týsdagur 16. oktober 2007síða 28
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
[ Nr. 200 - 16. oktober 2007 ]
Eitt megnar avrik
og eitt satt bragd,
hesu vóru nøkur av
orðunum, ið floymdu
yvir íðkararnir á
Special Olympics
Summer Games
2007, frá einum
sera takksomum
og fegnum
Landstýrismanni í
Mentamálum, Jógvani
á Lakjuni. Føroysku
ítróttafólkini
komu heim við 11
heiðursmerkjum.
SPECIAL OLYMPICS
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Flogfarið, ið skuldi lenda kl
20:15 lendi ikki fyrr enn kl
21:50, men hóast seinking
ina, virkaðu ítróttarfólkini
frá Special Olympics 2007,
sera glað. Nógv fólk var
møtt upp til at fagna før
oysku íðkarunum, venjarum
teirra og leiðarum. Onkur
hevði keypt fløgg og reyðar
rósur, og vórðu fløggini
deild út, so at øll kundu
flagga
fyri
heimkomnu
ítróttarfólkunum.
Ítróttargreinar
Á leikunum vóru, sum vera
man, nógvar ymsar ítrótta
greinir. Føroyar luttóku í
trimum av teimum 23
høvuðsítróttargreinunum,
og vóru hesar; boccia, fræls
ur ítróttur og svimjing.
Serliga innan svimjing
stóðu Føroyar seg avbera
væl, og har fingu vit eisini
flestu heiðursmerkini, tó
fingu vit eisini heiðurs
merkir innan boccia og
frælsan ítrótt. Samlaða talið
av heiðursmerkjum var 11,
og er hetta sera flott klárað.
Luttøka
Ikki minni enn 170 lond
luttóku á leikunum í ár, og
vóru tey umboðaði av heili
7500 íðkarum. Føroyar lut
tóku við 10 ítróttarfólkum;
fýra innan frælsan ítrótt,
fýra innan svimjing og tvey
innan boccia. Harumframt
vóru 6 venjarar og leiðarar
við í ferðalagnum
Missiónin við
Special Olympics
Missiónin
við
Special
Olympics er at hava ítrótt
arvenjingar og atletiskar
kappingar fyri børn og vaks
in við menningartarni, alt
árið ígjøgnum, á sama
fjølbroytni, og Olympisku
leikirnir hava, at geva
teimum fleiri møguleikar at
menna seg kropsliga, visa
dirvi, uppliva gleði og taka
lut í at deila gávur, evnir og
vinarbond, við teirra familj
um, øðrum íðkarum og sam
felagnum.
Endamálið Special
Olympics
Endamálið
við
Special
Olympics er at hjálpa við at
fáa øll við menningartarni
inn í tað stóra samfelagið,
undir umstøðum, har øll
verða góðtikin, víst virðing
og givin møguleikan at ger
ast produktivir borgarar.
Yngst og elst
Tann yngsti íðkarin á før
oyska liðnum hesuferð er
15ára gamla Sharada Una
dóttir av Tvøroyri, hetta eru
hennara fyrstu leikir í slík
um vavi, og er hon eisini
sera glað fyri at hava verið
við.
Hetta hevur verið heilt
fantastiskt at uppliva, for
telur Sharada. Hon leggur
afturat, at tað vóru øðiliga
nógv fólk, og tað var rættu
liga spennandi. Sharada
vann sær eitt fimta og eitt
sætta pláss á hesum leiku
num.
Hetta vil eg fegin prøva
aftur, eina aðru ferð, sigur
Sharada og klemmar mamm
una, sum hon hevur sakna
so nógv.
Tann elsti íðkarin á før
oyska liðnum var 38ára
gamla Unn Mortensen, eis
ini av Tvøroyri. Hon vann
sær sítt fyrsta gullheiðurs
merki á hesum leikunum, tá
hon vann allar sínar dystir í
boccia. Hon og Sharada
fylgdust nógv og stuðlaðu
hvørja aðra væl.
Responsur
Hetta er nakað við saktans
kunnu vera stolt av, tí tey
hava klárað seg sera væl,
sigur ein av leiðarunum í
ferðalagnum,
Tóra
Øre
Hansen. Hon sigur eisini at
tey
eru
nøkur
megnar
umboð fyri Føroyar, og at
aðrar tjóðir leggja til merk
is, at vit standa okkum so
væl
Nakrir av okkara ítróttar
fólkum sluppu enntá at
heilsa uppá Formannin í
Olympisku nevndini.
Hetta er stórt sigur Tóra
at enda.
10 luttakarar vunnu 11 heiðursmerki
Teir 10 føroysku luttakararnir í Kina vunnu:
5 gullmerki
3 silvurmerki
3 bronsumerki
Føroyingarnir settu tilsamans 9 føroysk met
Ronaldo skjótt klárur
Italska stórfelagið, AC Milan, hevur havt stórar álopstrupulleikar í
ár, eftir at felagið valdi ikki at fáa ein nýggjan áleypara til hetta
kappingarárið. Felagið væntaði nevniliga at hava Ronaldo kláran
til kappingarbyrjan, men brasilski áleyparin er enn raktur av einum
skaða í lærinum. Nú røkist tó fyri, at Ronaldo skjótt verður aftur at
síggja á vøllinum. Ætlanin var, at Ronaldo skuldi vera við ímóti
Empoli komandi vikuskiftið, men so verður ikki. Tað verður tó
ikki so leingi, tí læknarnir vænta og vóna, at hann gerst klárur til
Champions Leaguedystin móti Shaktar Donetsk komandi viku.
- Danmark er ikki ein stór
fótbóltstjóð
Í kjalarvørðinum av tapinum fyri Spania leygarkvøldið hevur
nógv minni gott verið at hoyrt um danska landsliðið – bæði frá
fjølmiðlum, spælarum og øðrum. Og nú gevur Jesper Grønkjær
øllum kritikarunum rætt. – Vit kunnu ikki longur teljast ímillum
evropeisku stórtjóðirnar, tá umræður fótbólt. Hetta vóru vit fyri
nøkrum árum síðani, tá vit fingu góð úrslit í bæði HM 2002 og
EM 2004. Men nú kunnu vit ikki teljast ímillum hesar longur,
staðfestir ein skuffaður Grønkjær, sum tó ikki lýpur undan síni
egnu ábyrgd í vánaligu úrslitunum hjá Danmark síðstu tíðina.
Gullleikirnir
Special Olympics Summer Games 2007 í Kina
Navn:
Aldur:
Ítróttargrein:
Kristian Garðalíð
17 ár
Frælsur ítróttur
Meiken Olsen
16 ár
Frælsur ítróttur
Júst í Túni
21 ár
Frælsur ítróttur
Sharada Unadóttir
15 ár
Frælsur ítróttur
Ragnvaldur Jensen
17 ár
Svimjing
Apolonia Justesen
22 ár
Svimjing
Magnus Vatnhamar Olsen 21 ár
Svimjing
Halla Poulsen
30 ár
Svimjing
Elvin Weihe
27 ár
Boccia
Unn Mortensen
38 ár
Boccia
Venjari:
Meibritt Djurhuus
31 ár
Boccia
Høvuðsvenjarar:
Sonni Djurhuus
33 ár
Frælsur ítróttur
Dan Lamhauge
32 ár
Boccia
Halla Weihe Reinert
21 ár
Svimjing
Ferðaleiðarar:
Tóra Øre Hansen
31 ár
Mariann Øster
35 ár
Júst í Túni fær handað blómutyssi
Halla Poulsen ovurfegin
Magnus Vatnhamar Olsen