum var samansett av spælarum frá Dynamo Kiev, vann á “Flakelf”, sum var liðið hjá týska flogvápninum, Luftwaffe. Sigurin hjá ukrainska liðnum kom at kosta fleiri av spælarunu lívið, tí hesir ikki vildu lata “Flakelf” vinna.