mikudagur 17. oktober 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 201 - 17. oktober 2007
Ein arbeiðsmaður,
sum var í Kollafirði
við klori til Vestlaks í
gjár, var so óheppin,
at platturin koppaði,
tá hann skuldi
taka tann stóra og
tunga klordunkin
av vørubilinum.
Maðurin slapp við
skaðum í andlitinum
og nøkrum brotnum
tonnum
ArbeiðsskAði
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Týsdagin var ein maður fyri
arbeiðsskaða á bryggjuni í
Kollafirði.
Hann var komin við ein
um vørubili og skuldi seta
ein platt av við einum 1000
1200 litra stórum klordunki,
sum Vestlaks skuldi brúka.
Hendingin fór fram, tá
hann var í holt við at lossa
plattin við dunkinum av
vørubilinum. Platturin kopp
aði og fólk, sum vóru á
staðnum, stúrdu í fyrstuni
fyri, at maðurin hevði fingið
plattin omanyvir seg.
Boð vórðu send eftir
løgreglu og sjúkrabili, sum
flutti
arbeiðsmannin
á
Landssjúkrahúsið.
Maðurin
hevði
fingið
snuddir í andlitið, og hann
hevði eisini brotið nakrar
tenn. Hann var uttan vit eina
løtu, men sum skilst, hevur
hann ikki fingið varandi
mein av tilburðinum.
Hendiligt óhapp
Arbeiðseftirlitið sendi tvey
fólk til Kollafjarðar at
kanna málið, men tá var
maðurin longu fluttur á
Landssjúkrahúsið.
Símun Hammer á Arb
eiðseftirlitinum sigur, at
maðurin tíbetur er sloppin
væl frá hendingini.
Eg dugi ikki at síggja, at
nøkur mistøk eru gjørd.
Hetta er meira ein hending,
sum stóðst av, at maðurin,
sum skuldi taka plattin við
stóra og tunga klordunkinum
av vørubilinum, hevði ov
lítlar royndir við júst hesum
arbeiði og amboðunum,
hann brúkti.
Símun Hammer heldur
ikki, at nakar verður ábyrgd
aður fyri hendingina í Kolla
firði, sum eftir umstøðunum
spældi rímiliga væl av.
Tað
var
Tórshavnar
Sløkkilið, ið tók sær av at
rudda
stóra
klordunkin
burtur.
Hetta eru sterkir dunkar,
og tí kom lítið av klori á
bryggjuna undir hendingini,
sigur Símun Hammer á
Arbeiðseftirlitinum.
Hendiligt arbeiðsóhapp í Kollafirði
Soleiðis sóu umstøðurnar út, tá Arbeiðseftirlitið
kom á staðið í gjár. Í fyrstani hildu fólk, at
maðurin var komin at liggja undir hesum tunga
klordunkinum, men tíbetur vísti tað seg, at
hann ikki hevði fingið varandi mein
Myndir: Arbeiðseftirlitið
S lán frá Suðuroyar Sparikassa
Fríggjadagin kemur Suðuroyar Sparikassi við einum nýggjum tilboð,
tey nevna Slán. Suðuroyar Sparikassi hevur kallað til tíðindafundar í
Havn um hetta lánið, uttan tó at siga nevyt, hvussu hetta lánið er
samansett. Men tað snýr seg um at læna pengar frá sær sjálvum fyri
1,5% í rentu. Tað var Suðuroyar Sparikassi sum setti hol á rentulækk
ingina fyri nøkrum árum síðani við sokallaðu DJlánunum, har fólk
kunnu fáa avdráttarskáa ávísar mánaðir.
runAvík
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Aftur í heyst verður skipað
fyri vinnustevnuni Faro
Expo og Mentanarviku í
Runavíkar kommunu.
Hetta er soleiðis triðja
árið á ráð, at hesi tiltøk
verða hildin í kommununi.
Fysiski
karmurin
um
vinnustevnuna, sum verður
í døgunum 29. oktober til
1. november, er Ítróttar
høllin í Runavík. Sjálvur
ráðstevnuparturin við fyri
lestrum verður hildin í
Kelduni í Skálafirði.
Mentanarligu
tiltøkini,
sum verða í kommununi í
døgunum 28. oktober til 4.
november, verða av ymisk
um slagi og á ymiskum
støðum kring um í Runa
víkarøkinum.
Í Runavíkar kommunu
siga tey, at talan verður um
eina
undirhaldandi
og
spennandi viku, bæði hjá
almenninginum
og
hjá
teimum fyritøkum, sum
luttaka á Faroexpo.
Hetta verður ein rættur
blandingur av mentanar
ligum undirhaldi og fak
ligum innihaldi.
FaroExpo og Mentanar
vikan tilsamans er eitt
rættiliga stórt tiltak.
Vinnustevnan vendir
sær til føroyskar og út
lendskar vinnufyritøkur og
feløg, ið fáast við – ella
ætla sær í holt við – út
flutning og møguligt sam
starv innan útflutning.
Tey, sum standa aftanfyri
tiltøkini, siga, at FaroExpo
er
eitt
gott
høvi
hjá
føroyskum fyritøkum at
hittast og byrja samstarv,
sum kann økja um teirra
møguleikar á heimliga og
altjóða marknaðinum.
Vinnustevnan verður eins
og undanfarin ár skipað
sum sonevnd “partnariat” í
Ítróttarhøllini í Runavík.
Mannagongdin fyri slíka
skipan er, at luttakararnir –
áðrenn stevnan byrjar – hava
ynskt at hitta aðrar luttakarar
á skipaðum fundum, sum
verða hildnir innanfyri eitt
avmarkað tíðarskeið á einum
stevnubási.
Á FaroExpo verður eisini
skipað fyri eini røð av
fyrilestrum, og hesir eru
almennir.
Tað er sum nevnt Ítróttar
høllin í Runavík, ið verður
fysiski karmurin um sjálvan
vinnustevnupartin, meðan
Keldan í Skálafirði eins og
undanfarin ár verður karm
urin um ráðstevnupartin.
Virkisráðgevingin í Salt
angará er høvuðssamskipari
av FaroExpo og Mentanar
vikuni, og hetta verður gjørt
í samstarvi við Kunning
arstovuna í Saltangará og
Runavíkar kommunu.
Ein undirhaldandi og spennandi vika