mikudagur 17. oktober 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 201 - 17. oktober 2007
Útvið ein triðingur
av samlaða CO2
útlátinum stavar frá
oljunýtslu til upphit
ing. Fáa vit broytt ein
fjórðing til varandi
orku – til dømis vin
dorku – kundu vit
lættliga uppfylt krøv
ini í Kyotosáttmála
num, sigur Bjarti
Thomsen, formaður í
Nólsoyar Orkufelag
KYOTO-AVTALA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Nú løgtingið hevur samtykt
at avtaka fyrivarni móti Kyo
toavtaluni hevur verið ført
fram, at vit onga handlings
ætlan hava fyri, hvussu vit
kunnu uppfylla treytirnar í
sáttmálanum.
Eingin slík ætlan finst,
men ein av teimum, ið sein
astu árini hevur arbeitt nógv
við júst alternativari orku,
er Bjarti Thomsen, sum eisi
ni er formaður í Nólsoyar
Orkufelag. Heta er áhuga
felag sum varð stovnað í
kjalarvørrinum av, at Bjarni
Djurholm,
landsstýris
maður, tók stig til sonevndu
Nólsoyarætlanina, sum í
stuttum gongur út upp á at
gera Nólsoynna til eina grø
na oyggj.
Deils eru vindmátingar
gjørdar í Nólsoy síðani
mars í 2006, og hartil hevur
Nólsoyar Orkufelag gjørt
mátingar av oljunýtsluni í
sethúsum gjøgnum longri
tíð, bæði í Nólsoy og aðra
staðni.
Hesar mátingar hevur
Bjarti Thomsen sett inn í
grafar og stabbamyndir og
hesar vísa, at orkunýtslan
um summarið er áleið helm
ingurin av nýtsluni um vetu
rin. (sí grafar).
Hetta er í sera góðum
samsvari við orkuframleiðs
luna hjá nýggju vindmyllun
um hjá SEV inni í Neshaga,
har framleiðslan um veturin
er tvífald henni um summar
ið (sí stabbamynd).
Væl egnað
Vindmyllur hava í mong ár
verið partur av orkufram
leiðsluni í Danmark, og
landið verður roknað sum
førandi í heiminum innan
vindorku. Tølini hjá SEV
frá tí at nýggju vindmyllur
nar byrjaðu at framleiða
orku inni í Neshaga og fram
til dagin í dag vísa, at fram
leiðslan er munandi størri
enn hjá tilsvarandi myllum
í Danmark.
Tølini vísa, at hesar trígg
jar myllurnar framleiddu
7,591,377 kWt í 2006, og
framleiðslan í ár sær út til
at gerast enn størri. Fram
rokningar vísa, at framleiðs
lan í ár verður umleið
8.500.000 kWt. Hetta svarar
til orku til upphiting av
umleið 400 sethúsum.
Allar kanningar higartil
benda á, at vindviðurskiftini
í Føroyum gera vindorku
munandi betri egnaða enn
til dømis í Danmark. Vanli
ga verður roknað við, at
vindmyllur í Danmark fram
leiða millum 25 og 30% av
mest møguligari framleiðs
lu, meðan royndirnar higar
til í Føroyum vísa, at talið
liggur millum 44 og 49%.
Hetta skal tó takast við
einum ávísum fyrivarni, tí
hagtølini fevna um so stutta
tíð, sigur Bjarti Thomsen.
Vindmyllur hava enn tann
vansa, at tær framleiða
streym, sum ikki kann
goymast, og tí hevur SEV
mett, at vindorka kann í
mesta lagi standa fyri 10%
av elorkuni. Men tá talan
er um upphiting, er talan
um nakað heilt annað, tí tá
kann orkan goymast í heit
vatnstangum.
Undir øllum umstøðum
ber væl til at minka munandi
um CO2 útlátið við at brúka
vind í staðin fyri olju til
upphiting,
sigur
Bjarti
Thomsen.
Bjatri Thomsen er formaður í Nólsoyar Orkufelag, sum hevur
gjørt nógvar kanningar av vindorku í Nólsoy
Kyoto eingin trupulleiki
Hesin grafurin vísir orkunýtsluna í kWt gjøgnum árini. Grafarnir vísa, at orkunýtslan er tvífalt so
stór um veturin sum um summarið
Mátingar yvir, hvussu nógvar tímar ein oljufýring gongur í einum vanligum sethúsum gjøgnum
árið. Eisini her sæst, at nýtslan er tvífalt so stór um veturin sum um summarið
Stabbamyndin vísir vindorkuna býtta á mánaðirnar í árinum. Eisini her er gott samsvar í, tí
sum tað sæst er orkuframleiðslan tvífalt so stór um veturin sum um summarið. Tað svarar neyvt
Atlantic Petroleum á
triðja plássi
Ein uppgerð, sum danska Ekstrabladet hevur gjørt, vísir,
at føroyska oljufelagið Atlantic Petroleum, hevur tað
partabrævið á danska partabrævamarknaðinum, sum
hevur givið triðhægsta avkast í ár. Kursurin á Atlantic
Petroleum er hækkaður við 194,75 prosentum. Á fyrsta
plássi liggur Spæncom A við einum kursvøkstri upp á
301,11 og nummar tvey er Spæncom B við 285,69
prosentum.