Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-17, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. oktober 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 201 - 17. oktober 2007 Sosialurin Williambrunnurin – vónir og vánir SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar So hendir aftur nakað á leitiøkjunum á landgrunninum. Um dagarnar kom boripallurin Transocean Rather í føroyskan sjógv, og í løtuni verður hann so festur í botnin. Hetta arbeiðið hevur verið tarnað nakað av veðri, men nú er líkt til, at boringin kann byrja komandi vikuskifti. Talan er um eina rættiliga stóra verkætlan í føroyskum høpi. Samlaða upphæddin fyri alla verkætlanina er einar 400 milliónir kr. Umframt at tvey av heimsins størstu oljufeløgum eru við í hesi boring, so eru eisini fleiri føroyskar fyritøkur við í arbeiðinum. Talan er tó um avmarkaða tíð, umleið fýra mánaðir. Mett verður at boringin er liðug um hálvan februar. So um enn talan er um eitt stutt tíðarskeið, so hevur boringin eisini eisini týdning fyri vinnulívið her heima. Tað er greitt, at Williambrunnurin kann gerast tað gjøgnumbrotið, sum bíðað hevur verið eftir nú í skjótt átta ár. Hann er sætti brunnurin, sum verður boraður her og tann næsti á basaltinum. Skuldi tað hent, at brunnurin verður turrur, so verður tað heilt givið eitt afturstig fyri leiting við Føroyar, tó at fleiri aðrir brunnar verða boraðir komandi árini. BP, sum hevur verið lokomotivið á Føroyaøkinum frá byrjan, kann koma í ta støðu, um brunnurin verður turrur, at tað skal til at endurskoða sína framtíð her. Í ringasta føri kann henda, at hetta stóra og virkna oljufelagið tekur seg úr Føroyaøkinum. Tað fer at vera eitt veruligt afturstig, tí BP er so virkið eystan fyri markið. Vit kunnu so bara vóna, at okkurt skilagott fer at spyrjast burtur úr boringini, og at tað kann fasthalda áhugan hjá BP at vera millum feløgini, sum vilja halda fram at leita eftir olju og vónandi eisini við í útbyggingini av komandi fundum. Vit skulu so heldur ikki gloyma leiklutin hjá Shell og Anadarko. Fyri tey er úrslitið av hesum brunni eisini avgerandi fyri framtíðar virksemi her. Williambrunnurin hevur so eisini stóran týdning fyri komandi útbjóðing. Um okkurt positivt fer at koma út um boringina longu innan árslok, so kann tað gera, at fleiri feløg fara at luttaka í 3. útbjóðingini. Øll eygu fara komandi mánaðirnar at fylgja við, hvat hendir á Williamleiðini miðskeiðis millum Føroyar og markið. Vit kunnu ikki annað enn ynskja feløgunum, sum standa fyri hesi verkætlan og ikki minst føroyskum oljumyndugleikum góða eydnu. Í kvøld fer umboð fyri BP at greiða frá vánum og vónum til brunnin og hvønn leiklut hann hevur fyri virksemið á Atlantsmótinum. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Eydna Skaale eydnaskaale@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00­13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Hin 16. mai 2006 samtykti Føroya Løgting lóg um vegaføring um Leirvík har niðri í bygdini. Hóast hetta ikki var tann loysnin, sum stóð sum nr. 1 á ynskilista­ num hjá leirvíkingum, var hetta tann loysnin flestu leirvíkingar ynsktu næst eftir lokarennuna, og síðani hava sligið seg til tols við. Báðar hesar loysnirnar eru orkusparandi og góðar fyri umhvørvið. Í juni 2007 kom eitt sera skilagott notat um Sand­ oyartunnilin, sum m.a. leggur stóran dent á um­ hvørvið. Í uppskotinum verður mælt til longru farleiðina í Traðardal held­ ur enn til Skopunar, m.a. tí hendan farleiðin er meira orkusparandi enn stytra farleiðini til Skopunar. 28. september í ár samtykti Føroya Løgting at ganga undir treytirnar í Kyoto sáttmálanum. Lagt verður upp til, at Føroyar skulu binda seg til at skerja útlátið av veðurlagsgassum við 8% í mun til 1990. Í dag liggja vit 11% oman fyri 1990­støðið, so her skal onkur bróta upp um armar, skulu vit klára málsetningin at skerja útlátið við nærum 20% til 2012. Trúði tí ikki mínum egnu oyrum, tá útvarpið, 11. oktober, boðaði frá upp­ skotinum hjá Kára P. Høj­ gaard, løgtingsmanni, sum bert 14 dagar eftir, at løg­ tingið samtykti at ganga undir teytirnar í Kyoto sáttmálanum, leggur upp­ skot fyri løgtingið, sum leysliga mett meira enn tvífaldar CO2­útlátið hjá ferðsluni um Leirvík i mun til tað, sum longu er samtykt. Minnist meg rætt, leggur Landsverk í sínum arbeiði dent á at leggja allar høv­ uðsfarleiðir í láglendi við so fáum brekkum sum gjørligt, tí tað er gott fyri umhvørvið og trygdina. At flyta vegaføringina í Leir­ vík niðan um bygdina, er tí beinleiðis í andsøgn við okkara egna málsetning, um at minka um nýtsluna av olju og bensini fyri hvønn koyrdan kilometur í Føroyum. Uppskotið hjá Kára P. Højgaard er eisini beinleið­ is í andsøgn við málsetn­ ingin í Kyoto sáttmálanum, sum er at minka um útlátið av veðurlagsgassum sum nevnt omanfyri. Hví Kári P. Højgaard annars kemur við hesum uppskotinum nú, veit eg ikki ­ uppskotið er ikki bara í andsøgn við Kyotu, men eisini fólkaviljan í Leirvík, umframt landsins almennu reglur um vegagerð! Kári P. Højgaard hevur í viðmerkingunum til upp­ skotið ein “positivlista”, har hann nevnir elementir sum: tryggleika, stutta byggitíð, tunga ferðslu , havnalagið, minni óljóð, góðar útbyggingarmøgu­ leikar niðanfyri vegin, náttúrlig tilkoyring til nýggjar útstykkingar og einastandandi útsýni yvir vøkru plaseringina av Lervík! Samanumtikið eru hetta viðmerkingar tiknar úr leysari luft uttan hald í veruleikanum. Sum dømi kann eg nevna, at byggitíðin og tryggleikin eru minst líka góð har niðri í bygdini, sum har uppi. Tá løgtingsmaðurin nevnir góðu útbyggingar­ møguleikarnar niðanfyri vegin, er hetta beinleiðis ósatt. Pláss er fyri umleið 80 húsum, meðan bíðilistin er omanfyri 40, so her hevur hann ikki sett seg nóg væl inn í lokalu viðurskiftini. At enda nevnir Kári P. Højgaard nakað um útsýnið og upplivilsið hjá teimum koyrandi, í mun mun til vøkru pladseringina av Leirvík í landslagnum! Eg loyvi mær at spyrja – kann hetta nýtast sum eitt argument í eini løgtingslóg, og er tað ikki akkurát vakra útsýnið og friðurin, sum fær tey ungu at seta búgv í Leirvík heldur enn bert at koyra framvið? Havandi í huga, at øll menning í bygdini er steðgað upp orsakað av “vegakreppuni” loyvi eg mær inniliga at heita á Føroya Løgting, um at virða egnar samtyktir um Kyoto eins og fólkaviljan í Leirvík, við at halda fast um verandi løgtings­ samtykt frá 26. mai 2006 og at fáa vegin har niðri bygdini gjørdan ongantíð ov skjótt. Vegaføringin um Leirvík, Kyoto og Kári P. Højgaard bygdarráðslimur Leirvík PoUL ANdRIAS JoENSEN Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – he­ vur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Lesið Sosialin - so eru tit við