Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-17, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. oktober 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 201 - 17. oktober 2007 11 tíðindi tions) uppihalda eitt ávíst virkisstøði fyri ikki at noyð­ ast at siga upp fólki, lata skrivstovur aftur og so fram­ vegis. Tað kann tí hugsast, at teir størru umhvørvisfe­ lagsskapirnir leita eftir líkn­ andi peningastreymi aðra­ staðni líka síðani – og fiski­ ídnaðurin eigur at brynja seg til, at toskurin gerst nýggju hvalastovnarnir. Tíverri hevur »populera pressan« latið seg tøla av grønu felagsskapunum, og sett á prent ógvuliga einsíð­ ugt tilfar uttan at leggja nak­ að í sannleiksvirðið. Gamla dagblaðssloganið um, at tú ikki skal lata sannleikan koma í vegin fyri einari góð­ ari søgu, kemur veruliga til sín rætt her. Grøni ídnaðurin hevur fíggjarligu orkuna at seta í starv bestu juridisku og marknaðarligu heilarnar – og tað ger hann. Úrslitið for­ noktar seg heldur ikki við umfatandi miðlaherferðum og dýrum politiskum lobby­ arbeiði. Stórídnaðurin er lopin á sama vognin, sum tá ein stór handilsketa í Bretlandi boðaði frá, at hon ikki keypti meiri Norðsjóvar­ tosk, men fór at halda seg til íslendskan línutosk burt­ urav. Gløggi eygleiðarin kundi staðfest, at stórkeyp til stór­ keyps prísir kundi verið orsøkin, men hetta er eisini ein liður í PR­stríðnum mill­ um handilsketurnar. Ótespiliga niðurstøðan er, at grønu felagsskapirnir føra eina grundleggjandi skeiva herferð, sum stóra fiskaetandi fjøldin við vilja verður villleidd. Óhugnaligasti møguleik­ in er, at teir fult út kenna støðuna, men kensluleyst gera sær dælt av støðuni kortini. Teir eru til reiðar at leggja trýst á í teirra stremb­ an eftir at leggja í oyði ein ídnað og offra livilíkindini hjá einari arbeiðsfjøld í teirra egnu strevan eftir meiri peningi. Ein møgulig loysn Síðsta ár loyvdi íslendska stjórnin einari avmarkaðari royndarveiði eftir stórhvali. Sjey nebbafiskar vórðu skotnir úr einum stovni, sum á ongan hátt er hóttur. Eitt ramaskrígg hoyrdist um allan heim, tá hvør ein­ asta NGO stillaði seg í kórið at fordøma hasar ræðuligu íslendingarnar. Hesir fáu hvalir gjørdust ein altjóða kreppa upp á standandi fót. Men einum øðrum umstríddum um­ hvørvismáli í Íslandi um somu tíð hoyrist einki frá – og er sanniliga ikki á dags­ skrá hjá NGO, ið berjast móti fiskaídnaðinum. Kárahnjúkarbyrgingin fer at seta síni óbøtandi spor á íslendsku náttúruna, tá hendan vatnbyrging skal føða aluminiumsvirkið har á staðnum við bíligari orku. Og fleiri líknandi ætlanir eru í stoypiskeiini. NGO hava ikki grett hetta við einum orði, og ein kann undrast á hví. Er henda fleirtjóða fyritøkan kanska ov sterk at fara í holt við? Ein framstandandi NGO er søgd at hava fingið eina gávu á eina millión dollarar frá hesi fleirtóða fyritøkuni, og ein av fyrverandi nevnd­ arlimunum hjá nevndu NGO er nú nevndarlimur hjá fleirtjóða fyritøkuni. Ei undur í, at grøni felagsskap­ urin ikki letur við seg koma í sambandi við Kárahnjúku rðverkætlanina. Kanska kundi hetta verið loysnin fyri fiskiídnaðin. Aluminiumídnaðurin tykist hava verið førur fyri at keypt seg burtur úr vánalig­ ari umrøðu, at síggja til ógvuliga bíliga – og helst enntá skattafrítt. Til frama fyri fiskiídnaðin sum heild, kundu onkrir av framstandandi monnunum gjørt tað sama. Hópurin av nøktandi samtaksmennandi fyritøkum við nevndarsess­ um til røttu viðkomandi og nøktandi peningagávum á røttu støðunum kundi verið júst tað, sum skal til fyri at taka órætta trýstið av fiski­ ídnaðinum. Kelda: Fishing News, Quentin Bates Grønland skal ganga undan Grønland eigur at ganga undan í stríðnum fyri at varð­ veita umhvørvið á Jørðini, og tí eigur Grønland at hava eina kunnleikamiðstøð, sum skal leggja dent á broytingarnar í veðurlagnum. Tað heldur í hvussu er grønlendski flokkurin Demokratarnir, og landsstýrið vísir ikki uppskotinum frá sær. Tommy Marø, lands­ stýrismaður, sigur við KNR, at uppskotið skal viðgerast saman við einum uppskoti um ein grønlendskan veðurlagsstovn. Leiga kvotu frá russum Neyð lærir sum kunnugt nakna kvinnu at spinna, og íslendskir reiðarar eru heldur ikki ráðaleysir, nú stjórnin í Reykjavík hevur skorið ein triðing av toskakvotuni. Fiskifréttir skrivar, at íslendsk reiðarí hava keypt sær toskakvotu frá russum í Barentshavinum. Prísurin er 64 íslendskar krónur fyri kilo ella umleið ein triðing av tí, sum tað kostar at keypa kvotu undir Íslandi. Millum reiðaríini, sum hava keypt frá russum, eru Samherji og HB Grandi. Vit bíða eftir peningajáttan fyri at kunna fáa ta ráðgeving, sum er neyðug til tess at gera ein sáttmála, sum gongur so langt inn í framtíðina, sigur Bjarni Djurholm um Skálafjarðartunnilin SKÁLAFJARÐAR­ TUNNIL Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Sum nevnt í blaðnum i gár verður bíðað eftir samtykt av eykajáttanini fyri august, sum framvegis ikki er av­ greidd enn. Annars var uppskotið at heimila landsstýrismannin­ um at hava samráðingar við nevndina fyri Skálafjarðar­ tunnilin um sáttmála, sam­ tykt áðrenn løgtingið fór í summarfrí, men landsstýris­ manninum tørvar serfrøð­ ingahjálp í samráðingunum, og har liggur málið í løt­ uni. ­ Tað sigur seg sjálvt, at tá talan gerst um ein slíkan sáttmála, sum skal ganga 30 ár fram í tíðina, so er neyðugt at grundarlagið er í lagi. Vit skulu gera ein sátt­ mála, sum bæði politiski myndugleikin og loyvishav­ arin, í hesum føri nevndin fyri Skálafjarðartunnilin, skal kunna liva við í langa tíð fram, sigur Bjarni Djur­ holm. Hann sigur, at síðani landsstýrið fekk umsóknina handaða, hava verið tríggir fundir partanna millum, og at fjórði fundurin verður í komandi viku. Haraftrat hevur verið leypandi sam­ bandi millum umsitingina í Vinnumálaráðnum og stjór­ an fyri Skálafjarðartunnilin, Dávur Reinert Hansen. ­ Vit hava ongan áhuga í at draga málið út, men tað er líka greitt, at hjá okkum er neyðugt at fáa serfrøðiliga ráðgeving í hesum máli, tí vit skulu gera ein sáttmála, sum gongur langt inn í fram­ tíðina, og tað hava vit ong­ antíð roynt fyrr, sigur Bjarni Djurholm. Tíðin avgerandi Hóast eykajáttanin fyri august eftir røttum skuldi verið avgreidd í september, so liggur hon framvegis í løgtinginum, nú vit skriva miðan oktober. ­ Eg veit ikki, nær vit fáa pengarnar, ella um vit fáa teir. Eg rokni tó við, at teir verða játtaðir. Men tað er greitt, at longur tað líður út á árið, minni verða møgu­ leikarnir at brúka pengarnar. Og eykajáttanin er ikki sam­ tykt enn. Vit arbeiða so nógv vit kunnu innan fyri givnu karmarnar, men vit fáa ikki sett veruliga gongd á, fyrr enn vit fáa serfrøði­ liga ráðgeving, sigur Bjarni Durholm. Eins og Ingi Højgaard vísir landsstýrismaðurin á, at tíðin undir øllum umstøð­ um er um at ganga undan, tí eitt val sal útskrivast í sein­ asta lagi fram móti jólum og tað merkir, at seinasti framløgudagur í løgtingin­ um helst verður einaferð seinast í oktober. Og tá sig­ ur tað seg sjálvt, at tíðin gerst knøpp. Men Bjarni Djurholm vil kortini ikki avvísa nakað. ­ Fáa vit umbidnu eyka­ játtanina, eru vit til reiðar at seta øll segl til. Men tað er avgerandi neyðugt at fáa greiði á avleiðingunum av at gera ein sáttmála, sum gongur so langt inn í fram­ tíðina, sigur landsstýrismað­ urin. ­ Men tað er einki at ivast í, at talan er um eina íløg, sum er samfelagsbúskapar­ liga sera góð, og kost­nýtslu kaningar vísa, at hon fer at geva ein stórt búskaparligt avkast. So hetta er sjálvandi nakað, vit raðfesta ógvuliga høgt, sigur Bjarni Djur­ holm. So áðrenn nakað annað kann gerast, má eykajáttanin avgreiðast, og hon liggur so enn í løgtinginum. Tíðin um at renna undan Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, ivast í, um tíðin gerst ov knøpp at avgreiða sáttmálan um Sálafjarðartunnilin í hesum valseiðinum. – Men vit eru til reiðar at seta øll segl til, sigur hann