Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-16, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. oktober 2007síða 25

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 [ Nr. 200 - 16. oktober 2007 ] - Vit mugu taka meir ábyrgd Agnar Joensen hjá VÍF var sum vera man skuffaður av tapinum fyri Kyndli sunnudagin. Hann helt, at liðið gjørdi ov nógvar feilir, og so saknaði hann eisini, at menn tóku meir ábyrgd á vøllinum. - Dysturin var einki serliga væl spældur, og tað var kanska í lagi, at Kyndil vann. Eg haldi tó, at vit hava fleiri møguleikar at avgera dystin, men so gera vit nakrar stórar feilir í týðandi løtum, sum kosta ov nógv. Serliga í eini støðu, har vit hava tveir mans fleiri á vøllinum, eru vit ikki nóg neyvir. Sum heild haldi eg eisini, at vit brenna ov illa og blaka ov nógvar bóltar burtur, og harafturat mugu menn læra at taka meir ábyrgd í slíkum dystum. - Sera glaðir um sigurin Finnur Hansson og hinir kyndilsleikararnir vóru sera fegnir um sigurin ímóti VIF sunnudagin. Finnur helt eisini, at har vóru glottar at hóma. - Hetta var øgiliga gott at fáa tvey stig. Tað var stórt trýst á okkum, eftir at vit høvdu fingið bank fyrstu tveir dystirnar, og tí mátti hesin dysturin bara vinnast. Vit vóru ikki heilt nøgdir við spælið, men eitt skifti í seinna hálvleiki vóru glottar at hóma. Vit funnu bæði rætta spælið og rætta stríðsandan fram í dystin, og hetta hevur mangla hinar dystirnar, sigur Finnur Hansson. Kyndil fekk sín fyrsta sigur í Atlantic Airways-kappingini, tá teir vunnu við einum máli á útivølli ímóti VÍF. Sigurin bleiv grundlagdur beint fyri og beint eftir steðgin, tá teir grønu rættiliga fóru frá VÍF HONDBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Lagt var upp til eitt slag av einum klassikara í Vestman- na sunnudagin, tá ið tey bæði mest vinnandi liðini í føroyskum manshondbólti yvirhøvur, VÍF og Kyndil, brustu saman. Undan dyst- inum tóktist klassikarin tó ikki heilt at liva upp til heiti sum ein klassikari, tí VÍF lá á fjórða plássi í bestu mans- deildini við tveimum stig- um, meðan Kyndil var at finna á aftasta plássi uttan nakað stig. Sjálvt um klassikarin ikki júst livdi upp til sítt heiti, so hevði hesin dysturin tó sera stóran týdning fyri hesi bæði sigursvandu liðini. VÍF skuldi í sínum lag royna at byggja víðari upp á sigurin ímóti kollfirðingum í síðsta umfari, meðan Kyndil skuldi royna at fáa fyrstu stigini á konto’ina eftir tvey stórtap í teimum báðum fyrstu dystunum. VÍF legði betur fyri Sjálvt um Kyndil harðliga hevði brúk fyri einum sigri í hesum dystinum fyri at venda keðiligu gongdini fyr- stu dystirnar, so var tað tó heimaliðið, sum byrjaði væl betur. Sjálvt um spælið ikki altíð var av tí besta, so dugdu vestmenningar væl at spæla seg fram við kynd- ilsverjuna, samstundis sum bæði verjan og Eli í málin- um komu væl frá byrjan. Hetta gjørdi eisini, at VÍF, tá knappir 10 minuttir vóru farnir, kundi leggja seg á od- da 5-2 við einum máli frá Fríðbjørn Seloy, og tað var ikki frítt, at byrjanin hjá Kyndli líktist tí frá teimum fyrstu dystunum. Men grøna havnarliðið fóraði sær, og løtu seinni stóð aftur á jøvnum 5-5. Men tað lá líka sum í luftini, at VÍF hevði yvirtakið hesa løtuna, og tað gekk ikki long tíð, so var aftur stórur munur á liðunum. Frá støð- uni 6-6 megnaði VÍF at sko- ra fýra ferðir á rað, so brád- liga vísti talvan 10-6 til heimaliðið, og her mátti okkurt henda hjá gestunum, um dysturin ikki skuldi tap- ast longu fyri steðgin. Time Out vendi dystinum Tí valdi venjarin hjá Kyndli eisini at taka eitt Time Out fyri at tosa um tingini, og hetta vísti seg at geva júst rætta virkningin. Tá Kyndil kom út aftur á vøllin vóru teir nógv meir greiðir yvir, hvat skuldi gerast, og nú byrjaðu teir grønu at spæla rættiliga væl eitt skifti. Bæði í verjupartinum og í álopspartinum høvdu teir rættiliga gott tak á VÍF, og næstu løtuna skoraði Kyndil ikki færri enn sjey ferðir á rað, so støðan brádliga var 10-13 beint fyri steðgin. Eft- ir etta skoraðu liðini eina ferð í part afturat fyri steðg- in, so tá liðini fóru til hálv- leiks, var tað Kyndil, sum førdi við trimum málum. Men kyndilsspælararnir vóru ikki lidnir enn. Tá teir komu út aftur til seinna hálvleik, vóru teir minst líka tendraðir, sum síðstu løtuna undan steðginum. Tá so VÍF eisini bleiv rakt av tveimum útvísingum beint eftir steðgin, lá væl fyri hjá Kyndli at økja enn meir um leiðsluna. Teir fingu eisini trý skjót mál eftir steðgin, og við støðuni 11-17 var nógv, sum bendi á, at dyst- urin nú var avgjørdur. Meist- ararnir høvdu gott tak á VÍF alla staðni á vøllinum, og her sa ikki út til, at teir skul- du fara at missa takið. VÍF svaraði aftur Hóast hetta, so vildu vest- menningar tó ikki gevast. Teir arbeiddu víðari og stríddust um hvønn bólt, og hetta gav úrslit. Spakuliga ótu teir seg inn aftur á Kynd- il. Teir tóku eitt mál fyri og annað ma´l og eftir, og tá 10 minuttir vóru eftir av dystinum, minkaði Rúni Joensen um munin til 21- 22, so nú var alt aftur púra opið. Nú skiftust liðini um at skjóta mál næstu løtuna, men sjálvt um VÍF veruliga royndi og royndi at koma upp á javnt, so eydnaðist hetta ikki hjá vestmenning- unum. Kyndil svaraði atur hvørja ferð VÍF fekk mál, og endin gjørdist, at Kyndil vann dystin við einum máli. Við hesum fingu føroya- meistararnir sín fyrsta sigur í ár, og við sigrinum ava teir nú lagt seg undir liðuna á VÍF við tveimum stigum. VÍF – Kyndil 25-26 (11-14) Meistararnir fingu fyrsta sigurin Kyndil fekk sín fyrsta sigur í ár, tá teir vunnu tann sokallaða klassikaran ímóti VÍF í Vestmanna VÍF – Kyndil 25-26 (11-14) Málskjúttar VÍF: Agnar Joensen 6 (5), John M. Andreasen 4, Sjúrður Poulsen 3, Sámal Joensen 2, Dávur Magnussen 2, Dávur Trbaer 2, Rúni Joensen 2, Niels Andreasen 2, Fríðbjørn Seloy 1, Regin Joensen 1 Kyndil: Finnur Hansson 12 (4), Ken Zachariassen 5 (1), Rani Ellingsgaard 4, Janus Einar Sørensen 2, Hjalti Jacob- sen 2, Hans Arni Thomsen 1 Brotskøst: VÍF 1, Kyndil 6 Útvísingar: VÍF 2, Kyndil 4 Reytt kort: VÍF (beinleiðis reytt kort) Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen FAKTA Pereiro fekk gulu troyggjuna Spaniumaðurin, Oscar Pereiro, fekk mánadagin handað tí gulu troyggjuna frá Tour de France síðsta ár, sum eitt prógv um, at hann er rætti vinnarin av kappingini. Floyd Landir, sum vann kappingini í fjør, bleiv beint eftir Tour de France, tikin fyri doping, og fyri nøkrum vikum síðani bleiv hann dømdur tvey ára leikbann frá allari súkkling. Tí bleiv tað Pereiro, sum annars endaði nummar tvey, sum bleiv heiðraður sum vinnari av Tour de France 2006. U-19 stig í Bulgaria Heilt tíðliga í morgun fór føroyska U19 fótbóltslandsliðið úr Bulgaria. Leiðin gongur umvegis Keypmannahavn aftur til Føroya, og væntandi skal ferðalagið lenda í Føroyum aftan á døgurða. Síðsti dysturin í EM undankappingini varð spældur í gjár. Tá spældi Føroyar ímóti Bulgaria, og úrslitið var málleysur javnleikur. Mótstøðan hevur annars verið stór, men føroyska liðið hevur staðið seg væl. Tó var javnleikurin í dag fyrsta stigið, sum liðið hevur fingið. Í fyrsta dystinum taptu Føroyar 3-1 ímóti Turkalandi, og í næsta dystinum vann Danmark 2-0 á Føroyum.