Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-17, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. oktober 2007síða 5

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindi Nr. 201 - 17. oktober 2007 Tað er ikki nóg mikið at avtaka føroyska fyrivarni móti Kyo­ to­avtaluni. Vit mugu hava greiðar ætlanir um, hvussu vit náa málinum í avtaluni, og tað hava vit ikki, sigur Jørgen Nic­lasen, formaður Fólkafloks­ ins KYOTO-AVTALA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Løgtingið hevur samtykt at taka undir við Kyoto-avtal- uni – ella rættari at taka før- oyska fyrivarni av í donsku avtaluni. Men tað er bara ein lítil partur av málinum. Stóri spurningurin er, hvussu vit megna at yvirhalda hesa avtaluna. - Løgmaður segði í løg- mansrøðu síni, at hann skul- di lata eina frágreiðing gera um, hvussu vit náddu málin- um, sum ES og harvið Dan- mark hava sett sær. Men enn er eingin frágreiðing komin, og í mínari verð er hetta mál alt ov illa fyrireik- að. Faktisk er tað slett ikki fyrireikað yvirhøvur, sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum. Hann eftirlýsir tískil ein- ari handlingsætlan fyri, hvussu Føroyar kunnu upp- fylla krøvini í hesari ætlan. - Øll heimsins lond hava samrátt seg fram til eina individuella avtalu um hendan sáttmálan, og eingi lond hava bundið seg til sama útlát. ES hevur samlað bundið seg til at minka útlát- ið við 8%, men eisini innan ES eru tølini ógvuliga ójøvn frá landi til land, sig- ur Jørgen Niclasen. Danmark hevur bundið seg til at minka útlátið við 8%, men teir hava fingið tað frávik inn í sáttmálan, at handilsflotin verður hild- in uttanfyri samlaða útlátið. Luxemburg skal minka sítt útlát við heilum 28%, með- an Portugal og Írland kunnu økja útlátið ávikavist 28% og 23%. Onnur lond uttan fyri ES hava gjørt sínar egnu avtalur um Kyoto. Til dømis hevur Ís-land tilskilað sær rætt til at økja útlátið 10% og fyri Noreg er talið + 1%. Samráðast við danir Kyoto-avtalan byggir á upp- runaligu avtaluna, sonevndu Rio-avtaluna frá 1992. Før- oysku tølini bygdu á hagtøl fyri 1990, og í dag hava vit bert hagtøl fram til 2004. Hesi tøl vísa, at skulu vit hal-da Kyoto-sáttmálan við upprunaligu minkingini, so svarar hetta til 19,6% í mun til tølini frá 2004. - Eingin veit, hvussu tøl- ini eru í dag, men tað er ein- ki at ivast í, at skulu vit gan- ga undir Kyoto-sáttmálan, so skal tað gerast við sam- ráðingum, sum taka hædd fyri okkara viðurskiftum. Soleiðis hava øll onnur heimsins lond gjørt, tá tey hava góðkent Kyoto, og tí er tað púra náttúrligt, at vit eisini gera tað, sigur Jørgen Niclasen. Hann vísir á, at tá vit ikki eru sjálvstøðug tjóð, hava vit ongan annan at samráð- ast við enn danir. Tað verður so upp til danir at avgreiða okkara »handlingsætlan« víðari. - Men hvat hendir, um vit ikki megna at halda áseting- arnar í avtaluni? Skulu vit so út at keypa okkum eyka kvotu, ella skulu danir gera tað og síðani senda okkum rokningina? Og hvat um vit minka útlátið meiri en avtal- að, kunnu vit tá fara út at selja kvotur, ella skulu dan- ir gera tað fyri okkum? Ella ber tað als ikki til hjá okk- um at selja kvotur?, spyr Jørgen Niclasen. Formaður Fólkafloksins sigur, at alt hetta eru viður- skifti, sum vit mugu fáa greiði á. Tað einasta vit hava at vísa á, er orkupolitikkurin fram til ár 2015. Hvat um vit finna olju Føroyingar hava í eina tíð havt eitt ávíst samskifti við íslendingar um at leggja ein orkukaðal millum londini bæði soleiðis, at orka kann flytast úr Íslandi til Føroya. - Hetta er avgjørt ein møguleiki, sum stendur opin. Men spurningurin er, hvat hendir, um hetta verður veruleiki, tí tá verður fram- leiðslan flutt úr Føroyum til Íslands, og harvið eisini alt CO2 útlát. Kemur hetta tá okkum tilgóða, ella skal tað góðskrivast donsku konto- ini, spyr Jørgen Niclasen. Eitt annað, sum eingin heldur tykist hava hugsað um, er hvat hendir, um olja verður funnin á føroyska landgrunninum. - Tað er ein sannroynd, at bara ein einasti boripallur hevur líka stórt útlát sum alt tað samlaða føroyska útátið í dag. Hvussu verður tá við minkingini av útlát- in-um, spyr Jørgen Niclasen víðari. Samanum tikið heldur formaður Fólkafloksins, at málið er alt ov lítið fyrireik- að, og at alt ov nógvir leysir træðrir eru, sum vit fyrst mugu noyðast at finna út av, áðrenn vit kunnu byrja at tosa um, at definera treyt- irnar í Kyoto, tíansheldur uppfylla tær. Danskur hermaður doyði í Afganistan Ein danskur hermaður doyði í Afganistan týsmorgun. Talan er um tann 34 ára gamla majorin, Anders Johan Stæhr Storrud. Deildin hjá Anders Johan Stæhr Storrud bleiv mánadagin álopin við mortarum og rakett-riknum granatum. Danski hermaðurin bleiv førdur við tyrlu til eitt hernaðarsjúkrahús, har hann fekk intensiva viðgerð. Men í morgun andaðist hann. Anders Johan Stæhr Storrud hevði eisini gjørt hertænastu í Irak. Samskip og IR Lastvogn­ ar farin í Samstarv Í gjár skrivaðu Samskip og IR Lastvognar undir nýggjan sáttmála um ymsar tænastur, sum eitt nú koyring av bingjum/heillastum og kranakoyring v. m. Heini á Borg, goymsluleiðari hjá Samskipum sigur, at partarnir eru væl nøgdir við sáttmálan, sum hevur økt munandi um virksemi hjá báðum pørtum. Á myndini síggjast Heini á Borg frá Samskipum og Rasmus Rasmussen frá IR Lastvognum. Vit mugu hava eina ætlan Tað er alneyðugt við einari handlingsætlan, skulu vit gera okkum vónir um at halda Kyoto- sáttmálan, og hana hava vit ikki, sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum