Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-16, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. oktober 2007síða 26

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 200 - 16. oktober 2007 ] Strandingar lótu ongan sum helst iva vera um úrslitið í heimadystinum ímóti kollfirðingum. Teir settu seg á dystin frá byrjan av, og endin var, at heimaliðið fekk sín næsta stórsigur í høllini á Skála í ár HONDBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Síðsta kappingarár lógu júst StÍF og KÍF og kappað­ ust um bronsuheiðurs­ merkjuni í bestu mans­ deildini í hondbólti. Í síðsta umfari møttust liðini í høll­ ini á Skála, og undan tí dyst­ inum var greitt, at vinnandi liðið reyk avstað við triðja plássinum. Ta ferðina megnaði KÍF at vinna dystin, og harvið endaðu teir á heiðurs­ merkjaplássi fyri fyrstu ferð í nógv nógv ár. Um tað var hetta, sum sat í bakhøvd­ inum á strandingum undan hesum dystinum, skal sjálv­ andi vera ósagt, men eftir dystin inni á Skála um viku­ skiftið kann bert staðfestast, at StÍF ikki gav KÍF nakran sum helst møguleika í dystinum. Teir settu seg á dystin alt fyri eitt, og sæð yvir allan dystin var StÍF betri á øllum økjum enn gestirnir úr Kollafirði. StÍF fekk flúgvandi byrjan Undan dystinum millum StÍF og KÍF sunnudagin var greitt, at bæði liðini høvdu brúk fyri einum sigri. StÍF lá á triðja plássi við tveimum stigum, men í síðstu umfari høvdu teir tapt fyri H71, og tí skuldu teir royna at reisa seg eftir tað tapið. Hjá kollfirðingum var málið eisini greitt undan dystinum. Teir lógu á aftasta plássi saman við Kyndli uttan nakað stig, og tí høvdu teir brúk fyri einum sigri fyri at koma í gongd í ár. Men hetta skuldi ikki vera dagurin hjá gestunum úr Kollafirði. Strandingar settu seg nevniliga á dystin alt fyri eitt. Við eini offen­ sivari og sera ágangandi verju góvu teir KÍF stórar trupulleikar í teirra álops­ parti, samstundis sum bæði mótálopini og sjálvt álops­ spælið hjá heimaliðnum riggaðu sera væl henda dagin. Hetta gjørdi eisini, at strandingar um miðjan fyrra hálvleik høvdu lagt seg á odda heili 8­3. Um tað nakar, sum væntaði, at kollfirðingar nú fóru at rakna við, so fóru hesi skeiv. Í staðin var tað nevni­ liga StÍF, sum bleiv við at halda dampinum uppi. Teir øktu og øktu um leiðsluna, og tá fyrra hálvleikur kom at enda vísti talvan 18­7, og dysturin var longu nú avgjørdur. StÍF bukaði gestirnar Sjálvt um KÍF sá heldur meir vakið út eftir steðgin, so var tað tó heimaliðið, sum bleiv við at vera stýr­ andi liðið á vøllinum. Fyrstu løtuna av seinna hálvleiki koyrdu teir á júst sum fyri steðgin, og enn einaferð høvdu kollfirðingar stórar trupulleikar við skjótu mótálopunum, góðu verjuni og málmanninum og væl skipaða álopsspæl­ inum hjá heimaliðnum. Hetta gjørdi eisini, at StÍF økti enn meir um leiðsluna fyrstu løtuna. Teir skoraðu og skoraðu og eitt skifti var líkt til, at munurin kundi blíva meir enn 20 mál, um KÍF ikki fekk skil á sítt spæl. Tá seinni hálvleikur var gott og væl hálvrunnin, vísti talvan í høllini nevniliga 30­14 til heimaliðið. Men síðstu løtuna av dystinum tóktist tað tó, sum kollfirðingar vildu vísa sínum áskoðarum, at hetta ikki var gott nokk. Nú byrjaðu teir nevniliga at spæla hondbólt. Teir fingu heldur betri skil á verjuspælið, samstundis sum álopsspælið fór at koyra skjótari. Tað hoyrir sjálvandi eisini við til søg­ uni, at strandingar togaðu nakað væl í bremsuna síðstu 10 minuttirnar, og hesa løtuna megnaði KÍF at minka nakað um munin, soleiðis at tað vóru 15 mál á muni, tá floytan í høllin bríkslaði fyri seinastu ferð. Eftir dystin kann bert staðfestast, at StÍF rættiliga bukaði gestirnar úr kolla­ firði av, og við sigrinum hava teir nú lagt seg undir liðuna á H71 á øðrum plássi. Hinvegin sær einki út hjá kollfirðingum. Teir standa enn uttan stig í bestu mansdeildini, og um inn­ satsurin ikki verður betri enn tann inni á Skála, so kunnu teir vænta at tapa fleiri dystin komandi vik­ urnar. StÍF – KÍF 35-20 (18-7) Enn ein stórsigur til strandingar - Alt gekk sum tað skuldi Bárður Danielsen hjá StÍF vera sera væl nøgdur um dystin móti kollfirðingum. Hann helt, at alt gekk, sum tað skuldi. ­ Vit spæla øgiliga væl i dag­ bæði í verju og í álopi, og eg haldi, at alt gekk júst, sum tað skuldi í hesum dyst­ inum. Men sjálvt um vit spældu sera væl, so var mótstøðan ikki ser­ liga stór henda dagin, tí KÍF tóktist vera væl við síðuna av sær sjálv­ um, staðfesti Bárður eftir dystin. Hann segði seg eis­ ini vera væl nøgdan við kappingarári higar­ til. ­ Tað var sjálvandi keðiligt at tpa fyri H71 síðsta vikuskiftið, men sum heild haldi eg, at tað hevu sæð gott út hjá okkum, og vit hava heilt víst fólki til at kunnu stríðast heilt frammi í oddinum, segði Bárður at enda. -Ikki nóg gott Tað var ein fámæltan Rógvi Weyhe, sum vit fingu orðið á eftir stór­ tapi ímóti strand­ ingum­ ­ Nei, hetta var bara ikki nóg gott hjá okk­ um. Vit er langt aftan fyri teir í øllum fasum á vøllinum, og sigurin er fult uppiborin. Vit eru slett ikki klárir, og um vit ikki kunnu vísa meir enn hatta á vøllin­ um í ár, so vinna vit ongan dyst, staðfesti ein skuffaður Rógvi Weyhe. StÍF – KIF 35-20 (18-7) Málskjúttar StÍF: Sveinur Justinussen 10, Danny Syhler 7, David Edvardsen 7 (1), Bent Djurhuus 6, Bárður Danielsen 4, Andre Danielsen 1 KÍF: Dejan Jankovic 5, Rógvi Weyhe 5, Damir Oros 3, Niklas Reginsson 2, Teitur Joensen 2 (1), Mirko Milenkovic 1, Jákup Trygvason 1, Ási Dam 1 Brotskøst: StÍF 2, KÍF 3 Útvísingar: StÍF, KÍF 6 Dómarar: Ragnar Simonsen & Rúni Mohr FAKTA Fyri aðru ferð í ár vann StÍF stórsigur á heimavølli. Hesa ferð gekk tað út yvir kollfirðingar, sum máttu aftur til Kollafjarðar við einum 35-20 tapi Broytingar hjá Skottlandi Skotski venjarin, Alex McLeish, vildi fegin sloppið undan at gjørt alt ov nógvar broytingar til dystin ímóti Georgia í morgin, men hann er tó noyddur, tí skotska liðið er rakt av leikbannum og skaðum. Bæði Lee cCulloch og Gary O’Connor hava leikbann, meðan bæði Scott Brown og Alan Hutton eru úti við skaða. Hinvegin hevur sterki miðvallarin, Darren Fletcher, meldað ser kláran til dystin. McLeish ivast tó ikki í, at spælararnir á beinkinum eru klárir til dystin móti Georgia. – Eg havi ikki sagt spæalrunum, hvør byrjar inni í dystinum móti Georgia, men allir spælararnir kundu havt byrjað inni móti Ukraina, og júst tað sama er galdandi til dystin í morgin. Grant ætlar sær van der Vaart Sjálvt um hollendska stjørnan í týska felagnum HSV, Rafael van der Vaart, leingi hevur ynskt at skift til spanska fótbólt, so ætlar eitt felag í Premer League at royna at skaffa hann til felagið. Chelsea venjarin, Avram Grant, sigur nevniliga við Teamtalk, at hann ætlar at geva eitt boð fyri van der Vaart áljóðandi góðar 200 mió. kr. Van der Vaart hevur sáttmála við HSV til 2010, og felagið hevur sagt, at teir helst ikki vilja sleppa gullfuglinum, men spurningurin er, um teir klára at halda upp á van der Vaart, tá so stór feløg koma inn í myndina.