Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-17, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. oktober 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 201 - 17. oktober 2007 Atlantstoskur er komin upp á javnt føti við eitt nú grindahval hjá grønu felagsskapunum, sum nýta hesi sjódjór sum pengamaskinur, skrivar Fishing News í seinastu útgávu síni TOSKASTOVNUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Toskastovnurin hevur verið orsøkin til hitað kjak, óenda­ ligar spekulatiónir og ótøm­ andi orðaskvaldur, umframt eina rúgvu av ørum tankum og nógvum misskiljingum. Fyri nøkrum mánaðum síðani var ein ráðstevna fyri­ skipað av North Sea and North­Western Waters Regi­ onal Advisory Counsils (RAC) um støðuna hjá toskastovnunum í europe­ iskum sjógvi fyri fiskimenn, fiskifrøðingar, politikarar og umhvørvisfólk. Fiskimenn vóru samdir um, at meiri toskur er til nú enn teir høvdu sæð í áravís. Kanningar benda á, at stovn­ arnir við Grønland vaksa við øgiligari ferð. Um hend­ an økingin stavar frá ógvusligum upphøggingum í fiskiflotunum, áløgd av Brüssels, ella einum náttúr­ ligum uppsvingi í biomarina umhvørvinum, kann kjakast um, men veruleikin er: • at Ísland hevur veitt um­ leið 200.000 tons av toski • at Barentshavið útvegar onnur 500.000 tons á hvørjum ári • meiri toskur verður lóg­ liga veiddur við Føroyar og í europeiskum sjógvi • toskafiskiskapurin við Grønland er í vøkstri Hetta merkir, at áleið ein millión tons av toski verður veidd á hvørjum ári, fyri tað mesta til europeiska marknaðin. Toskur er tí ikki í námind av at vera ein hóttur stovn­ ur. ­ Fish & Chip­sølubúðin hinumegin vegin, har eg búgvi, lýsir við ’toski og chipsi’ fyri 25 krónur – ikki júst ein ábending um ein útdoyggjandi toskastovn, sum greinahøvundurin, Quentin Bates, tekur til. Grundleggjandi fíggjarlig meginregla sigur, at er tosk­ urin veruliga so sjáldsamur, sum umhvørvisfelagsskap­ irnir vilja vera við, átti prís­ urin at verið nakað hægri. Í veruleikanum hevði toskur bert verið at funnið á fínastu matstovum, sum bert rík­ astu kundarnir høvdu ráð til. Og hetta er langt frá so. Greenpeace handaði her­ fyri fyrrverandi bretska for­ sætismálaráðharranum, Tony Blair, ein útstappaðan tosk við boðunum um, at hetta var hin seinasti. For­ sætismálaráðharrin er síð­ ani farin, men toskurin er enn her. WWF hevur tikið tað óvanliga stigið at drigið fiskiveiðikommissiónina hjá ES fyri rættin, orsakað av teirra toskapolitikki, meðan Greenpeace ítøkiliga hevur jagstrað fiskiskip, sum royna eftir toski og farmaskipini, sum flyta frysta fiskaúrdráttin suður­ eftir. Nýggjasta »stuntið« hjá felagsskapinum hevur verið at slept froskmonnum á sjógv millum skotskar par­ trolarar við »steðgið toska­ fiskiskapi«­skeltum. Tá hugsað verður um, at tað finnast sunnir og vaks­ andi toskastovnar eins og stovnar, sum eru um at koma fyri seg, at tað er eingin mangul á toski á europeisku marknaðunum, og at fiskiskip í Norðsjónum hava trupulleikar við at umganga tosk í trolið, er framferðin hjá Greenpeace ófatilig. Umhvørvisumboð vóru á ráðstevnuni í Edinburgh, men kanska tey ikki noter­ aðu nakað niður. Støðan hjá umhvørvisfólki er antin hon, at tey heilt síggja burt­ ur frá veruleikanum, ella tey vilja ikki síggja hann í eyguni. Hin møguleikin er, at tey útmerkað væl kenna veruleikan, men velja at vraka hann av ókendum or­ søkum. Ein talsmaður fyri Green­ peace segði um avgerðina at lata froskmenn leypa á bláman millum tveir par­ trolarar frá Frazerburgh: »Støðan í Norðsjónum er ómetaliga einføld. Heldur toskafiskiskapurin fram, verður toskurin oyddur«. Samspælið millum róv­ fisk og matfisk, broytandi hita í sjónum, umfatandi broytingar í planktonnøgd, gýtingarbroytingum, dálk­ ing og onnur viðurskifti ávirka fiskastovnarnar, og tað vita umhvørvisaktivist­ arnir. Men fiskiskapurin fær skuldina. Óhoyrda einfeldi í tí tey siga er ótrúligt og vísir eitt djúpt manglandi forstáilsi – ella beinleiðis mótvilja – at skilja fløktu støðuna. Gera sær dælt Gjøgnum sjeyti­ og áttati­ árini samlaðu umhvørvis­ felagsskapirnir seg um átøk móti hvalaveiði og seinni kópaveiði. Í hesum tíðar­ skeiði fóru umhvørvisfe­ lagsskapirnir gjøgnum eina mening frá felagsskapum til ein ídnað. Herferðir teirra vóru stak væleydnaðar, bæði tá tað snúði seg um at steðga hvala­ og kópaveiði – og samstundis leggja í oyði tey smásamfeløg, sum livdu av hesum veiðum – og at savna inn óhoyrdar upphæddir til sín sjálvs. Eins og allar aðrar fyri­ tøkur mugu eisini NGO’s (non governmental organisa­ Stóra toskalygnin Nýggjasta »stuntið« hjá Greenpeace er at sleppa froskmonnum á sjógv millum partrolararnar við »Steðgið toskaveiðini«- skiltum Tað stendur langt frá so illa til við toskastovnunum, sum umhvørvis- felagsskapirnir royna at fáa tað til Illa løntir lærarar Norskir lærarar eru millum teir lægst løntu skúlalærararnar í Evropa. Tað sæst í einari kanning. Har sæst millum annað, at meðallønin hjá einum norskum lærara er 35.000 amerikanskar dollarar, og tað setir Noreg á 19. pláss millum OECD­londini, skrivar Bergens Tidende. Til sammetingar verður nevnt, at ein týskur lærari fær í meðal 51.000 dollarar. Lærararnir í Luksenburg eru teir best løntu. Teir fáa í meðal 88.000 dollarar um árið. Skotskur og írskur fólka- tónleikur í Manhattan Fríggjakvøldið og leygarkvøldið fær Manhattan eina forvitnisliga vitjan av skotskum og írskum tónleikarum. Teir nevna seg ´The Islanders´ og spæla traditionellan fólkatónleik úr Írslandi og Skotlandi. Á skránni er bæði tað góða gamla frá the Dubliners og meira modernaður fólkatónleikur hjá Runrig, Wolfstone og U2. Við sær plaga teir at hava ymisk spennandi ljóðføri, so sum floytur, sekkjapípur, mandolinir, gittar og bass. Sum skilst leggur bólkurin seg eftir at skapa eitt hugnaligt og stuttligt kvøld við lívi í. Umframt at spæla í Onglandi, Skotlandi og Írlandi hava ´The Islanders’ eisini vitjað Týskland, Avstalia og flestu norðulendsku londini. Í Danmark heuvr bólkurin m. a. luttikið á Bogense festival, RavneRock Festival, og Tønder Festival. Og nú er stundin komin til Føroyar.