Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-16, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. oktober 2007síða 29

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 [ Nr. 200 - 16. oktober 2007 ] talvteiguri Ólavur Simonsen Kjølbro Open, ið er heitið á talvkapping, varð avgreidd í Skákinum um vikuskiftið Klaksvíkar Talvfelag hevur í mong ár gingið heimleyst, har flutt varð millum Klaks­ víkar Sjómansskúla og HF skúlan. Í 1995 hendi tað frá­ líka, at Klaksvíkar Komm­ una veitti talvfelagnum eini hús, ið teir høvdu brúkt til rørgoymslu. Húsið liggur mitt í bý­­ num, men tað, sum er vert at bíta merki í, er, at húsið er smíðjað soleiðis, at eing­ in vinkul í húsinum er rætt­ ur. Tá talvfelagið so skuldi húsast har, var tað sera hósk­ andi at kalla húsið Skákið. Kjølbro Open Nú stjóraskifti er farið fram á Kjølbro Heilsølu, har ein fyrrverandi føroyameistari loysti ein annan telvara úr starvi, er tað kanska ikki so løgið, at Kjølbro Heilsøla valdi at stuðla kappingini. Kappingin varð skipað sum partur av Grand Prix kappingini, ið telur ný­ggju kappingar, har teir ovastu fáa GP stig. Telvað vórðu 5. umfør, har tíðin til talvini var 90 minuttir, og 30 sekund vórðu løgd afturat hvørjum leiki. Havnamaðurin Herluf Hansen streyk avstað undan hinum telvarunum og lá eitt heilt stig á odda áðrenn sein­ asta umfar. Tá møtti hann Finnbirni Vang, ið mátti vinna talvið, um hann skuldi fáa nakað burtur úr kappingini. Finnbjørn kastaði alt tað, hann kundi í talvið og vann eitt sera flott tekniskt enda­ talv. Við sigrinum gjørdust tríggir javnir á fyrsta pláss­ inum: 1­3. Finnbjørn Vang 1­3. Herluf Hansen 1­3. Ólavur Simonsen Breiddin og elitan illa umboðað Tað kann lættliga sigast, at fáir av elitutelvarunum eru at síggja á luttakaralistanum. Um tað er fjallgongan, sum heldur monnum burtur ella okkurt heilt annað, er ilt at siga. Umstøðurnar vóru góðar, virðislønirnar góðar, og kappingin fevndi bert yvir eitt vikuskifti. Tó var hetta ikki nóg mikið til at lokka teir tungu dreingirnar út úr holunum. Unglingarnir trúfastir Tað hevur víst seg tey sein­ astu árini, at tað oftast eru unglingar, sum manna kapp­ ingarnar. Soleiðis var eisini í vikuskiftinum, har helm­ ingurin av telvarunum vóru unglingar. Hetta er bæði gott og ringt. Tað góða er at síggja ágrý­tnar unglingar í menn­ ing, meðan tað ringa er, at teir sleppa ikki at telva móti royndum telvarum. Eisini er ein trupulleiki, at teir fáu royndu telvarnir, sum lut­ taka, møta unglingunum tey flestu umførini og fáa ikki ta neyðugu mótstøðuna. Hetta seinna drepur hugin hjá teimum fáu virknu royndu telvarunum, og tí er spurningurin, hvussu leingi teir tíma at halda áfram at luttaka. So enn einaferð var tað svart upp á hvítt, at luttak­ aratalið ikki var nøktandi. Bogi skeyt við skørpun Bogi Hansen, ið er ein av mongu talentunum, ið Klaksvíkar Talvfelag hevur í løtuni, fekk eitt fjórða pláss við 3,5 stigum av 5. Hann gjørdist tí besti ung­ lingin í kappingini, og vann eisini ratingvirðislønina. Serliga var tað sigurin móti roynda Tummas M. Sólsker, ið gav honum eitt skump upp eftir stigatalvuni. Tað er eisini áhugavert, at út av 12 virðislønum, ið er latnar seinastu tvær kapping­ arnar, eiga klaksvíkingar 9! Svart upp á hvítt í Skákinum Samlaða støðan í Grand Prix kappingini eftir tvær kappingar er: Ólavur Simonsen 11,33 GP Finnbjørn Vang 11,33 GP Herluf Hansen 6,33 GP Jón Andreasen 4 GP Carl E. N. Samuelsen 3 GP Bogi Hansen 2,5 GP Vagn Heldarskarð 2,5 GP Terji Petersen 2 GP Rógvi Dragaberg 0,5 GP Jaspur T. Gaard 0,5 GP Skákið í miðbýnum í Klaksvík Zlatan leggur líka í FIFA-prís Í síðstu viku kunngjørdi FIFA tey 30 nøvnini, sum hava møguleika at vinna heitið sum ársins spælari 2007. Á listanum vóru flestu av heimsins bestu spælarum at finna, men nógv saknaðu svenska landsliðsspælaran, Zlatan Ibrahimovic, á listanum. Serliga í Svøríki fekk hetta nógva umtalu, men Zlatan sjálvur leggur ikki so nógv í hetta. – Eg vildi fegin vunnið ein slíkan prís, men eg kann jú ikki gera nakað við tað. FIFA tekur avgerina, og sum eg segði í síðstu viku, so eri eg rættilga líka glaður. – Ferguson hevur verið ein stór hjálp Eftir ein langan dyst ímóti nógvum pørtum eydnaðist tað hjá Alex Ferguson og Manchester United at fáa lítla argentinaran, Carlos Tevez, til felagið síðst í august mánaði í ár. Ferguson hevur leingi havt eitt gott eyga á evnunum hjá Tevez, og tí var venjarin glaður um at fáa spælaran til United. Og Tevez sjálvur er eisini ógvuliga glaður fyri ta hjálpina, sum hann hevur fingið frá Ferguson. – Hjálpin, sum eg havi fingið frá Ferguson, hevur verið sera tý­dningarmikil. Hann trý­r upp á meg, og hetta eri eg fegin um. Eg havi longu nú lært nógv av honum, hann fær meg at slappa av, og eg føli, at felagið setir prís upp á mínar dygdir. ...tá ið prísurin eisini er avgerandi! www.dekkmaster.fo info@dekkmaster.fo telefon 227 000 Goodyear Ultra Grip 7 175/65-14: ...................910,- 185/65-15:....................940,- 195/65-15:....................980,- 205/55-16:................1.375,- Continental TS810 175/65-14: ...................880,- 195/65-15:................1.010,- 205/55-16:................1.460,- Michelin Alpin A3 175/65-14: ...................860,- 185/65-15:....................960,- 195/65-15:....................990,- 205/55-16:................1.350,- Roadstone Eurowin 175/65-14: ...................680,- 185/65-15:....................790,- 195/65-15:....................810,- 205/55-16:....................960,- Vetrardekk ...tá ið prísurin eisini er avgerandi! Giantco Sprint er ein nútímans skutari við øllum hentleikum. Ein kvalitets-skutari fyri lágprís! 13.900,- einans www.dekkmaster.fo info@dekkmaster.fo telefon 227 000 Sprint skutari