mikudagur 17. oktober 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 201 - 17. oktober 2007
Ummæli
Pauli Nielsen
Hugleiðingar um bókina
“Uppaling og skúlaskapur” eftir
Jeffrei Henriksen, sum forlagið
Sprotin hevur givið út.
Jeffrei Henriksen, fyrsti
skúlastjórin á Venjingar
skúlanum, og síðani lærari á
Læraraskúlanum í mong ár,
hevur alt sítt vaksna lív verið
virkin við penninum. Tað, ið
hann hevur skrivað um uppaling
og skúlaskap, er vanliga komið í
Skúlablaðið ella dagbløðini, og
nakað av tí kom fyri nógvum
árum síðani (1976) út í lítlum
bóklingi, nevndur Skúlamál.
Nú hevur forlagið Sprotin fing
ið Jeffrei at savna saman nógv av
tí, sum hann hevur skrivað hesi
árini, og givið tað út í bókini
“Uppaling og skúlaskapur”.
Hjá mær, sum havi fylgst við
Jeffrei á arbeiðsleiðini megin
partin av hesum tíðarskeiðinum,
var tað sera hugaligt at fáa hesa
bókina upp í hendurnar. Havi
lisið nógv av tí so ofta í síni tíð,
at tað var næstan sum at lesa
okkurt, sum eg innast inni dugdi
uttanat.
Eyðkent fyri Jeffrei er, at tað
nýggjasta av hesum “gamla,
endurprentaða tilfarinum” er
skrivað í ár.
Jeffrei er av lyndi granskari, og
tí hevur hann nýtt stóran part av
síni frítið til at seta seg inn í
gransking hjá øðrum, at hugsa
um og lata seg lívgast upp av
teirra gransking og at granska
sjálvur. Umframt brennandi
áhugan fyri sjálvum hugalagnum
í skúlaarbeiðinum og undirvís
ingar og arbeiðsumstøðunum
bæði hjá lærarum og børnum,
hevur hjartað sligið fyri móður
málinum. Tað er ikki hissini
arbeiði, sum har er tøkt til nýtslu
hjá lærarum okkara í skúlunum.
Savnið, sum nú er komið út, er
besta prógvið um, at Jeffrei alla
tíðina hevur fylgt sera væl við í
tí, sum er komið fram á peda
gogiska økinum í londunum
uttanum okkum, og at hetta
hevur gjørt honum mun, og tí var
tað nátúrligt, at Jeffrei gjørdist
fyrsti skúlastjórin á Venjingar
skúlanum, sum byrjaði virksemi
sítt í 1968 í nýbygda Lærara og
Venjingarskúlanum.
Sjálvur var eg millum teir
nógvu lærararnar, sum sluppu at
starvast á og byggja upp henda
nýggja skúla. Tey flestu okkara
høvdu frammanundan verið
lærarar í Tórshavnar
Kommunuskúla.
Í sambandi við setanina í
stjórastarvið, leitaði Jeffrei sær
íblástur og samstarv hjá mest
framkomnu skúlafólkum í
danska ríkinum tá á døgum, og
hann fylgdi væl við í umrøðuni
av skúlaskapinum í Svøríki og
Noregi.
Serliga samstarvið við Th.
Langs Seminarium og ikki minst
venjingarskúlan har, við Georg
Enemærke sum leiðara, fekk
stóran týdning fyri fyrstu árini á
Venjingarskúlanum.
Bæði lærarar og børnini, sum
gingu á skúlanum hesi fyrstu
árini, minnast tíðina við stórari
gleði.
Vit kendu okkum at vera sera
heppin, sjálvt um sigast skal, at
skúlin á ongan hátt fekk nakrar
sersømdir frá myndugleikunum.
Eg hugsið, at tey flestu, sum tá
vóru á skúlanum, við einum og
sama setningi kunnu nevna
rótina til hesa kensluna av at vera
við í onkrum, sum var
einastandandi:
Vit kendu, at tað varð lurtað
eftir okkum. Og at tað, sum vit
hildu hevði týdning, varð tikið
fyri fult.
Hesi árini á Venjingarskúla
num, við Jeffrei sum skúlastjóra,
eru einansta tíðarskeiðið í mínum
egna langa lívi í skúlastarvi, har
veruligt grundleggjandi orða
skifti um skúlaspurningar, bæði
yvirskipað og jarðbundið, var
gerandiskosturin á lærarafundu
num og millum lærarar í lærara
stovuni. Og tað er hvørki lygn
ella nostalgi.
Í grein síni um Venjingar
skúlan, tá ið hann var 20 ár,
nevnir Jeffrei nakað av tí, sum
kom burtur úr hesum stóra
áhuganum fyri skúlamálum, sum
kom til sjóndar í dagliga
orðaskiftinum á skúlanum.
Kveikjarin var Jeffrei Henrik
sen, granskarin og skúlamaðurin
fram um allar aðrar her á landi.
Tað var hesi árini á
Venjingarskúlanum, at eg byrjaði
at skilja, hvussu nógv tey fólk, ið
tora at ganga nýggjar leiðir í
skúlaskapi, fáa ímóti sær. Hevði
ikki grun av tí frammanundan,
men tíverri má eg sanna, at eg
hevði nógv eftir at læra um tað.
Nógvar vóru tær søgur, sum
gingu um óskilið á Venjingar
skúlanum, um ósømiligt tilfar,
eitt nú filmir, sum skúlin nýtti,
og skúlanevndin í Havn legðist
ikki á søgurnar, men var eftir
leiðaranum og skúlanum, so tað
merktist og møddi.
Eitt nú vildi skúlanevndin seta
próvtøkuskipan í verk frá 1.
flokki fyri alla kommununa, so
Venjingarskúlin ikki slapp at
gera sum hann helt vera rættast
sum venjingarskúli
Læraraskúlans.
Ritsavnið Uppaling og skúla
skapur er besta prógvið fyri tí
dygdar arbeiði, sum Jeffrei
Henriksen legði í menningina av
tí skúla, sum hann var settur at
leiða.
Stórur partur av gongdini í
pedagogiska orðaskiftinum í
londunum uttanum okkum kann
lesast burtur úr tí, sum vísi
skúlastjórin, málfrøðingurin og
mentamaðurin Jeffrei Henriksen
hevur skrivað frá miðskeiðis í
fimtiárunum og líka til í dag.
Seinasti stubbin í bókini er
mikið hóskandi nakrar viðmerk
ingar til “Tilmæli frá PISA
arbeiðsbólkinum”, og seinastu
orðini eru ikki óvæntað: “Eg
meini tað”.
PISAundankanningin er eitt
gott dømi um, hvussu úrslitini av
eini ivasamari og ósambæriligari
kanning knappliga verða gjørd til
ramasta veruleika, tá ið tey
samsvara við sjónarmiðini hjá
politisku maktini. Her sum
aðrastaðni rann tann “krittiska”
pressan eisini á leistum, og tað er
rárt, at fólkaskúlin verður
nevndur í fjølmiðlunum, uttan at
tann “sannroyndin” verður
endurtikin, at PISAkanningin
hevur prógvað....
MEN hon var jú bara ein
undankanning, og í sjálvari
frágreiðingini um hesa kanning
verður skilagott rátt til at taka
úrslitini við fyrivarni. Har var
einki prógvað.
Veruleikin er, at so at siga øll
tey, sum seriøst granska í peda
gogikk, eru sannførd um, at
PISAkanningarnar ikki standa
mát, tá ið krøv til tílíka grans
king skulu setast. Og tær eru á
ongan hátt haldgott støði at taka
skúlapolitiskar avgerðir á.
Tær minna mest um bílagda
gransking, sum kann heimila
frammanundan viðtiknum
atgerðum á skúlaøkinum.
Og tær siga ið hvussu er bara
nakað um tað, sum tær spyrja um
og varpa ljósið á.
Ta gransking, sum Jeffrei
Henriksen hevur gjørt, hevur
hann gjørt fyri egna rokning og
av eintingum og einslistum, sumt
stórt og umfatandi, annað smáar
eftirkanningar.
Ein av teimum, sum sigur eitt
sindur um, at pedagogisk úrslit
ikki bert eru ein spurningur um
tímar, men um pedagogiskt
skilagagóða tilrættalegging og
arbeiði, er tvílæraraskipanin
fyrstu skúlaárini á Venjingar
skúlanum. Sama tímatalið, men
tveir lærarar saman og við
møguleika at býta flokkin
sundur, tá ið tað var hildið
skilagott, gav betri úrslit enn ein
einsamallur lærari og tilsvarandi
fleiri tímar hjá børnunum.
Fjølbroytt arbeiði saman við
børnunum hóvar ikki autoriteru
skúlamaktini. Nógv verður gjørt
fyri at forða fyri einum rúmligari
skúla. Ótti er fyri, at hann skal
gerast ov demokratiskur.
Eg havi fyri nógvum árum
síðani skrivað, at tey sum í okk
ara tíð stríðast fyri einum fólka
skúla, sum minnist til alt barnið,
og ikki bert til høvdið, at tey,
sum við øðrum orðum royna at
fremja alla endamálsorðingina í
verki, heldur enn bara fakliga
partin av henni, standa í sama
eykandi stríði sum tey, sum eina
ferð bardust fyri máli og mentan
okkara innan skúlans gátt.
Tað er nógv fyri, at so skal
vera, men vón mín er, at íhalds
liga mótstríðið verður ikki øðrv
ísi enn so, at tað eggjar til og birt
ir uppundir arbeiðið fyri einum
skúla í verki, sum veruliga er ein
fólkaskúli – ein skúli fyri øll.
Autoritera afturstigið, sum nú
verður noytt inn á skúlan, er bert
ein klombra í skúlasøguni.
Lesið bókina hjá Jeffrei,
minnist til, at hetta eru tekstir
skrivaðir yvir eitt langt tíðar
skeið, og at alt broytist. Nógv av
tí, sum var hildið rætt fyri bara
fáum árum síðani, hevur víst seg
seinni ikki longur at vera
eftirfarandi. Soleiðis er ivaleyst
eisini við summum av tí, sum
Jeffrei sipar til og skrivar um.
Eftir situr neistin, tilelvingin at
hugsa seg um og at trína fram á
pallin og óræddur bera síni
sjónarmið fram.
Sprotin eigur stóra tøkk fyri
stigið at geva hesar tekstir út.
Og Jeffrei, at hann vildi lata
Sprotan gera tað.
Autoritera afturstigið er bert ein klombra í skúlasøguni