týsdagur 16. oktober 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
[ Nr. 200 - 16. oktober 2007 ]
Stjørnan er nú ein
asta ósigraða liðið í
Sunsetkappingini
hjá kvinnum, eftir
at tær vunnu ein
knúsandi 10mála
sigur á útivølli ímóti
Neistanum
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Lagt var upp til eitt satt brak
í
Sunset-kappingini
hjá
kvinnum, tá Neistin tók
ímóti Stjørnuni í høllini á
hálsi sunnudagin. Undan
dystinum høvdu bæði Neist-
in og Stjørnan vunnið allar
sínar dystir í bestu kvinnu-
deilidini, og harafturat eru
hetta liðini, sum hava ligið
og kappast um fremstu pláss-
ini tey bæði síðstu árini.
Stjørnan leyp avstað
Sjálvt um nógv helst høvdu
bíðað í spenningi eftir júst
hesum dystinum, so gekk
tó ikki long tíð, fyrrenn
spenningurin var at kalla
burtur. Tað var nevniliga
Stjørnan, sum enn eina ferð
setti seg á dystin alt fyri
eitt, og um miðjan fyrra
hálvleik høvdu kvinnurnar
úr Klaksvík lagt seg á odda
9-4. Her vóru greiðar ábend-
ingar um, at Stjørnan enn
eina ferð fór at vinna trygt
ímóti Neistanum.
Eftir hetta valdið Neistin
at taka eitt Time Out, og
sjálvt um Stjørnan enn sat á
dystinum eftir hetta, so tók-
tist Neistin at vera heldur
betri við.
Síðstu løtuna undan steð-
ginum vóru tað tvær góðar
verjur, sum merktu dystin,
men tað var tó enn Stjørnan,
sum hevði lættari við at
finna vegin til málið. Tær
megnaðu eisini at økja
nakað um munin, so tá
liðini fóru til hálvleiks,
førdi Stjørnan við sjey
málum, 14-7.
Stjørnan avgjørdi
Seinni hálvleikur var heldur
ikki serliga gamal, áðrenn
Stjørnan endaliga hevði
avgjørt dystin. Fyrstu fimm
minuttirnar skoraðu tær
tríggjar ferðir á rað, meðan
Neistin einki mál fekk, og
tí vóru nú brádliga 10 mál á
muni, og tað lá í luftini, at
dysturin kundi enda við
stórsigri til gestirnar.
Hetta vildi Neistin tó ikki
hava sitandi á sær. Tað, ið
eftir var av dystinum, kemp-
aði heimaliðið alt tað, tær
vóru mentar, og nú megnaðu
tær eisini at spæla upp ímóti
Stjørnuni.
Síðstu 25 minuttirnar av
dystinu fingu liðini nevni-
liga 11 mál í part, so tá
dómarin bríkslaði fyri sein-
astu ferð, vísti talvan 18-28
til Stjørnuna. Við sigrinum
eru kvinnurnar úr Klaksvík
enn ósigraðar í bestu deild-
ini, meðan Neistin mátti
taka til takkar við sínum
fyrsta tapi.
Neistin – Stjørnan 18-28 (7-14)
Málskjúttar
Neistin: Rakul Magnussen 4 (3), Raul Augustinussen 4,
Anja Heinadóttir 3, Elin Stakksund 2, Nicoleta R. Hansen
2, Unn Kragesten 2, Katrin á Neystabø 1
Stjørnan: Simona Petersen 10 (4), Bára S. Klakkstein 5,
Joan Djordjevic 5, Una Olsen 5, Durita Christophersen 2,
Anna Kristina Samson 1
Brotskøst: Neistin 5, Stjørnan 4
Útvísingar: Neistin 2, Stjørnan 4
Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen
FAKTA
Neistin – Stjørnan 18-28 (7-14)
Stjørnan vann trygt á Neistanum
Stjørnan vann ein greiðan sigur í toppdystinum í Sunset-kappingini ímóti Neistanum, og við
sigrinum eru tær nú einasta liðið við fullum stigatali
Við sera góðum
spælið beint eftir
steðgin megnaðu
kvinnurnar hjá
Kyndli at vinna á VÍF
í Sunsetkappingini
sunnudagin
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Lagt var upp til ein spenn-
andi dyst í høllini í Vest-
manna sunnudagin, tá ið
bestu kvinnuliðið hjá VÍF
og Kyndli brustu saman.
Undan dystinum lógu liðini
jøvn í stigum við einum
stigi á stigatalvuni, og tí var
stórur møguleiki fyri, at
annað av liðunum fór at fáa
sín fyrsta sigur í kapping-
arárinum.
Sum stigatalvan eisini
segði frá, so var byrjanin á
dystinum sera jøvn. Kyndil
fekk fyrstu tvey málini,
men skjótt høvdu kvinnur-
nar úr Vestmanna aftur ska-
pt javnvág í. So skiftust lið-
ini um at skjóta mál, og á
vøllinum sást heldur ikki
serliga stórur munur á
liðunum.
Tá fyrri hálvleikur var
hálvrunnin, stóð enn á jøvn-
um, 6-6, men brádliga tók
dysturin eina ordiliga vend.
Nú var tað nevniliga Kyndil,
sum setti seg á dystin.
Kyndil vísti gott spæl
Síðstu hálvuna av fyrra
hálvleiki vísti Kyndil væl
betri spæl enn VÍF. Tær øktu
nú støðugt um munin, og VÍF
tóktist nú brádliga at hava
ávísar trupulleikar framman
fyri eini vælleikandi kyndils-
verju. Samstundis sum verjan
hjá Kyndli koyrdi væl, so fekk
álopið eisini skorað tey
neyðugu málini, so tá liðini
fóru til hálvleiks, førdi Kyndil
14-10.
Men tær grønu vóru ikki
lidnar enn. Fyrstu løtuna av
seinnia hálvleiki skoraðu
tær nevniliga seks ferðir,
meðan VÍF bert fekk eitt
mál, so tá góðir 10 minuttir
vóru farnir eftir stegðin, var
Kyndil nú á odda heili 20-
11,
og
dysturin
var
avgjørdur.
VÍF pyntaði
um úrslitið
Í høllini í Vestmanna vóru
tey flestu greið yvir, at
dysturin nú var avgjørdur.
Men heimaliðið vísti tó
góðan vilja síðstu løtuna av
dystinum. Teir royndu at
kempa víðari, og sjálvt um
spenningur ongantíð kom í
dystin, so var heildarmyndin
tó ikki so heilt galin av
heimaliðnum, tá ið dysturin
var liðugur.
Tær tóku eitt mál fyri og
annað eftir inn á Kyndil
síðstu 20 minuttirnar, og tá
ið dysturin bleiv liðugur,
vóru bert trý mál á muni
millum liðini. Tað var
Kyndil, sum vann dystin
24-21, og við sigrinum
fingu tær sostatt sín fyrsta
sigur í ár.
VÍF – Kyndil 21-24 (10-14)
Kyndil vann í Vestmanna
VÍF – Kyndil 21-24 (10-14)
Málskjúttar
VÍF: Ioana Rapa 7 (1), Fríða Marjunardóttir 4, Heidi
Joensen 3 (2), Marita Johannesen 2, Nikolina
Eyðbjørnsdóttir 2, Linda Johannesen 2, Elisa Leo 1
Kyndil: Súsanna Petersen 8 (2), Tordis Tróndarson 6, Lina
Andriulyte 5, Jórun Ludvig 2, Barbara Egilstrøð 1, Ása
Apol 1, Eydna Apol 1
Útvísingar: VÍF 2, Kyndil 4
Brotskøst: VÍF 3, Kyndil 3
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen
FAKTA
Sigfríður til EB/Streym
EB/Streymur hevur skrivað undir sáttmála við Sigfríða Clementsen
og Magna Mohr, um at teir komandi kappingarár skulu venja besta
lið felagsins. Hetta stendur at lesa á almennu heimasíðuni hjá EB/
Streymi, og formaður felagsins, Rólant Højsted, váttar somuleiðis
tíðindini. Rólant Højsted sigur, at tá Magni Mohr í løtuni arbeiðir í
Danmark, kemur hann at arbeiða sum ráðgevi fyrstu tíðina.
Somuleiðis sigur hann, at Finnbjørn Zachariassen er settur sum
hjálparvenjari. Hetta eru góð tíðindi í Sundalagnum, eftir at tað
herfyri gjørdist greitt, at EB/Streymur og venjarin seinastu mongu
árini, Piotr Krakowski, ikki fóru at halda fram við samstarvinum.
Tevez royndarvenur í United
Miguel Tevez, sum er bróður at kenda fótbóltsspælaranum, Carlos
Tevez, hevur seinastu 14 dagarnar verið og royndarvant í enska
stórfelagnum, Manchester United, har bróður hansara eisini spælir
fótbólt. Og venjarin hjá Manchester United, Alex Ferguson, er
imponeraður. Hann heldur Tevez, sum er offensivur miðvallari,
vera ein sera góðan spælara, men av tí at Tevez hevur longst illa
heim, hevur Ferguson gjørt av at senda hann aftur til felag sítt
Boca Juniors, men Ferguson hevur givið United boð um at halda
eyga við Tevez.