Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. oktober 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 201 - 17. oktober 2007 Leiðarin á Brand­skúl­ anum við Áir und­rast yvir verklagslógarupp­ skotið hjá Bjørn Kalsø um trygd­armiðstøð í Klaksvík, sum hann held­ur verða ógrund­að. Men bæði Marius Magnusson, leiðari á Trygd­arm­ iðstøðini, og Bjørn Kalsø, land­stýrismað­ ur afturvísa hesum. TRYGDARMIÐSTØÐ Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Bjørn Kallsø hevur lagt upp­ skot um verklagslóg fyri Tingið, um at Trygdarmið­ støðin í Klaksvík skal hava nýggj hølir. Sambært upp­ skotinum skulu 40 milliónir setast av tey næstu fýra ári­ ni til at byggja eina venjing­ arhøll og undirvísingarhølir. Uppskotið liggur nú í Vinn­ unevndini. Signheðin Davidsen, leið­ ari fyri Trygdardepilinum við Áir, undrar seg yvir, at pengar verða settir av til eina útbygging av Trygdar­ miðstøðini í Klaksvík, utt­ an at nøkur almenn verkæt­ lan fyriliggur. ­ Vita politikarar, hvat teir játta pengar til? Eg havi í øllum førum onga verkæt­ lan sæð, sigur Signheðin Davidsen, sum undrar seg yvir at tosað verður um 40 milliónir uttan at nakar veit hvørjar útrokningar hetta byggir á. Men sambært Bjørn Kall­ sø, lanstýrismanni, byggir uppskotið ikki á leysar ætlanir, men á eina frágreið­ ing sum ein bygginevnd saman við Landsverk hevur gjørt. ­ Bygginevndin hevur ikki avgjørt, hvussu bygn­ ingarnir skulu síggja út. Men ein tørvsmeting er gjørd, og prísurin er roknað­ ur út eftir tí kvadratmetur prísi, sum vit hava í dag. Bygging er dýr í dag, og tí kann tað gott vera, at saml­ aði kostnaðurin endar við at vera bíligari, sigur Bjørn Kallsø. Sambært uppskotinum skulu tvær milliónir setast av í ár, 6 milliónir næsta ár, 15 milliónir árið eftir, og síðani restina í 2010. Marius Magnusson, leið­ ari á Trygdarmiðstøðini í Klaksvík, sigur, at útbygg­ ing er alneyðug, tí undirvís­ ingarhøli mangla, og ein innandura venjingarhøll ger tað møguligt at hava venj­ ingar allar dagar. ­ Onkur politikari hevur undrað seg yvir, at vit bygg­ ja høll til venjingar, tí bjarg­ ingar úti burdu verið meira veruleikakendar. Men inni í høllini vera illveðursgenera­ torar. Vit fáa tí eitt kontrolle­ rað illveður, og tað gevur eitt betri flow í arbeiði hjá okkum, sigur Marius Mag­ nusson Tveir ymiskir stovnar Býtið millum Klaksvík og Áir er í dag, at Trygdarmið­ støðin í Klaksvík tekur sær av trygdarskeiðum fyri sjó­ menn, meðan Brandskúlin tekur sær av eldsløkkingar­ skeiðum. Brandskúlin við Áir fekk í ár 1,3 milliónir á fíggjar­ lógini, har eru 5 starvsfólk og á leið 300 skeiðsluttakarar um árið. Játtanin til Tryg­ darmiðstøðina í Klaksvík var um 3 milliónir í ár, har eru 5 starvsfólk og á leið 1000 skeiðsluttakarar. Ein partur av rakstrinum verður goldin ígjøgnum brúkaragjald. Við Áir gjalda skeiðsluttakarar til dømis 4.500 fyri eitt tríggjar daga skeið, meðan luttakarar á trygdarskeiði í Klaksvík gjalda 1.000 kronur fyri eitt fýra daga skeið. Við Áir verður brúkara­ gjaldið ásett á staðnum alt eftir, hvussu nógv leiðslan heldur, at skeiðið kostar. Í Klaksvík er støðan ein onn­ ur. Marius Magnusson, leið­ ari á Trygdarmiðstøðini, sigur, at gjaldið hjá teimum verður ásett í Fiskimálaráð­ num. ­ Av byrjan tíð vildi táver­ andi landstýrismaður í Fiski­ vinnumálum, Jørgen Nicla­ sen, hava tað so bíligt sum møguligt, men í dag hava vit fingið prísin upp á 1.000 krónur, greiðir Marius Mag­ nusson frá. Stovnarnir báðir hoyra eisini til hvør sítt ráð. Brand­ skúlin Við Áir hoyrir undir Mentamálaráðið, meðan Trygdarmiðstøðin liggur undir Fiskimálaráðnum. Kjakið um samanlegging Í álitinum frá 2001 vóru fyrimunir og vansar við at velja annað hvørt Áir og Klaksvík gjøgnumgingnir, og har var ein av nevndu fyrimununum við støðini við Áir, at hon lá í mið­ staðarøkinum. Marius Magnusson held­ ur ikki, at spurningurin um samanlegging er avkláraður, men í Trygdarmiðstøðini eru tey ikki áhugað í, at stovnarnir vera lagdir sam­ an. ­ Hjá okkum liggur tað slett ikki í kortunum at legg­ ja saman. Vit byggja ikki brandskúla, men betra umstøðurnar fyri tey trygd­ arskeið, vit longu hava, sig­ ur Marius Magnusson. Harumframt heldur hann ikki, at stovnarnir eru klárir at leggja saman. Teir eru undir hvør sínum ráðið, og hvørgin starvsfólkabólkur hevði verið lættur at flutt, heldur hann. ­ Stovnarinir fungera nóg væl í dag, og tað er pláss til báðar stovnar, sigur Marius Magnusson. Leiðarin á Brandskúla­ num Við Áir, Signheðin Davidsen, er ikki samdur. Honum hevði dámt best, at øll trygdarútbúgving varð savnað á einum stað. ­ Niðurstøðan í einum álitið frá 2001 um, hvussu karmarnir um trygdar­ og eldsløkkiútbúgvingar kun­ nu samskipast, var, at skila­ best var at leggja eina sam­ laða trygdarmiðstøð við Við Áir, greiðir Signheðin Davidsen frá. Álitið í 2001 var gjørt av einum arbeiðsbólki, sum var settur av táverandi land­ stýrismanni í mentamálum, Torbjørni Jacobsen, saman við eini verkfrøðingafyritø­ ku. ­ Mett var tá, at ein verk­ ætlan fyri Við Áir hevði kostað á leið 32 milliónir, meðan tað hevði kostað 48 milliónir, at útbygt í Klaks­ vík, sigur Signheðin David­ sen, sum undrast yvir, at politikarar ikki fylgja ein­ um áliti, sum teir sjálvir hava biðið um. Men Marius Magnussen sigur, at álitið frá 2001 ikki tekur støðu til, um stovarnar skulu leggjast saman, men er ein meting av, hvat er skilabest at gera eftir sam­ anlegging. Bjørn Kallsø, landstýris­ maður, sigur at uppskotið ikki hevur nakað við saman­ legging at gera. Men í sam­ band við viðgerðina í tingin­ um, varð tosað eitt sindur um hetta. ­ Men mítt uppskot bygg­ ir á eitt ynski um at skapa umstøður á verandi stovni. Hetta hevur leingi ligið í kortunum. Tí skeiðini eru lógarkravd, og hesi krøv gerast vantandi strangari í framtíðini, sigur lansstýris­ maðurin. Trygdarmiðstøð verður styrkt Marius Magnusson, leiðari á Trygdarmiðstøðini í Klaksvík, sigur, at útbygging er alneyðug, tí undirvísingarhøli mangla, og ein innandura venjingarhøll hevði givið støðugari venjing Bjørn Kallsø, landstýrismaður, sigur at uppskotið ikki hevur nakað við samanlegging at gera, men byggir á eitt ynski um at skapa umstøður á verandi stovni Uppskot um útbygging av Trygdarmiðdeplinum í Klaksvík liggur í løtuni í Vinnunevndini, men leiðarin á Brandskúlanum Við Áir, Signheðin Davidsen, hevði dámt best, at øll trygdarútbúgving varð savnað Við Áir Sum á Ólavsøku í Glitni Glitnir spennir seg út, nú kvøldini geraast longur og flestu fjøllini eru gingin. Talan er um eitt breitt úrval av bæði útlendskum og heimligum undirhaldi Lagt verður til brots í kvøld, tá Sámal Ravnsfjall ferð á pallin við sínum sermerkta og breiðu tónleika skrá. Hóskvøldið er útlendsk vitjan á skránni, The Islanders spæla skotskan og írskan tónleik. Bólkurin er mannaður við Chic Mc Lean og Paul Kelly , sum eru komnir henda vegin at undirhalda við sínari skrá. Fríggjakvøldið er country karaoke á skránni, tá er møguleikin at “føla” seg sum eina veruliga country stjørnu. Glitnir hevur eitt sera breitt úrval av sangum og eisini country sangum. Leygarkvøldið er fyri fyrstu ferð vælumtókti dansibólkurin SPAÐAR 5 á breddanum í Glitnir, og ferð at spæla til almennan dans frá kl.23.30. Rundað verður av sunnukvøldið tá The Islanders aftur fara á pallin í Glitni.