Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-17, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. oktober 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 201 - 17. oktober 2007 Rosebankkeldan er nú nærri útbygging, samstundis sum fyrsta boringin hjá Chevron í føroyskum øki nærkast Oljuleiting Jan Müller jan@sosialurin.fo Í farnu viku gavst oljufe­ lagið Chevron við síni drúgvu og stóru boriverk­ ætlan á Rosebankleiðini skamt frá føroyska markin­ um. Boripallurin Transocean Rather er nú á føroyskum øki og skal bora fyri BP. Chevron boraði saman við Statoil, Dong og OMV tríggjar avmarkingar­ og metingarbrunnar á Rose­ bank oljukelduni, sum varð funnin tvey ár framman­ undan. Keldan er bert 7 fjórðingar úr markinum. Hon hevur verið mett at vera eitt stórt oljufund, men neyðugt var at bora fleiri metingarbrunnar fyri at fáa eina betri hóming av, um talan veruliga er um eitt løn­ andi oljufund. Tá næsti brunnurin varð boraður í summar varð eisini avgjørt at royndarframleiða (testa), og henda royndarframleiðsl­ an var so mikið væleydnað, at Chevron heldur óvantað, eftir at Sosialurin hevði avdúkað, at gasslogi stóð upp úr pallinum, gjørdi av at senda út tíðindaskriv. Her stóð, at royndarframleiðlsan á Rosebankkelduni hevur verið so mikið væleydnað, at tað má metast, at Rose­ bank er eitt lønandi olju­ fund. Síðani er ein triði met­ ingarbrunnur boraður. Hepnast væl Sosialurin skilur frá oljuum­ hvørvinum í Aberdeen, at eisini hesin triði brunnurin hevur hepnast væl, tó at vit ikki fáa nakrar smálutir at vita. Her var tó eingin roynd­ arframleiðsla, hvat heldur ikki sýntist neyðugt. Sum skilst skal tilfarið nú vend­ ast og snarast, og niðurstøða skal gerast um og nær farast skal undir at byggja hesa oljukelduna út til veruliga framleiðslu. Tað áhugaverda og kanska eisini torgreidda við júst hesi kelduni er, at hon liggur í fleiri basaltløg­ um. Helst skulu uppaftur fleiri kombineraðir meting­ ar­ og leitingarbrunnar bor­ ast, áðrenn ferð kemur á eina útbygging. Sosialurin veit, at Chev­ ron, sum er fyrsitøðufelag hevur lagt nógv fyri og fer at leggja enn meira fyri í royndunum at fáa ítøkilig úrslit við síni leiting á At­ lantsmótinum. Í hesum sam­ bandi verður í løtuni bygt sera framkomið boriskip, sum m.a. fer at verða brúkt á Atlantsmótinum til eitt nú at bora fleiri brunnar á Rosebankleiðini og helst eisini – til at bora fyrsta brunnin á føroyska land­ grunninum antin á vetri 2008 ella tíðliga í 2009. Júst í hesum døgum hevur Malene Østervold gjørt seismiskar kanningar báðu­ megin markið. Hetta verður gjørt fyri at hava betri grundarlag at taka støðu til fyrstu boringina á føroyska landgrunninum, skamt frá markinum. Og eisini fyri at tvinna saman loyvini báðu­ megin markið og fyri at vita, hvussu meinlík jarð­ frøðin á bretskum øki er henni á føroyska landgrunn­ inum. Hyggja vit longur fram í tíðina og ímynda okk­ um, at oljufund eisini verð­ ur gjørt á føroyska land­ grunninum, so er tað ikki óhugsandi, at eitt stórt olju­ felag sum Chevron kann seta út í kortið eina felags útbygging báðumegin mark­ ið tvs. byggja út Rosebank og eitt føroyskt oljufund skamt har frá samtíðis. Hetta var tað, sum BP hevði í kvittanum fyri nøkrum árum síðani, tá tað metti tað sannlikt at gera fund báðu­ megin markið í tí sokallaða ”Gullhorninum”. Har vísti tað seg so, at brunnarnir báðir, ein í føroyskum øki og ein í bretskum, vórðu turrir. Nú Chevron hevur funnið Rosenbank, so kann sigast, at komið er væl longri málinum enn tí hjá BP fyri nøkrum árum síð­ ani. Spenningur um Cambo Nakað sunnan fyri Rose­ bank liggur enn ein olju­ kelda, sum mong í oljuheim­ inum vænta sær nógv av. Talan er um Cambofundið, ið varð gjørt nøkur ár her­ fyri. Mett var at talan var um eitt veruligt fund, og tí er longu ein metingarbrunn­ ur boraður. Sum skilst hev­ ur hann verið positivur, tí Amerada Hess, sum er fyri­ støðufelag hevur leingi roynt at fáa fatur á ein pall at bora enn ein metingar­ brunn. Hetta er nú eydnast felagnum og eftir hvat Sosialurin veit, so verður borað í 2008. Eftir naggatódn á Atlants­ mótinum í nógv ár kundi tí nú okkurt bent á, at møgu­ leiki er fyri at vit næstu árini kunnu fáa tvær ymsar útbyggingar av oljukeldum, Rosebank og Cambo, sum báðar liggja tætt við før­ oyska markið. Tað skal tó undirstrikast, at enn er einki endaliga avgjørt um útbygg­ ing, men tann avgerðin kann verða tikin um eitt ella tvey ár. Gingið væl hjá Chevron BP borar í vikuskiftinum Alt tekur sína tíð og serstakliga tá veðrið er ein forðan. Hetta mugu tey hjá BP sanna, nú veðrið hevur spælt teimum eitt ”puss”. Ætlanin var at seta á at bora umleið 13. oktober men vánaligt veður hevur tarnað nakað. Hjarnar Djurhuus, stjóri sigur tó, at tey hava higartil lagt út umleið helvtina av akkerunum. Gongst sum nú, so skuldi verið klárt at seta á undirgrundina í vikuskiftinum komandi. Transocean Rather, boripallurin, sum hevur borað fyri Chevron í skjótt eitt ár skamt frá markinum, og sum nú fer at bora fyri BP á føroyska landgrunninum Oljuting um BP brunn Ì kvøld verður heysting hildið í Oljutinginum. Tá fer Jonathon Trueman fra´BP Amoco at greiða frá boringini, sum BP, Shell og Anadarko fara undir fyrsta dagin. Hann fer at tosa um hvørjar vánir BP hevur til brunnin, hvønn leiklut brunnurin hevur fyri virksemið á Atlantsmótinum og fyrireikingarnar annars. Heysttingið verður á Hotel Føroyum í kvøld klokkn 19. Luttakarar skulu siga frá hjá Vinnuhúsinum. Russisk bumbuflogfør við Føroyar Gjáranáttina flugu tvey russisk bumbuflogfør í økinum við Føroyar. Russisku bumbuflogførini flugu fyrst suður við norsku strondini, har norsk jagaraflogfør hildu eyga við teimum. Norsku flogførini fylgdu eisini russisku flogførunum norðan fyri Føroyar, og tá russisku flogførini fóru longri suður, fóru bretsk flogfør á flog at fylgja teimum, sigur Marinustøðin. Russisku bumbuflogførini vóru av slagnum Tu­160 ella Blackjack, sum tey verða kallað vestanfyri. Nú verður triðingurin av Atlantsflogi lýst til sølu Ein triðingur av Atlantsflogi verður lýst til sølu seint í næsta mánaði, og samstundis verður felagið skrásett á føroyska Virðisbrævamarknaðinum. Allýsingin av felagnum er skrivað, og fundir hava verið við møguligar keyparar fyri at kanna áhugan fyri at keypa partabrøv í føroyska flogfelagnum, sigur nevndarformaðurin, Christian Andreasen. Kaupthing Bank í Føroyum fyrireikar søluna fyri Vinnumálaráðið, og partabrøvini verða fyrst og fremst boðin út í Føroyum.